hósdagur 13. februar 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
M
innini
fríðka
um
í
hugaheiminum, frá øllum
teimum mongu ferðunum,
sum óviti á heimshøvunum og
millum fólk í londum hesu- og
hinumegin miðkring Jarðar. Ein
mynd, sum kortini kámar fyri tí
hugfarsliga, eru hesar afturvend
andi og møðisligu vitjanirnar í eini
vælkendari stórkrambúð í Keyp
mannahavn, sum føroyingar hildu
seg vera í slekt við onkursvegna.
Vøruskráirnar – katalokini – høvdu
at kalla somu tyngd í heimum kring
landið sum bankabókin, Bíblian og
telefonbókin. Fyri mær var hesin
keypsskálin í Nørregøtu – Daells
Varehus – Dalle Valle, sum danir
róptu hann – ein plága. Høvdu
ravløddu rullitrappurnar ikki stytt
mær stundirnar, tíma eftir tíma,
upp og niður, frá einari hædd til
aðra, veit eg ikki hvussu hesar
frekventeringarnar í innara býnum
høvdu spælt av. Í afturhvarvinum
ber
til
at
síggja
fullkomna
meiningsloysi í hesi tíðarspillu, í
hesum tíðarlumma, har alt bara mól
í klingur. Síðani er Daells Varehus
farið av knóranum, men lagnunnar
speisemi vildi tað kortini soleiðis,
at føroyingar fingu sítt egna Dahls
Varehus.
Hin 9. mai 1998 boðaðu tríggir
flokkar frá nýggjari politiskari
alliansu á tingi, og í hesum sam
bandi varð sagt: “At føroyingar
eru tjóð og Føroyar eitt land, og at
politikkur samgongunnar verður
at fremja henda suverenitet í
verki.” Sløk seks ár seinri høvdu
málmmøðin og undanstøkkingin
gjørt enda á hesi frælsisfylking,
og í 10 ár síðani hevur ein fatal
kontrabylting stjórnað Føroyum.
Fyrst legði Javnaðarflokkurin seg
flatan í 2004, Fólkaflokkurin reið
honum nátt eftir nátt í ár so mong,
at hann til endans gjørdist politiskt
kynsleysur, tað bataði onki við
vaktarskiftinum og eksklusiónini,
og síðani hevur ein málmaður, sum
helst hevur fingið ov mong hørð
skot inn á skallan í HB-málinum,
fungerað sum skotskjøldur hjá
áhugamálunum
handan
Fólka
flokkin. Kontrarevolutiónir hava
eisini sína tíð, og forvirringurin, í
politisku skipanini og ímillum fólk,
hevur ongantíð verið so umfatandi
sum nú.
Kaos valdar, og samfelagið hórar
enn so dánt undan av autonomu
kvotunum í uppsjóvarvinnuni og
pensjónsráninum (veruliga hall
ið á fíggjarlógini í 2014 hevði verið
475 milliónir krónur uttan for
skattingina av pensiónunum(!)),
sum samgongan nú ætlar at “forera”
kommununum saman við eldra
økinum. Sosiala akkerið í Sambands
flokkinum – Lisbeth L. Petersen
– gevur ilt av sær, og táið hennara
hóvligheit ressast við, og boðar
frá, at nú er nógmikið, tá stendur
illa til. Sjálvur arvastrongurin í
Sambandinum skeklar seg fomelt
úr flokkinum, tí áhugamálini hand
an Fólkaflokkin stjórna øllum. Hetta
er meginarvastrongurin umvegis
GL og Dimmu og haðani aftur til
Andrass Samuelsen – tað svarar
til at Erlendur Patursson, Hákun
Djurhuus og Petur Mohr Dam á
eldri árum søgdu limaskapin upp
í Tjóðveldis, Fólka, - og Javnaðar
flokkinum. Arrogansan lýsir av
málmanni Fólkafloksins (KLHJ)
í Nesinum, og ikki minni av for
manninum í Føroya Val, tá teir
verða konfronteraðir við sosialu
indignatiónina, sum er orsøkin til
flýggjanina, teir kenna eftir øllum
at døma ikki sína vitjanartíð, og
einasta undanførslan hjá Kaj Leo
er ein upphædd fyri meira enn 10
árum síðani, tá føroyingar sjálvir
valdu at gjalda skúlan hjá landsins
børnum úr egnum lumma – 366
milliónir um árið. Hann hevur havt
øll hesi somu árini tøk til at bólta rút
í høpinum, at fáa danir at yvirtaka
føroyska skúlan aftur, og refundera
upphæddina, men heldur ikki tað
megnaði hann.
