týsdagur 11. februar 2014síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
lestrarblaðið 2014
Eirikur í Jákupsstovu
Tað er ongin, sum heilt skilir, hvussu ES
hongur saman.
Orðini eigur russiski sendiharrin í ES,
Vladimir Chizhov, sum seinastu nógvu
árini hevur starvast við ES skipanini fyri
Russland og just er vorðin róstur fyri sína
óvanliga stóru vitan um felagsskapin á
einum fundi um framtíðar viðurskiftinini
millum ES og Russland.
Og tað er nokk ikki lygn, sum russiski
sendiharrin førir fram. Eg havi lært um
ES á universitetinum, havi verið við at
gera eina frágreiðing um felagsskapin fyri
Javnaðarflokkin á Fólkatingi og havi verið
í starvsvenjing á føroysku sendistovuni
í Brússel seinastu 5 mánaðirnar, men
enn kemur fyri, at ein ES stovnur ella
ráðgevandi felagsskapur verður nevndur,
sum eg ikki havi hoyrt um fyrr.
Tað merkir tó ikki, at eg onki veit. Tann
starvslesandi á føroysku sendistovuni í
Brússel hevur til uppgávu at seta seg inn
í mestsum øll viðurskifti, sum Føroyar
hava við ES. Konkret merkir hetta, at
mann
skal
finna
upplýsingar
fram,
skriva frágreiðingar, gera upprit, senda
frágreiðingar heim, fyrireika fundir og
nógv annað. Hartil koma nakrar serligar
størri uppgávu, sum í mínum føri hava
verið avtalaðar við sendikvinnuna og mest
hava snúð seg um fiskivinnupolitikkin hjá
ES. Tær fjøltáttaðu uppgávurnar merkja
til dømis, at tann starvslesandi á føroysku
sendistovuni sleppur at gera munandi
meira enn tey donsku, sum mestsum bara
skriva samandráttir av fundum.
Umframt tær fakligu avbjóðingarnar,
hevur nakað so einfalt sum góður lesi- og
skriviførleiki á serliga føroyskum, men
eisini enskum og donskum, alstóran
týdning.
So eru eisini aðrar avbjóðingar. Hetta
snýr seg millum annað um at ganga til
móttøkur og tosa eina rúgvu við fremmand
fólk um øll møgulig viðurskifti. Tað ljóðar
ikki so torført, men tað krevur venjing. Eftir
hondini eri eg byrjaður at læra tað.
Og soleiðis er tað við nógvum her niðri.
Hóast eg haldi meg hava gjørt mun, so eru
skipanin og arbeiðsuppgávurnar annars
so mikið umfatandi, at nú eg endiliga
byrji at duga tað mesta, eri eg á veg aftur
til Keypmannahavnar at gera løgfrøðina
lidna.
Men tað er kanska akkurát tað, sum er
meiningin við einum starvslestri – at læra
eina rúgvu, og so at fara víðari.
Starvslestur í
ES-frumskóginum
ES er ein frumskógur, har tað er ógjørligt
at fáa skil uppá alt. Men tað merkir
eisini, at nógv er at læra seg. Millum
annað tað ger, at tann starvslesandi
á føroysku sendistovuni í Brússel
altíð hevur nóg mikið at takast við
Føroyar hava í dag sendistovur í Brússel,
London, Reykjavík og Keypmannahavn, og
ætlan er um at seta á stovn eina umboðan
í Moskva eisini. Høvuðsuppgávan hjá
sendistovunum er at virka Føroyum at
frama. Allar sendistovurnar hava í løtuni
starvslesandi, men tað hevur verið eitt
sindur ymiskt við hesum. Uppgávurnar hjá tí
starvslesandi, sum gongur á yvirbygnaðinum
á universitetinum, eru ymiskar, og
mælast kann til at seta seg í samband við
uttanríkistænastuna á Løgmansskrivstovuni
ella til eitt av sendifólkunum hjá Føroyum,
um mann hevur ætlanir um at søkja
starvslestrarpláss á einari av sendistovunum.
Sendistovur Føroya
Eirikur í Jákupsstovu hevur verið starvslesandi á føroysku sendistovuni í Brússel