hósdagur 13. februar 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Um Menningardepilin
Virksemið í Menningardeplinum verður skipað sum eitt tvørfakligt samstarv millum teir ymisku fakbólkarnar, har dentur
verður lagdur á at menna og stuðla borgaranum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt.
Mennningardepilin kemur yvirhøvur at verða merktur av, at arbeitt verður í tvørfakligum toymum, har eisini nýggj vitan
um arbeiðshættir og tøkni verða inndrigin.
Mennningardepilin fer at ganga undan við at menna fyriskipanir í Almannaverkinum, sum kunnu stuðla málinum, um at
borgarin kann fáa eitt so sjálvstøðugt lív, sum til ber.
Fleiri fakbólkar fara at virka fyri at náa hetta mál, so sum sosialráðgevar, námsfrøðingar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktar-
frøðingar, ergo- og fysioterapeutar, skrivarar, tøkningar og goymslufólk.
Uppgávur á Menningardepilinum
• Við støði í tvørfakligum arbeiði verður tú
við at menna háttalag og virkisætlanir,
soleiðis at arbeiðast kann miðvíst móti,
at borgarin fær eitt sjálvstøðugt og virkið
arbeiðs- og heimalív
• Tænastur, veitingar og hjálpartól til
borgarar, ið bera brek og til familjur, ið
hava børn, ið bera brek
• Veita arbeiðsmarknaðartilboð til
borgarar, ið eru tarnaðir í mun til
arbeiðsmarknaðin
• Tilmæla til fyritíðarpensjón
• Visitatión av borgarum, ið hava tørv á
stuðuli, búplássi, umlætting, viðgerðar-
og virkistilboðum hjá Trivnaðardeplinum
• Greina tørvin á tænastum og menna
nýggjar fyriskipanir.
Førleiki
• Útbúgving sum sosialráðgevi, ella
líknandi útbúgving
• Tú kennir týdningin av, at borgarin verður
møttur har hann er skiltur og hjálptur
• Tú ert tænastusinnaður og vilt virka fyri,
at borgarin verður settur í miðdepilin,
soleiðis at møti við Almannaverkið verður
einfalt fyri borgaran
• Tú hevur hug og evni til at arbeiða
tvørtur um fak
• Tær dámar væl beinleiðis samband við
borgaran
• Tú hevur viðkomandi starvsroyndir og
breiða vitan innan sosialfakligt arbeiði
• Tú hevur viðkomandi kunnleika til
almennar myndugleikar og samstarvs-
felagar hjá Almannaverkinum
• Tú hevur fyrisitingarligar royndir
og dugir at orða teg í skrift
og talu.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið er flokkað í 6. lønarflokki í sátt-
mála millum Starvsmannafelagið og
Fíggjarmálaráðið.
Talan er um fast starv.
Starvið kann setast kring landið.
Menningardepilin er ein nýggjur depil,
har ein bygnaðarlig- og hugburðs-
broyting verður framd í løtuni og tí má
tann sum verður settur, tola ávísar
broytingar í starvs innihaldið.
Nærri upplýsing
Nærri upplýsingar um størvini fáast við
at venda sær til Hallur Thomsen,
depilsstjóra ella Berit Unn Petersen,
deildarleiðara
telefon 360000.
Umsóknir
Sendið umsókn við avriti av prógvum, CV
v.m. við telduposti til starv@av.fo,
ella sum bræv til:
Almannaverkið,
Smyrilsvegur 20
Postsmoga 3096,
110 Tórshavn
Vinaliga merkið brævbjálvan "Starv
Menningardepilin”.
Freist
Freist at senda umsókn inn er
fríggjadagin 28. feb. 2014,
kl. 12.
Sosialráðgevi í Tórshavn / Klaksvík
til Menningardepilin
k r e a
eblaðið
sos.fo