Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur flogbóltur steypafinala menn Hilmar Jan Hansen Tað eru tvey av teimum allar­ royndastu steypa­liðunum í før­oyskum flogbólti, sum hitt­ast í finaluni hesaferð, tá ÍF og SÍ bresta saman. Finalan er tann tíggjunda hjá sør­vingum og tann níggjunda hjá fuglfirðingum, so nú spyrst, um SÍ javnar í vunn­um finalum ella um ÍF økir um munin í so máta. Liðini møttust eisini í fjør, tá ÍF vann 3-2, og finalan hesa­ferð verður tann sætta millum hesi bæði liðini. Hagtølini siga, at ÍF vunnið tær fýra og SÍ ta einu. ÍF er mest vinnandi felagið í steypakappingunum, og fugl­firðingar hava vunnið final­una seks ferðir, men SÍ dugir so sanniliga eisini at spæla steypafinalu, tí sør­ ving­ar hava lyft steyp­inum fimm ferðir. Síðsti kjansur Í landskappingini hevur ÍF eisini verið á odda allan vetur, so tað má í sjálvum sær geva ein lítlan favorittleiklut, og ÍF hevur eisini sæð út til at havt munin á hinum lið­ unum í Eikliguni hjá monn­ um. Hinvegin hevur SÍ stríðst fyri at fylgt við og verið við í kappingini um at sleppa í FM-finalurnar, sum óivað verða ímóti ÍF, men á stiga­talvuni er SÍ í løtuni fimm stig aftan fyri Fleyr, sum er nummar tvey. Meðan tað hjá ÍF sær út til, at steypafinalan er minst ein av tveimum møgu­ leikum at vinna gull, skal SÍ helst sláa til nú, skal nakar vinningur fáast burtur úr hesum kappingarárinum, sum ikki hevur verið millum tey bestu í Sørvági. ÍF vann í heyst Fleyr- kapp­ingina og fyrsta parta­ brævið í steypafinaluni, men tryggjaði sær so pláss í henni, við at vera oddalið eftir fyrsta triðingin av Eikliguni. SÍ er við sum vinnari av Mjølnir-kappingini. Steypafinalan hjá monnum verður leygardagin 15. februar klokkan 15.30 hilmarjan@sosialurin.fo Fuglfirðingar hava verið oddalið alt kappingarárið og tykjast eisini vera eitt vet sterkari enn øll hini, men spurningurin er so, um drúgvu steyparoyndirnar hjá SÍ kunnu koma til góðar í finaluni hesaferð Tað mesta peikar á ÍF Mynd: Álvur Haraldsen ÍF hevur fýra ferðir áður vunnið á SÍ í steypafinaluni, har SÍ bara eina ferð hevur havt munin á ÍF. Men bæði lið hava drúgvar steyparoyndir, so kanska tær koma at vera avgerandi fyri, hvør vinnur