Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sparigrísurin á Kongabrúnni Størsti pengakassin í landinum bara veksur og veksur. Endamálið við vøkstrinum er tó heldur ógreitt Jákup Mørk valevni til umboðsráðsvalið Tað er at fegnast um, at før­ oyski tryggingartakarin gjøg­ num árini hevur vunnið sær eitt sterkt og samhaldsfast tryggingarfelag. Eitt felag, sum er somikið sterkt, at tað tolir stór nos, um illa vil til, og sum eisini var sterki sam­ felagsbakkurin, tá Eik skuldi bjargast. Til hetta krevst ein stór eginogn, men ein spurningur er, um eginognin hjá sam­tak­ inum ikki er ríkiliga stór. Tað er mín sannføring, at enorma akkumuleringin av kapitali í Tryggingini má og skal uppat. Eginognin hjá sam­takinum er sambært sein­ asta hálvársroknskapi hálva­ triðju milliard – 2.500.000.000 krónur! -, og tá tosa vit ein solvens, sum er næstan hættis­liga langt omanfyri tað lógar­kravda. Ein solvens, sum kanska pyntar um sam­ felagsligu hagtølini, men sum kann vera beinleiðis sam­felagsskaðiligur, um hetta einvíst merkir eina akku­mu­ler­ing av pengum. Tá kann tað enda sum hjá Gíriki, sum ta einu ferðina kom í rasshaft, tí hann einsamallur átti allan pening í Dunnuvík, og onnur tá ikki kundu halda samfelagshjólunum mal­ andi. Eg sigi ikki, at Tryggingin ella Eik ikki skulu geva yvirskot, tí sjálvandi skulu tey tað. Men tá visjónin hjá felagnum er at skapa vøkstur og tryggleika í Føroyum, so kundi yvirskotssolvensur om­an fyri eitt ásett mark ver­ið nýttur til at fremja hesi enda­mál. Tryggingin hevur til dømis ríkiligt av pondus til veruliga at vera ein stuðul/viðspælari hjá innovatións-vinnum og íverk­setarum. Og slíkar eru í longdini altavgerandi fyri einum burðardyggum før­oyskum vinnulívi. Talan skal her verið um kapital, sum er væl meira váðafúsur enn tað, sum fíggjargeirin annars bjóðar, og sum ikki neyðturvuliga verður veittur við beinleiðis avkasti sum fremsta máli. Annar máti kundi verið at fingið framt nakrar stórar m e nta n a r ve rk æ t l a n i r. Ímynd­ið tykkum ein grunn, sum hevði styrki til at liðugt­ gera stórslignu verkætlanina við Áir. Sum kundi fíggja eina veru­liga filmsverkætlan, ella kanska talgilt gomlu før­oysku blaðsøvnini, sum síð­ani kundu verið nýtt í gransk­ingum av ymsum slag. Ein grunn, sum í nógvar mátar kundi lyft føroyska list og mentan stór fet framá. Tá tað er sagt, so er neyð­ ugt, at ein slíkur grunnur verð­ur skipaður á rætta hátt. Kapitaltilgongdin má vera skipað, so neyðugi solvens­ urin hjá Trygg­ingarfelagnum ongantíð kann koma í vanda. Skilafólk skulu setast at stýra grunninum, og hesin eigur at virka í fullkomnum gjøgnumskygni, har ein og hvør áhugaður til eina og hvørja tíð kann síggja, hvat pengar fara til. Í álvarsomum skemti slepst ikki undan at hugsa um orðini, sum ein tann fremsti yrkjari okkara stóð fadd­ur at til eina kabarett um ólav­søku­mundið miðskeiðis í 70’unum: ”Vit veksla kekkar, meðan kassin smekkar og signa virðisbrøvini Vit nærkast himni, meðan rentan hækkar og enda har í sæluni.” Tað kann væl vera, at sang­ urin var ætlaður at prika onn­ur enn tey, sum í dag manna nevnd og leiðslu í Tryggingarfelagnum. Men fyri tað eru reglurnar fram­ vegis serstakliga beinraknar. Tryggingarfelagið Føroyar – Umboðsráðsvalið Jonhard Eliasen Eri uppstillaður til um­boðs­ ráðsvalið, sum nú fer fram. Mál, ið eg meti hava stóran týdning, og sum eg vildi ynskt at Umboðsráðið tók upp til viðgerðar í komandi tíðum, eru: 1. Fastognarfígging: Láns­ kostnaðurin eigur at verða kappingarførur við kostnaðin í Danmark. 