Streingirnir í politiskum kaos
eru órannsakiligir. Tá alt vanligt vit
og skil foykist burtur, daga brádliga
teir merkiligastu filurarnir fram á
torg býarinnar. Meðan ongin leið
tykist gongd fyri øðrum, tað ørar
fyri skallum teirra, hallucinatiónir
káma fyri øllum skilvísi, júst har
finnur kaospiloturin møguleikarnar
og loynistíggjarnar. Eitt sum tey
flestu minnast eina best úr kóv
boykykmyndunum, og serliga í
teknirøðini um stórskjúttan Lucky
Luke, er jarðarferðarmaðurin – the
undertaker - í svarta habittinum,
tilsýnilátandi
eyðmýktin
sjálv,
skræðuindignatiónin, við foldaðum
lógvum og svarta skegginum tvørt
ur um høkugjónna, sum kosmetiskt
kvalifiserar hann til eitt brot á
pornológina, og helst hevur hann
sjálvur framprovokerað duelluna –
deyðiligu hólmgonguna – sum aftur
einaferð hevur givið the funeral
director ein ella tveir kundar.
Produktión av kistum er tað næsta
vit menniskju eru komin perpetuum
mobile – ævinliga gonguverkinum -
ein framleiðsla sum ongantíð endar,
tað ræður bara um at fáa bíligu
rávøruna til høldar, so at alt ikki
endar sum hjá Daells Varehus.
Dagsaktuella málið er tjóðarflog
felagið Atlantsflog og tess lagna. Á
miðjari nátt kapituleraði øll tann
politiska skipanin – sum væntað
samgongan og eisini andstøðan –
fyri ætlanum jarðarferðarmansins
og kumpanum hansara. 31 tingfólk
høgdu ein trivaligan seym í kist
una, áðrenn farið verður undir at
taka niður næsta og annað klípið í
tjóðarvarðanum. Kaospiloturin er
stóri sigursharrin. Atkvøðugreiðslan
fer í ókomnum døgum at boða
eftirkomarum okkara frá tí totala
knæfallinum
fyri
Johan
Dahl,
náttina imillum teir báðar dagarnar
Eulaliu og Benignus, táið Mánin
annars stóð longstur frá Jørðini.
Atlantic Airways er ein føroysk
sólskinssøga. Tað er undrunarvert
hvussu starvsfólkið í felagnum upp
úr nýggjum hevur laðað hendan
skansan. Fleiri kappingarneytar
hava mist á stokkinum hesi árini,
og umsíðir dittaði ongin sær til at
fara upp ímóti hesum kastalinum
á flogleiðunum ímillum Føroyar
og umheimin. Fyri 6-7 árum síðani
ætlaði samgongan hjá Jóannesi
Eidesgaard at einskilja felagið. Vit
vóru ímóti at selja burturav al
menna ognarskapinum, men í alra
seinastu løtu eydnaðist tað at gera
eina politiska semju um at selja
triðingin av felagnum til privatar.
Skuldi størri partur seljast, mátti
Løgtingið konsulterast av nýggjum.
Hetta vistu teir sum keyptu í keyps
skálanum, tað forðaði teimum
kortini ikki í at síggja møguleikan
í keypinum. Ivaleyst hava teir eis
ini verið nøgdir, tí felagið hevur
síðani entré´ina á børsinum goldið
eigarunum 29,5 millónir krónur í
vinningsbýti.
