hósdagur 13. februar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fimm ættarlið
Tvíburðarnir eru fimta ættarlið, Astrid Joensen, 90 ár
gjørdist olduromma, Sólrun Kruse, 65 ár, gjørdist lang
omma, Eyrun Kruse, 44 ár, gjørdist omma og Kristianna
í Kollsbyrgi, 23 ár, gjørdist mamma.
Føðingar
12. desember fingu Elisabeth Johansen, Hvalba, og Christopher
Craib, Tvøroyri, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 2138
gr. Á myndini situr stóribeiggin Aksel undir lítlabeiggjanum.
1. februar fingu Vár Haraldsen og Ari Ellingsgaard, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2870 gr.
28. januar fingu Beinta Ejdesgaard og Finnur av Reyni,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2980 gr.
22. januar fingu Arngerð Diana Hansen og Jan Joensen,
Argjum, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3480 gr.
Systkini eru Kristin, Jón Arni og Marjun Elisabeth.
Sunnumorgun 9. februar fingu Amanda Lamhauge Hansen
og Hans Jákup Hansen ein son. Hann vigaði 3570 gr og var
53 cm langur.
Týsmorgunin 17. desember fingu Kristianna í Kolls
byrgi og Finnur Justinussen tvíburðar á Lands
sjúkrahúsinum. Dóttur, sum vigaði 2885 gr og var 50 cm
long, og son, sum vigaði 2485 gr og var 47 cm langur.
Loksins verður tað! Fyri 21 ár
um síðani byrjaði samstarvið
millum Hanus G. Johansen
og Cantabile, tá ið tey eisini
vóru á konsertferð í Føroyum,
Danmark og Noregi. Pauli í
Sandagerði, sum eisini var upp
runin til gentukórið, stjórnaði
kórinum, og hann skrivaði kór
útsetingar til sjey kendar sangir
hjá Hanusi G. við hetta høvið.
Hóast nógv vatn er runnið
í áunum síðani 1993, so vóru
vinarbondini knýtt so sterk,
at ynskini og vónirnar um at
taka sangirnir upp, ongantíð
kódnaði. Eitt kvøldið hittust
nøkur teirra til prát og huga
rok, og tá varð avgjørt at hava
kærleiksyrkingar sum felags
nevnara í einari fløguútgávu.
Tað skuldi vera einfalt og
vakurt – tað góða huglagið skal
fáast fram, og tað skal hoyrast,
hvat yrkingin snýr seg um. Tað
er einfalt á tann hátt, at tað
verður djúpa og kensluborna
røddin hjá Hanusi, gittarin og
røddirnar hjá 17 kvinnum, sum
koma at skapa ljóðmyndirnar í
Pakkhúsinum.
Pauli í Sandagerði hevur
lagt nógvar varðar eftir seg í
føroyskum tónleiki. Í kórhøpi
hevur hann altíð lagt stóran
dent á at fáa ein serligan stem
ning fram í sínum tónleiki, og
hann brúkti nógva tíð til at fáa
genturnar at skilja, hvat tær
sungu um.
Genturnar, sum nú eru eitt
kvinnukór, vildu sjálvsagt hava
Paula at seta sín dám á verkið.
Pauli býr nú uttanlands, og
sangir vórðu tí sendir til Vejle,
har hann hevur gjørt kór til
4 sangir aftrat. Hóast kórút
setingarnar eru gjørdar í Dan
mark, so hava kvinnurnar, við
hjálp frá ljóðfílum, sum eru
sendar aftur til Føroya, vant
her heima.
Nú konsertin verður, kem
ur Pauli sjálvur heim at stjørna
kórinum undir upptøkunum.
Men tað er Benjamin Gaasedal,
sum sjálvur sang við gentu-
kórinum sum 10 ára gamal, ið
hevur vant við kórinum fram
til konsertina. Benjamin er
sjálvlærdur og syngur enn við
Cantabile, tá ið tað virkar sum
blandað kór.
Í kórinum eru 17 kvinnur.
Fleiri teirra eru kendir sang
arar
frá
ymiskum
ørðum
høpum. Nevnast kunnu eitt
nú Unn Paturson, Malan Eyð
unsdóttir, Eyð Berghamar og
Arina Bischoff, ið allar eisini
eru navnframir solistar, og
úr
Danmark
kemur
Gun
hild Andreasen at vera við
eftir nógv ár í útlegd. Men
tað er Hanus G. Johansen,
sum hesaferð er einsamallur
solistur, og kvinnurnar eru
í hesari útgávuni hansara
einasta ljóðmynd saman við
einsamalla gittaranum.
Konsertin kemur at vara
ein lítlan tíma. Kravið til val av
hølum var fyrst og fremst, at
tað skuldi vera hugnaligt fyri
at fáa rætta stemningin fram,
og samstundis skuldi tað hóska
til at gera upptøkur til fløguna.
Hesum
tekur
ljóðmaðurin
Jónas Block sær av, so sigast
má, at Hanus og kvinnurnar
eru í góðum hondum.
Kostnaðurin til konsertina
er 150 krónur, og atgongumerki
eru til keyps í Kunningarstovuni
í Havn. Pláss eru fyri 80 fólkum
til hvørja konsertina; tann fyrra
byrjar kl. 19 og tann seinna kl.
21. Fólk verða biðin um at vera í
góðari tíð, dyrnar verða læstar,
og tað er ikki møguligt at ganga
inn og út undir konsertunum.
Upptøkukonsert við Hanusi G. og Cantabile
Fríggjakvøldið 14. februar verður Múllers Pakkhús tann hugnaligi karmurin um konsert við Hanus G
og Cantabile. Konsertin verður samstundis tikin upp til serstaka fløgu, ið kemur út seinni í ár