2. Greiður skilnaður má skip­ast millum ymsu virk­ is­økini í TF-sam­tak­inum. --- Kundin eigur TF og harvið røð av fyritøkum í samtakinum, sum takast við trygging, røkt av eftirlønaruppsparing, banka­virksemi og ‘corporate finance’. Sum kundi og eigari havi eg áhuga í lágum og rímil­ igum kostnaði í sam­bandi við t.d. tryggingar, lán og bankatænastur. Havi ikki grundir til at fegnast um stór yvirskot hjá samtakinum, tí hetta er tekin um, at í so ríki­ ligt verður goldið av okkum kundum til felagið. Ella at innlánarin fær í minna lagi fyri uppsparing sína. Hinvegin hava vit kund­ ar samstundis áhuga í, at feløgini í samtakinum bera seg, og at tey hava kapital­ grundarlag, sum krevst fyri at standa í móti tapi við, tá ið illa vil til. Ein rímiligari javnvág má fáast í lag millum tað, ið krevst til mótstøðuføri og árligt avkast. Kappingarfør fastognarfígging Leiðslurnar í peningastovn­ um okkara hava í fleiri um­ førum ført fram, at føroyski fíggjarmarknaðurin er sam­ anrunnin við tann danska. Hetta kann m.a. sigast um tøkniliga undirstøðukervið. Serliga eftir at peninga­stovn­ ar okkara fluttu KT-skipanir sínar úr Føroyum til danska fyritøku at reka. Í øðrum førum er torført at síggja, at føroyska fíggjarkervið er samanrunnið við tað danska. Greitt dømi um hetta er kost­ naðurin av fast­ognar­fígg­ing. Vanligt sethúsalán frá Eik við panti í ogn innanfyri 80%’s virði verður renta við meiri enn 4% árliga (ÁKP). Hetta svarar til meira enn tvífaldaðan kostnað, sum danskir lántakarar rinda í rentu og ‘bidragi’ fyri real­kredittlán við eitt ára rentu­skeiði. Afturat hes­ um kemur, at føroysku pen­ inga­stovnarnir við vanligu set­húsalánum sínum til eina og hvørja tíð kunnu broyta rentutreytirnar. Talan er dag-til-dag rentu. Stytsta rentuskeiðið í Dan­ mark í sambandi við real­ kredittfígging er 1 ár. Tilsvarandi meirkostn­ aður ger seg galdandi í sam­ bandi við virkis­bygn­ingar. Hetta er í øllum førum mín fatan út frá tí, eg havi fingið kunn­ing um frá ymsum fyri­ tøkum. Stóri meirkostnaðurin hjá føroyska lántakaranum í mun til tann danska er ikki nýtt fyribrygdi. Hetta hevur verið skilið í áratíggju. ‘Bidragið’, sum Eik tekur frá kundum sínum í sambandi við realkreditfígging er eisini munandi hægri í Føroyum enn í Danmark. Hetta gjald­ ið tykist vera alt ov høgt í mun til tað, ið krevst til um­ sitingina av hesum lánum og til tað, ið stendst av tapum. Tað átti at verið greitt mál hjá TF-samtakinum og EIK, at fíggingarviðurskiftini í Føroyum vóru kappingarfør við tey í Danmark. Greiðari skilnaður millum ymsu virkisøkini í TF- samtakinum Virkisøkini í TF-samtakinum eru skipað í ymsar løg­frøði­ ligar eindir. Alt gott um hetta. Men dømi eru um, at per­ sónar ganga aftur í leiðslu og nevnd hjá fleiri av hesum feløgum. Hetta kann vera óheppið. Er tað nakað, lond hava lært av fíggjarkreppuni, sum nú hevur herjað, so er tað at tryggjað greið skott mill­um ymsu virkisøkini hjá fíggjar­fyritøkum. Eisini at ansa eftir, at persónar ikki koma í tvístøðu, við at teir luttaka í stjórn og nevnd hjá ymsum dóttirfeløgum hjá fíggjarligum holding-felag. Hendan læran er eisini viðkomandi her hjá okkum. Dømi um hetta er sambandið millum Eik-grunnin, sum nú er farin í søguna, og Eik- bankan. Tilsvarandi dømi finnast eisini í Danmark, har long røð av rættarmálum seinastu tíðina eru farin fram, og sum m.a. snúgva seg um manning av leiðslu í sparikassagrunnum við til­ knýti til peningastovn. Forvitnis­ligur fundur í Norður­landa­húsinum Zakarias Wang Týskvøldið 11. febr­u­ar var fundur í Norð­ur­land­a­hús­u­ num. Røðari var Bård Frydelund, norskur søgu­ maður. Hann um­røddi hend­ ing­ar­nar fyri 200 árum síð­ani í sam­bandi við frið­ar­sátt­ málan millum Danmark og Svør­íki í Kiel. Tað merkisverda var, at norski søgumaðurin hevði eina heilt aðra áskoðan um hend­ing­ar­nar tá enn ta, sum dansk­ir søgumenn bera fram. Hann segði nevnliga utt­ an himpr, at tað sum tá hendi var at Noregs ríki varð deilt í tvinnar lutir. Annar fór sam­ an við Svøríki, hin parturin, Grønland, Føroyar og Ís­ land, helt fram við at vera sam­an við Danmørk. Danskir søgumenn føra sum kunnugt nakað heilt ann­að fram. Teir siga, at oyggjarnar í Norð­ur­høvum als ikki hoyrdu til Noregs ríki, men vóru felags ogn hjá Noreg og Danmørk. Einki er í søguligu keld­ u­num sum stuðlar danska upp­á­hald­ið. Hetta er nakað, sum teir hava funnið uppá av tí at teir eru hart sperdir av Grøn­landi og Føroyum, sum hava alt ov gott um at halda um so er, at tað kem­ ur til skarpskeringar mill­um okkum og Danmørk.