Ikki fyrrenn politiski deskruk
tørurin Johan Dahl gerst høvuðs
partaeigari kemur kinkur í. Gamli
skipasmiðjustjórin á Gørðunum og
fyrrverandi fitnessoddvitin fer nú
undir at royna seg sum politiskan
vinnulívsmann. Eina náttina fyri
nøkrum árum síðani hóvaði hann
30 milliónir upp úr landskassanum
uppí tæguna hjá vinmonnunum í
Smyril Line, og nú var sjálvskapti
destabiliteturin og ruðulleikin vorðin
so stórur í og kring um Atlantsflog,
at privatu partaeigararnir máttu
burtur úr áhugasferuni fyri fyrst
komandi aðalfund felagsins, skuldi
alt ikki bresta í hondunum á kaos
pilotinum,
sum
higartil
hevur
stjórnað 2/3 av partabrøvunum, og
nevndarformanni hansara, sum
higartil í almennum samrøðum
hevur avdúkað seg sum eina
totala novisu, táið tað ræður um at
standa á odda fyri einum flogfelag.
Umráðandi var nú at lensa felagið
fyri allan tøkan kapital og meiri
enn tað, fyri at keypa sær frið fyri
sjálvskaptum ófriði.
Í 2007 var tað Løgtingið sum seldi
1/3 av partabrøvunum fyri slakar
90 milliónir krónur. Skuldi felagið
heilnationaliserast aftur var tað ikki
meira enn rímiligt, at landið og sami
kassi keypti hendan triðingin aftur,
sum privatu eigararnir onkursvegna
eru trýstir til at kíka søluna av
fyri 71 milliónir krónur. Johan
Dahl visti sjálvandi, at Løgtingið
aldri á ævini fór at játta honum 71
milliónir danskar krónur fyri at
káva útyvir sín egna kleyvarskap.
Tí var alternativið at tøma kassan
í felagnum, og hartil at leggja eina
nýggja lánsbyrðu omaná skuldina
í felagnum. Og er man fatalistur av
lyndi, so situr ein nú bara og vónar at
hendan novisan av einum donskum
stjóra onkursvegna hórar undan
við eini bussrutu á heimføðisásini
ímillum Keypmannahavn og Vágar.
Torpedo´in, sum nú er varpað inn
í kroppin á tjóðarflogfelagnum,
fer í ringasta føri at gera tað til ein
potentiellan kunda hjá the funeral
director, í hvussu er um durkdrivni
politiski vinnulívsmaðurin sleppur
at agera sum stjóri við tveimum
“hentum idiotum” sum toruveit.
Tað mest tragikomiska í øllum
málinum
er
kortini
sjáldsama
støðan, sum samfelagsins sjakalar
hava, eisini sum ráðgevar hjá jarð
arferðarkrambúðum. Sami advo
katurin, sum jarðarferðarmaðurin
ripaði á dyr fyri nøkrum árum síðani,
gongur nú við einum tjokkfullum
seympakka í reyvalummanum, sum
hjálpari og konsulentur hjá Dahls
Varehus. Stefan Zweig skrivaði ikki
“Kamæleónina” til fánýtis, týpan
gongur aftur og aftur – serliga í
advokatringinum.
Vinnupolitikkur er ongin. Eina
ferð stovnaði Johan Dahl heima
síðuna “Invest in the Faroes” –
www.invest.fo. Ferð skuldi koma á
føroyskt vinnulív við útlendskum
kapitali, men tað sum hendir í
flogmálinum man neyvan fara at
draga fleiri investorar til Føroya.
Slóðin er destabilisatión í tí verandi
og tí sum riggaði - onki annað.
Tað er heldur ongin vón at hóma
í løtuni annars. Tjóðveldi tykist
ikki at hava nakað mótspæl og
høvuðsmálið hjá Javnaðarflokk
inum á tingi er nú við politiskari
megi at seta úr gildi samtyktina hjá
Málráðnum um føroyska stavraðið.
Tað er tað.
Rullutrappurnar í Daells Varehus
steðgaðu fyri nøkrum árum síðani,
ímeðan
rullutrappurnar,
sum
mala í klingur í føroysku útgávuni
- Dahls Varehus – koyra upp og
niður so hvørt sum hugsjónarleysir
tingmenn úr øllum flokkum sleikja
fótum hansara Johan Dahls á kata
strofalu niðurbræðingarleið hans
ara.
Fær hendan kontrarevolutiónin
andvegis føroyskum áhugamálum
ongan enda?
tíðargrein
Tórbjørn Jacobsen
fyrrverandi landsstýris-
og løgtingmamður
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Dahls Varehus