Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19 Savnið miðfyrisitingina í Hoyvík At Eysturoyartunnilin nú eftir øllum at døma gerst veruleiki, eigur at fáa okkum at tillaga samfelagið eftir nýggja vegakervinum Høgni Reistrup Fjarstøðan millum bygdir og býir í Føroyum gerst alsamt styttri. Vit byggja vegakervið út, tí tað er grundarlagið und­ ir einum væl virkandi sam­ felagi. Fyrimunirnir eru eyð­ sýndir. So hví ikki gagn­nýta fyrimunirnar til fulnar? Hví ikki skipa okkum soleiðis, at vit fáa sum mest burturúr? Føroya størsta sam­ ferðslu­út­bygging stendur fyri framman. Eysturoyar­ tunn­ilin skal byggjast, tí land­ið skal knýtast betur sam­an. Verður uppskotið sam­tykt, er hetta eitt risa fram­stig fyri okkum øll. Men framstigið kann ger­ ast enn størri, um vit tillaga tað almenna eftir nýggja ferðslu­mynstrinum, tá tunn­ il­in letur upp. Og tað ger hann sambært Landsverki í seinnu helvt av 2019. Tá verð­ ur eftir ætlan koyrandi undir Tangafjørð. Tað fer at skapa vøkstur á nógvum mótum. Og eisini møguleikar fyri sparingum. Watch and learn Flest allar fyritøkur royna at savna deildir sínar í so fáar bygningar sum gjørligt, tí at fíggjarligir fyrimunir altíð standast av at miðsavna held­ ur enn at spjaða – serliga tá umræður umsitingarligt ar­ beiði. Her eigur tað almenna at hyggja og læra. Sum nú er, er fyrisitingin spjadd í alt ov nógvar ættir. Harvið eru eisini ov nógvar óneyðugar útreiðslur. Verður miðfyrisitingin savn­að í einum bygningi, gerst raksturin av tí al­menna bí­ligari. Tá kunnu starvs­fólk­ ini í aðalráðunum – og tey eru oman fyri 150 í tali - arbeiða og sam­starva undir somu lon. Arbeiðs­lagið verður høg­ ligari og ódýr­ari. Tað er einki at taka seg aft­ur í, at Hoyvíkin liggur stak væl fyri, hugsa vit um stað­seting. Verður fyrisitingin savn­ að í Hoyvíkini, styðjar hetta eisini upp undir, at fólk kunnu verða búsitandi í størri parti av landinum og ar­beiða í landsins umsiting. Av tí sama eigur landið eisini at hyggja at, hvussu aðrir almennir stovnar kunnu verða lagdir so nær nýggja vegamótinum sum gjør­ligt. Hetta er øllum samfelag­ num til gagns. Verður umsitingin samlað nær tunnilsmunnanum streym­oyar­megin, tálmar hetta eisini trýstið á vegirnar í Havnini. Ikki nógv. Men eitt vet. Fylgja haraftrat aðrir almennir stovnar í hølunum á miðfyrisitingini og finna seg til rættis í Hoyvíkini, fara enn færri bilar at brúka alt ov nógva tíð í bíðirøðum um morgnarnar og eftir arbeiðs­ tíð. Hetta merkir samstundis, at miðbýurin í Havn fær nýggjar møguleikar at menna seg í einum umhvørvi við færri skrivstovubygningum og fleiri íbúðum. Tað er eingin ivi um, at privata vinnulívið alt fyri eitt fer at gagnnýta møgu­ leikarnar og ovurstóru fyri­ munirnar, sum skjóta sam­ bandið millum Norð­oyggj­ar, Eysturoynna og høvuðss­ taðin ber við sær. Men tað al­menna má eisini fylgja við og skipa seg eftir nýggju for­ treytunum. Gott fyri búskapin Eysturoyartunnilin økir munandi um flytførið hjá bæði vanliga føroyinginum og smáum og stórum fyri­tøk­ um. Tunnilin sjóðar okkum betur saman, styttir dagligu farleiðina hjá fleiri túsund fólkum við nærum hálvum øðrum tíma og styrkir harvið bæði okkara kappingarføri, búskap og framleidni. Tá Eysturoyartunnilin er komin, kunnu fólk úr Norð­ oyggjum, Eysturoynni, Vág­ oynni og Streymoynni vera í Hoyvík