hósdagur 13. februar 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá ið politiska skipanin viðgerð móðurmál okkara,
Málráðið, stavraðið osfr. endar tað at kalla hvørja
ferð í beinleiðis hjálparloysi. Makan til evni at
traðka alt og øll undir fót skal verða leitað leingi
eftir. Í øllum førum frá teimum mælskastu. Tíbetur
er tað so, at tá ið ringast stendur til, er hjálpin næst.
Mánadagin varð eg kallaður inn í Mentanarnevnd
ina í Ungdómstinginum. Á skrá vóru tvey mál.
Serliga var tað tingmálið við føroyskum frálæru
tilfari í øllum fakum, sum var framúr. Eg havi
ongantíð lisið eitt lógaruppskot, sum hevur rørt
meg so inniliga, sum hetta frá 8 skúlanæmingum í
fólkaskúla okkara. Serliga er tað hugtakið »móður
málskærleiki«, sum verður sett inn í grein 2 í fólka-
skúlalógini, so at hon framyvir verður orðað:
»Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera
grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði, fólkaræði
og móðurmálskærleika.«
Grundgevingin hjá ungdómstingfólkunum er, at
ungdómurin gerst meiri tilvitaður um tað før
oyska málið. Børn og ung skulu vaksa upp í einum
føroyskum umhvørvi, har tey eru tilvitað um,
hvussu lítið tað føroyska málið er. Málið er at
varðveita føroyska móðurmálið, ið ikki sæst serliga
væl í ungdóminum og er undir trýsti frá serliga
enskum. Tí skal alt undirvísingartilfarið vera á
føroyskum.
Í viðgerðini í Mentanarnevndini henda dagin sat
eg yvirfyri væl fyrireikaðum ungum fólkum, sum
dugdu væl at tala sína søk, men eisini vóru opin og
leitandi eftir øðrum hugsanum og grundgevingum.
Formaðurin leiddi fundin fyrimyndarliga, og
tingfólk hildu seg til evnið í einum og øllum. Og tað
kann eg siga tykkum øllum, sum ikki hava verið í
løgtingsnevnd ella í sambandi við politiska veldið
yvirhøvur, at tað er ikki á hvørjum sinni, at tú
upplivir tað.
Skuldi eg havt eitt ynski í 2014 í sambandi við
arbeiði mítt, so var tað, at ungdómstingið bara
henda eina dagin hevði rættindini at samtykkja
lógir. Tá ið tað tíverri ikki er so, er ynski mítt
ístaðin, at okkurt løgtingsfólk tekur hesa lógar
broytingina til sín og leggur hana fram á ting,
so at móðurmálskærleiki verður feldur inn í
fólkaskúlalóg okkara, og at frálærutilfarið í øllum
fakum er á føroyskum.
Hevur Løgtingið nakra sum helst virðing fyri
Ungdómstinginum, gera tit tykkum tann ómak,
at tit hyggja at lógaruppskotunum, viðgera tey
og taka tey til tykkara, tí tey frá tí ættarliðinum,
sum Føroyar byggja framtíð sína á. Og við ungum
fólkum sum hesum, hava vit gott í væntu, bara vit
ikki tiga tey av landinum.
Magnus Tausen
stjóri í Námi
EYGA
MÁLIÐ
Ungdómstingið
gevur vón
kjak
kjak
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Tunlar í eygsjón?
Ólavur Hátún
Hugaligt var at frætta frá
breiðari politiskari semju um
umstrídda tunnlamálið her
fyri, og gleðilig kundi tann
friðsæla kennast, sum tóktist
ráða millum floksformenn á
fundinum í Miðlahúsinum í
farnu viku.
Men er tað nú so væl vorð
ið við hesum týðandi sam
felagsmáli, at tað um 4 – 7 ár
verður koyrandi bæði undir
Tangafirði og Skopunarfirði
uttan at landið rindar meira
enn 400 mió av teim báðum
milliarda krónunum, sum
hetta megnartiltak verður
sagt at fara at kosta? Navn
framir fíggjarfrøðingar hava
givið til kennar, at hetta ikki
fer at halda, og at landskass
in, tá samanum kemur, ikki
sleppur undan at hanga upp
á munandi meira.
Í mínum leikmanna huga
heimi staðfestir hetta, at við
at krøkja Sandoyartunnilin
upp í Skálafjarðarætlanin,
sum fíggjarliga fer at hvíla
væl í sær sjálvum, verður
byrgt fyri tørvandi viðlíka
haldi og nýgerð á samferðslu
økinum víða um í landinum
í áratíggir, so sum tað áður
greidliga hevur verið víst á.
