Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19 18 Sosialurin Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Eftirskúlauppihald Kann mann fáa stuðul til eitt eftir­skúla­ uppihald í Danmark? Svar: Ja, tó við ávísum treytum: Eftirskúlin søkir vegna næmingin/foreldrini um stuðul frá danska statinum. Næmingastuðulin verður roknaður eftir inn­tøkuni hjá húsarhaldinum tvey ár fyri skúla­byrjan. Inntøkugrundarlgaið minkar fyri hvørt barnið undir 18 ár, sum sambært fólka­yvir­litinum býr heima, tó undantikið barn­ið, sum skal á eftirskúla. Um foreldrini hjá barni­num er separerað ella ikki eru hjún, og tey eru skrásett á ymsum bústøðum sambært fólka­yvir­litinum og ikki hava sama bústað, tá skúlin byrjar, verður inntøkugrundarlagið hjá tí foreldrinum, sum barnið býr saman við (er skrá­sett hjá) ella seinast hevur búð saman við og inntøkan hjá møguligum maka hjá for­eldri­ num, brúkt. Serskúli er fyri orðblind og eisini er serskúli fyri børn við serligum tørvi. Umframt vanliga stuðulin frá statinum kann mann søkja um eyka stuðul. Skúlarnir fáa hvørt ár eina peningaupphædd frá stati­ num. Hendan peningaupphæddin er markað til at hjálpa foreldrum, sum ikki megna at fígg­ ja eitt eftirskúlauppihald. Um mann søkir um eyka stuðul, skal mann gera tað á tí eftirskúlanum, har barnið vænt­ andi fer at ganga. Tað er skúlin, ið ger av, hvør fær eyka stuðul og hvørja upphædd viðkomandi fær, sum hjálp at minka gjaldið, ið skal gjaldast fyri eftir­skúla­uppi­haldið. GG: Tað ber ikki til at søkja um SU (Statens Udd­annelsesstøtte) til eftirskúlauppihald. Hjá Studna (studni.fo) kann mann søkja um ferða­stuðul á góðar 3000 kr. í seinna hálvári av skúla­uppihaldinum. Um tú hevur fleiri spurningar, kanst tú senda ein teldupost til Efterskoleforeningen info@efterskoleforeningen.dk. Heimasíðan er: efterskole.dk - Tlf +45 33 12 86 80 Vinarliga Bjørg og Holger Stakgreinalesandi og sjálvlesandi Kunnu tit fortellja mær, hvat munurin er mill­ um at vera stakgreinalesandi og sjálv­lesandi? Hvussu skal eg søkja? Og nær skal eg søkja? Heilsan xxx Hey xxx Á miðnámsskúlunum í Føroyum ber tað til at vera stakgreinalesandi og at vera sjálvlesandi. Velur tú at vera stakgreinalesandi, skalt tú melda teg til á einum av miðnámsskúlunum í seinasta lagi 25.juni (um tú ætlar at byrja í august). Jú fyrr tú meldar teg til tess betri, tí eru holdini full, ber ikki til at vera upptikin. Sum stakgreinalesandi hevur tú møtiskyldu, og tú skalt lata allar kravdar uppgávur inn. Tú fert til próvtøku undir vanligum treytum. Velur tú at vera sjálvlesandi, luttekur tú ikki í undirvísing, men hevur rætt til tríggjar tímar av vegleiðing. Freistin at melda seg til er medium februar, um tú ynskir at fara til próvtøku á sumri sama ár. Tó er tað skilagott at melda seg til so skjótt sum møguligt aftaná summarfrítíðina, fyri at fáa lærara, pensum og kunna koma í gongd at lesa. Tú fert til próvtøku í fullum pensum. Um tú ynskir ein av hesum møguleikum, kanst tú seta teg í samband við ein lestrar­ vegleiðara á einum av miðnáms­skúlunum og fáa meira kunning. Vinarliga Holger og Bjørg Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2012-2016 sett fimm Nordplus skipanir í gongd. Við teimum er ætlað at økja um samstarv og mobili­tet innan útbúgvingarøkið. Ministeri­et for Forskning, Innovation og Videre­gående Uddannelser (www.fivu.dk) - hevur ábyrgdina av kunning og vegleiðing í Dan­mark. Í Føroyum kunnar og vegleiðir Al­tjóða Skrivstovan – www.setur.fo/ASK - um Nordplus. Ætlanin við Nordplus skipanunum er, at tær skulu styrkja norðurlendska-balt­ iska felagsskapin og samleikan við støði í søgu­ligu, mentanarligu og demokratisku felags­eyðkennunum hjá londunum. Skipan­irn­ar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum. Endamálið við Nordplus rammuskránni er at • menna dygd og nýskapan í út­búgv­ing­ ar­skipanunum við atliti at lívs­langari læring • stuðla, menna, gagnnýta og kunna um nýskapandi lærumøguleikar og arbeiðs­hættir í sambandi við út­búgv­ ing við skipaðum umbýti av royndum og góðari praksis • styrkja og menna norðurlendskt samstarv innan útbúgving og virka fyri stovnsetan av einum norður­ lendsk­um-baltiskum útbúgvingarøki • virka fyri norðurlendskum máli og mentan og sínámillum norður­lends­ kari-baltiskari mál- og mentan­ar­fatan Meiri um stuðulskipanirnar Nordplus Junior er ætlað lærarum og næmingum í fólkaskúlum, mið­náms­skúl­ um og innan yrkisútbúgvingarnar Nordplus Hægri Útbúgving er ætlað til at menna samstarv fyri lærarar og studen­tar innan hægri útbúgvingar í Norður­londum Nordplus Vaksin er ætlað at menna sam­starvið fyri fólksliga upplýsing og undir­vísing av vaksnum Nordplus Horisontal er ein tvør­ gangandi skipan. Verkætlanir, sum fara um vanligu bólkarnar og sektorarnar og verkætlanir, sum arbeiða við øðrum, nýggj­um, breiðari og meiri kompleksum mál­um kunnu fáa stuðul Nordplus Mál og Mentan er skipan, sum skal menna støðuna hjá teimum norður­lendsku málunum bæði millum norðan­londini og á altjóða stigi. 8 norðurlond + 3 baltalond Skipanin er galdandi fyri øll fimm Norðan­londini: Danmark, Finnland, Ís­ land, Noreg og Svøríki, umframt tey trý sjálvstýrandi økini, sum tað eitur á norður­lendskum ráðharramáli, Grønland, Før­oy­ar og Áland og sum nakað nýtt eru tey trý baltalondini, Estland, Lettland og Litava eisini við. Í Nordplus skipanini er vert at geva gæt­ur, at tey sjálvstýrandi økini verða roknað sum lond og at tey tí luttaka á jøvn­um føti við hini londini í skipanini. Nær er umsóknarfreist? Næsta vanliga umsóknarfreist er 3. mars 2014 á www.nordplusonline.org. Umsóknarfreist 3. mars 2014