hósdagur 13. februar 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur flogbóltur steypafinala kvinnur
Hilmar Jan Hansen
Síðstu trý árini hevur steypa
finalan hjá kvinnunum verið
mestsum ein endurtøka av
sær sjálvari, tí hvørt ár hava
finaluliðini verið Mjølnir og
SÍ, og Mjølnir hevur vunnið. Í
ár er Mjølnir aftur í finaluni,
men í mun til hini árini,
er mótstøðuliðið hesaferð
Fleyr.
Av øllum feløgunum hjá
kvinnum er Mjølnir tað við
nógv størstu royndunum
og nógv flestu sigrunum.
Mjølnir hevur sjey ferðir
áður verið í steypafinaluni,
og bara ta einu ferðina er tað
ikki endað við, at Mjølnir er
blivið steypavinnari.
Mjølnir vann í 2000 og
2001, men tapti so fyri TB í
2002, og síðani hava klaks
víkskvinnurnar
vunnið
í
2005 á TB og so hesi síðstu
trý árini á SÍ. Við øðrum
orðum ber ikki til at stað
festa annað, enn at Mjølnir
má sigast at vera stórfavo
rittur hesaferð.
Bara aðru ferð
Hagtølini hjá Fleyr eru slett
ikki tey somu, tí kvinnurnar
úr Havn hava bara ta einu
ferðina áður verið í steypa
finaluni. Tað var í 2009, tá
Fleyr mátti lúta fyri SÍ í
einum dysti, har fjórða sett
gekk heilt upp í 30-28!
Hinvegin er tað ikki púra
fremmant fyri Fleyr at spæla
stórar og avgerandi finalur
ímóti Mjølni, tí bæði í 2012
og 2011, tá Fleyr endaði ovast
í grundspælinum, møttust
hesi bæði liðini í FM-final
unum. Báðar ferðir vann
Mjølnir, sum altso hevur eitt
ávíst søguligt yvirtak á Fleyr.
Mjølnir er hesaferð komið
í steypafinaluna sum oddalið
eftir fyrsta triðingin av
landskappingini í Eikliguni,
meðan Fleyr og Dráttur
vunnu hvør sína av smærru
steypakappingunum og tí
máttu spæla hálvfinalu á
Sandi, áðrenn greitt var, at
Fleyr fekk hin steypafinalu
sessin.
Steypafinalan hjá kvinnum
verður leygardagin
15. februar klokkan 13.30
hilmarjan@sosialurin.fo
Tað er sum dagur og nátt, tá hagtølini hjá liðunum
í steypafinaluni hjá kvinnum verða samanborin, tí
meðan Fleyr bara ta einu ferðina áður hevur verið
í finaluni, er hetta áttanda finalan hjá Mjølni
Mjølnir er
stórfavorittur
Mynd: Álvur Haraldsen
Mjølnir hevur bæði søgu og hagtøl í sínum parti ímóti Fleyr, men í eini finalu kann alt
henda, so spennandi verður, hvussu tað endar millum tey bæði bestu kvinnuliðini í løtuni