Vit ynskja øll at kunna
koyra suður á tað yndisligu
Sandoynna. Men við verandi
góða ferjusambandi er út
byggingartørvurin
tann
vegin munandi minni enn
t.d. á nýggjum tunnlum
til Hvalbiar og Norður um
Fjall á Borðoynni, á bøttum
ferðarsambandi til Fámjins,
Dals,
Tjørnuvíkar
og
til
Gjáar og á føstum sambandi
út til Svínoyar og Fugloyar,
sum báðar liggja í andaleypi,
men sum báðar teljast mill
um okkara bestu kort, tá
hugsað verður um Føroyar
sum ferðamannaland. Svín
oyggin er tó meira enn eitt
summarland – við sínum
víða slættlendi, væl vart av
fjøllum uttanum, man hon
hýsa einum tí besta bústaðar
plássi í landinum, tá fast
samband inn á meginøkið er
fingið í lag. Í sambandi við
ferðavinnu kann eisini nevn
ast skitseraði tunnilin av
Bumshamri í Klaksvík og yvir
til Syðradals á Kallsoynni.
Slíkar ábøtur og nýgerðir
eru ikki nakað, sum privatir
íleggjarar fara at geva boð
uppá, men tær eru munandi
meira átrokandi og realist
iskar enn tann ”Suðurleið” –
t.e. tunnil undir Suðriafjørð
-, sum borið hevur verið upp
á mál um sum grundgeving
fyri tunnli til Sandoyar.
Eftir verandi fíggingar
mynstrum letur hvørki seg
seta í verk. Men fingu vit
vakt til ta samhaldsføstu
nýhugsan, sum tað eisini
politiskt hevur verið inná,
at tunnilsgjald verður lagt
á alla yvir- eins væl og á
undirsjóvartunnilskoyring
í landinum, so verða ráð til
bæði..
Samanlagda
tunnils
ferðslan í landinum um
samdøgrið liggur um 25.000
einvegiskoyringar.
Falda
vit tað við 365 er ferðartal
ið 90.000. Við einum tunn
ilsgjaldi upp á í miðal 10 kr.
– lítið meira enn triðing av
tí, sum ferðandi gjøgnum
Vága- og gjøgnum Norð
oyatunnilin við kubba hava
goldið í øll ár – fær tunla
heimurin 90.000.000 krónur
um árið at ráða yvir. Við
tryggjaðari ársinntøku upp á
90 milliónir verðu lagamanni
hjá landinum fyri lága rentu
at lána milliardina, um so
skal vera, og tá ber til hjá
Landsverki at leggja útbygg
ingarætlan, sum ber á mál.
Hví tað skal vera sum at
vísa hundi brand at tala um
víðkað tunnilsgjald her hjá
okkum er ilt at skilja. Aðra
staðni í heimi er rættiliga van
ligt við bummgjaldi, og eitt
nú í Noregi, sum nógv betur
enn vit hevur ráð til at lata
bilar koyra ókeypis, eru um
160 slík gjaldingarstøð, sum
gevur samferðsluumsitingini
ikki minni enn 8 mia krónur
árliga. Ongin klagar um
tað – hetta er bara partur
av samfelagstreytunum og
er lítið í mun til kostnaðin
annars av at ogna sær bil.
Hjá okkum liggur vanligi
bilaprísurin millum 200 og
300 túsund krónur, og ikki
er óvanligt, at hann fer upp
móti teim 500.000 krón
unum. Útgjaldið liggur um
25 % og mánaðargjaldið yvir
3-5 ár liggur um 3.000-5.000
kr. Aftrat hesum koma eisini
aðrar utreiðslur, sum einhvør
bileigari veit um at siga.
Men so hevur tú eisini
eitt amboð, sum ikki bara
kann flyta teg í dagligum
ørindum og til og frá ar
beiðsplássi, men sum eisini
gevur tær høvi til ríkar
náttúruupplivingar í einum
tí fagrasta bilferðarlandi,
sum hugsast kann. Hvat
hevur tað tá at týða at lata
eina 20-krónu fyri ferð aftur
og fram gjøgnum berghol?
Tunnilsumsitingin váttar, at
tað tekniskt ongin trupulleiki
er hjá teimum at umsita slíka
gjaldsskipan og eisini at hava
eftirlit við, at bilar á langferð
gjøgnum fleiri tunnlar ikki
nýtast at rinda fyri meira
enn tveir.
Hevði hugaliga semjan
millum politikarar kunna
rokkið til eina slíka sam
haldsfasta gjaldsskipan, sum
ruddaði rás fyri einari full
góðari samferðsluskipan, var
nógv vunnið til menningar
og trivnað í okkara landi.