eftir 45 minuttum – og í nógvum førum er koyri­tíðin styttri. Tá eru 36 minuttir úr Klaksvík til Hoy­víkar og 16 minuttir úr Runavík til Hoyvíkar. Hesir teinar taka við verandi vega­kervi ávikavist 68 og 64 minuttir. Hetta er ein øgilig sparing. Og harvið eisini ein øgiligur vinningur fyri samfelagið. Men vit eiga eisini at krevja, at tað almenna um­ skipar seg, tá vegakervið er fyri so stórum broytingum. Samfelagið má verða dagført Tað munna vera fá lond í heiminum, ið hava so gott vegakervi innanlands sum Føroyar, tá tær verða knýttar saman við undirsjóvartunli millum Streymoynna og Eyst­uroynna. Hetta sigi eg ikki fyri at rósa okkum sjálv­ um. Men tá vit byggja út land okkara so miðvíst, sum alt bendir á, at vit gera komandi árini, tá mugu øll onnur lið í samfelagnum fylgja við. Hvussu nógv land­ið fær burtur úr Eysturoyar­tunli­ num veldst um, hvussu væl vit fyrireika okkum til dagin, tá tunnilin letur upp. Landið skal elta slóðina hjá teimum privatu, ið longu leggja til rættis framtíðar virksemið eftir broyttum fortreytum. Tess betur vit fyrireika okk­ um til 2019, tess betri verður samfelag okkara fyri, tá tunn­ilin letur upp. Ynskja vit eitt væl rikið samfelag, er avgerandi neyð­ ugt at hyggja at, hvussu vit kunnu trimma almenna geir­an. Kunnu vit um somu tíð tvinna fólkið í landinum betur saman soleiðis, at so nógv sum gjørligt hava javn­ ari atgongd til arbeiðs­pláss hjá tí almenna, eru vit væl á veg. Tá hava vit dagført sam­ felagið til 2019 og nógv ár fram í tíðina. Gjøgnumskygni og opinleiki er styrki Andrass Skaalum Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna Sum Umboðsráðlimur í Ogn­ arfelag Tryggingar­takaranna, heilsi eg øllum kreftum væl­ komnum, ið veruliga vilja virka fyri menning, opinleika og dynamikki. Sjálvur eri eg ikki valevni í hesum umfarið. Kunning um íløgur Feløg, ið rekur tryggingar- ella bankavirksemi, skulu kunn­gera sínar roknskapir, sambært lóg um banka- og tryggingarvirksemi. Eigur felagið 5% ella meir av partapeninginum í øðr­ um felag, skal hetta upp­ lýsast í roknskapinum, hesir upplýsingar kann ein og hvør við áhuga, leita fram og kunna seg um. Roknskapirnir hjá TF Hold­ing eru tøkir á heima­ síðuni hjá Trygg­ingarfelag Føroya, tað er tí møguligt at kunna seg við nøvnini á teimum feløgum, har ognar­ parturin er 5% ella hægri (Sjá "Kapitalpartar í tilknýttum fyritøkum"). Roknskapirnir hjá eitt nú "TF Íløgur" og "TF Ognir", eru ikki tøkir á heimasíðuni, tað er ikki lógarkrav at hesir skulu kunngerast, men kundu gjarna verði lagdir út, sum kunning til ánararnar og Umboðsráðslimir. Sum nú er, er støðan tann, at um tú vil vita meira um hesar roknskapir, mást tú venda tær til skrásetingina, ella gjalda fyri at tekna hald á net­in­um, ið gevur atgongd til rokn­skapir. Tað er trupult at fylgja við, tá íløgur verða gjørdar í onnur íløgufeløg, sum aftur gera íløgur, og á tann hátt greina seg út til alt fleir ymisk feløg í Føroyum og uttan­lands. Her er tørvur er á betri kunning og gjøgnumskygni, fyri at finna samanhangin i slíkum íløgum. Nevnd og leiðsla í feløgum Ein annar spurningur er sam­anfall av persónum í teim ymsu nevndunum í sam­tak­inum. Her er umráðandi, at somu persónar ikki ganga ov nógv aftur í teim ymsu feløgunum, at byrgja fyri nepotismu, vina og kenningar politikki. Áhugi og hugflog hjá lags­ brøðrum og vinum, kunnu brádliga gerast tví­eggj­að svørð, ið avlagar skil­vísi í av­ gerð­um, har vági­ligar avgerð­ ir­nar í ring­asta føri kunnu hótta tilveru­grund­arlagið hjá feløgunum. TF Holding er ein stór­ ur leikari í Føroyska vinnu­ lívinum, sum við keypinum av EIK banka gjørdist mun­ andi størri, og er vorðin ein rættiligur tungvektari í Før­ oyska samfelagnum. Vit hava tíverri áður upp­ liva, at sterk feløg eru snáva, m.a. tí skipanir, manna­ gongdir og eftirlit í feløgum ikki hava virkað nóg væl, tá brúk hevur verið fyri at tær veruliga virka til fulnar. Í slíkum førum eru eyð­ kennini gjarna maktstríð og skuggaspæl, at virðingin fyri reglum og mannagongdum verður niðarlaga og at kunn­ ingin er avmarkað, mis­vís­ andi ella populistisk og inni­ haldsleys. Tað er umráðandi at skip­ anir og eftirlit alsamt eru sam­ansett á ein hátt, ið gevur best møguliga trygd fyri fram­haldandi og sunnum rakstri av samtakinum. Gjøgnumskygni og end­ ur­meting av skipanin við jøvnum millumbilum eru um­ ráðandi fyri eina dynamiska skipan og nøktandi eftirlit. Samfelagslig menning Ognarfelagið (TF Holding) og feløgini í samtakinum hava stóran leiklut og stóra ábyrgd í Føroyska samfelagnum. Við síni styrki og peninga­ ligu íløgum, er felagið við til at menna føroyska samfelagið og hevur møguleika at gera mun, har onnur ikki røkka. Umráðandi er at hava eitt rímiligt og opið samskifti, um hvar og hvussu samtakið best kann gera gagna við sín­um íløgum, og ikki minst, hvat samtakið skal halda seg frá, fyri ikki at gerast ein forðing fyri aðrar áhugaðar íleggjarar, ið ikki eru so stórir sum TF Holding. Avgerandi er hvussu hetta framhaldandi kann gerast á besta og tryggasta hátt, samstundis sum virð­ ing­in fyri peninginum hjá ánarunum er í hásæti. Okkum nýtist ikki altíð at verða samd um alt, avger­andi er tó, at vit hava eitt opið og konstruktivt orða­skifti um møguleikar, so vit eftir­ fylgjandi kunnu gera best møguligar niðurstøður. Umboðsráðið Umboðsráðið verður valt bein­leiðis av trygging­ar­ takarunum, sum vegna ogn­ ararnar velur nevndar­lim­ irnar í Ognar­felagnum (TF Holding), at hava leiðsluna í samtakinum, hesi mannað ella velja umboð í tær ymsu nevndirnar í samtakinum. Einstakar nevndir hava tó eisini umboð, ið verða vald av starvsfólkum í samtakinum. Umráðandi er, at felagi verður rikið skynsamt, at gjøg­numskygni er so gott sum gjørligt, og ikki minst at Umboðsráðið fær nøktandi kunning um øll viðurskifti í samtakinum. Bøtt samskiftið millum nevnd og Umboðsráð um stra­teg­iskar spurningar er ynski­ligt. Somuleiðis ein størri opin­leika beinleiðis til ánar­ arnar, ið eru allir trygg­ingar­ takararnir. Sum tryggingartakari og ánari, hevur tú møguleika at gera ávirkan tína gald­andi, við at brúka tín at­kvøðu­ rættin at velja limir í um­ boðsráðið. Takið væl ímóti áheit­an­ um frá valevnunum til um­ boðsráðið, tey skulu jú gera vart við seg og helst eisini kunna um hvørji mál, tey vilja virka fyri í Umboðsráðnum. Spyrji gjarna valevnini, um tey vilja verða við til at styrkja felagið við at betri um gjøgnumskygni og virka fyri at menna opinleikan í sam­takinum. Velur tú fólk inn, ið vilja virka fyri størri opinleika, gjøgnumskygni og dyna­ mikki, hevur tú gjørt títt til, at styrkja felagið á hesum øki. Gott Umboðsráðsval Tórshavn, tann 10. februar 2014