Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tekniskur leiðari til Magn Magn sóknast eftir tekniskum leiðara Um Magn Magn tryggjar orku til Føroyar og føroy­ ingar. Høvuðsskrivstova okkara er í Havn og deildar skrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri. 11 service støðir bera Magn navnið. Vit hava goymslur í Klaksvík og í Havn, og mált uppá sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. Tilsamans eru vit 155 starvsfólk. Sí annars www.magn.fo. Vit bjóða: Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini av Føroya størstu fyritøkum. Upp­ gávurnar eru fjølbroyttar og umfata alt frá leiðslu­ og menningaruppgávum til tekniskt viðlíkahald. Stórur dentur verður lagdur á væl skipað fyribyrgjandi viðlíkahald og framhaldandi tekniska menning av Magn. Her er vítt til veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað er avgerandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl. Av hesi orsøk fært tú kappingarføra løn, góðan stuðul og alla neyðuga upplæring og endurút­ búgving. Uppgávur í stuttum: • Tekniska ábyrgd av øllum rakstrar­ gøgnum felagsins • Daglig leiðsla av teknisku deild hjá Magn • Verkætlanarleiðsla • Tekniskt arbeiði annars Vit vænta: • At tú hevur maskinmeistaraprógv ella líknandi útbúgving • At tú hevur leiðsluroyndir • At tú er væl skipað/ur tá tú arbeiðir • At tú ert fitt/ur í hondunum • At tú hevur áræði, ert røkin og dugur væl at arbeiða sjálvstøðugt Okkara virði eru: • Kundin í fokus • Vitan og førleiki leingi livið • Skjótt er gott • Gleði gevur megi Hevur tú spurningar, vinarliga vend tær til Kára Sigvardsen, rakstrarleiðara, á telefon 237430 ella á kari@magn.fo Umsóknir skulu sendast til kari@magn.fo innan 25. februar kl. 15.00