Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jákup Mørk Hjá monnunum var tað næstan ein staðfesting fyri ein­um mánaði síðani, at FM- finalan skuldi standa millum VÍF og KÍF. Men tað er so als ikki nøkur sjálvfylgja longur. Vest­menn­ingar eru í einum aldudali í løtuni, og miku­ kvøldið gjørdu Neista-menn sítt til, at VÍF enn ikki hevur funnið aldukambin aftur. Neistin var grammari lið­ ið gjøgnum allan fyrra hálv­ leik, og tó at ferðin ikki var tann heilt nógva, so megn­ aðu gestirnir at leypa avstað sein­astu løtuna undan steðginum. Seinna hálva tíman vóru tað støðugt vertirnir, sum trýstu fyri at minka um munin. Tað gjørdist al­samt tættari, men teir komu ongan tíð heilt upp á javnt. Og tá toppskjúttin og verju­ kemp­an, Sámal Joensen, fekk sína triðu útvísing og har­við reytt kort, var hetta eis­ini byrjanin til endan hjá VÍF. Enn heldur VÍF fast um annaðplássið á stigatalvuni, men nú eru StÍF og H71 av álvara farin at bjóða av. Og ikki so langt frá teim­um er Kyndil, sum við steypa­ sigr­inum vísti, at teir eisini kunnu gera seg galdandi móti teimum bestu. Hjá VÍF er stóri spurning­ urin, hvussu liðið aftur skal fáa spælið á beint. Tað var dyggur smeitur, at Áki Egilsnes breyt beinið. At styrkja um hópin hava teir keypt Zarko úr Team Klaks­ vík, men hann er ikki tøkur enn, og tað er ikki víst, at ein nýggjur spælari fellur til á liðnum alt fyri eitt. Hetta seinasta er tó næstan eitt krav, tí vest­ menn­ingar hava ikki tol at bíða eitt heilt hondbóltsvár, áðrenn liðið aftur rakar røttu taktir­nar. Næsti dysturin er á útivølli móti StÍF, og tað kann lættliga verða upp­ gerð­in, sum í seinasta enda ger av, hvør fær pláss í FM- final­uni. H71 vaknaði Í Klaksvík vitjaði H71 hjá Team Klaksvík. Her tók tað sína tíð, áðrenn gestirnir vakn­aðu, og eina løtu lúrdi ein óvæntaður heimasigur. Men tað var bert eina løtu. Hoyvíkingar vaknaðu, og við at vinna seinastu 40 min­uttirnar ikki minni enn 24-10, sópaðu teir allan iva um útfallið til viks. Jákup Mørk Bara fýra dagar eftir vón­ brotið í steypafinaluni skuldu Neista-kvinnurnar aftur í eldin til avgerandi dyst. Hesa ferð var talan um dyst, ið hevði ovurstóran týdn­ing fyri vónirnar hjá teimum bláu fyri at røkka finalu­pláss­inum í Elektron- deildini. Her hevur Neistin alt árið runnið aftan á Kyndli og VÍF, og tað gjørdu tær bók­ staviliga eisini í Vestmanna. Talan va rum dyst, sum sveiggjaði sera nógv. Lið­ini skiftust um at skjóta nógv mál á rað, og tí hevði javn­ vágin hug at koppa fyrst anna vegin og so hin gjøgn­ um allan fyrra hálvleik. Eitt skifti skeyt Neistin fimm mál á rað, og tóktist veru­liga at fáa takið á dyst­ inum, men eitt time-out frá VÍF-beinkinum munaði væl. Tað eydnaðist teimum nú at fáa Liljuna Djurhuus við í spælið, heldur enn einvíst at pressa upp gjøgnum 2XDurita, og tað eydnaðist somikið væl, at Neistin valdi at mansverja Liljuna sein­astu 35 minuttirnar av dystinum. Eftir steðgin var tað VÍF, sum hevði takið og trýstið. Marana Lucic hevði hópin av framúr bjargingum, og hon gjørdi sítt til at halda Neist­anum í dystinum. Eitt skifti togaðu tær bláu seg eis­ini framum, men tað lá líka­sum í luftini, at sigurin skuldi fella til heimaliðið. Partvíst hekk alt ov nógv á Neistaliðnum á herunum hjá Jacklin Durhuus, og partvíst tóktist steypafinalan eis­ini framvegis at sita í bein­unum hjá Neistanum. Tær megn­ aðu sjáldan at fáa nóg nógva ferð á spælið, og tí megnaðu tær heldur ikki at gera sær dælt av yvirtalsstøðum. Hetta seinasta dugdi VÍF munandi betur, og tað var eisini hetta, sum avgjørdi dyst­in. Neistin hevði støðug hildið stutta frástøðu, men tá tær fingu tvær út­vís­ing­ar á rað seinastu seks min­uttir­ nar, skryktu tær á heima­ lið­num seg heilt leysar, og so kundu tær fegnast um, at tær høvdu rist bláu hóttan­ ina av sær. Einasta skeinan í lakk­ inum mundi vera, at Durita Ljósstein beklaði, tá bert fá sekund vóru eftir, og so er spurningurin, um talan er um skaða, sum heldur henni úti í fleiri dystir, ella um nakrir dagar við hvíld er nóg mikið. jakup@sosialurin.fo Hondbóltur Elektron deildin støðan nr. Lið Dystir vunni javnt tapt + mál - mál Munur Stig 1 VÍF 12 10 0 2 347 279 68 20 2 Kyndil 12 8 3 1 273 214 59 19 3 Neistin 12 5 3 4 290 276 14 13 4 VB 12 5 2 5 308 301 7 12 5 StÍF 11 2 1 8 230 304 -74 5 6 Stjørnan 12 1 1 10 248 322 -74 3 Atlantic Airways deildin støðan nr. Lið Dystir vunni javnt tapt + mál - mál Munur Stig 1 KÍF 14 11 0 3 413 337 76 22 2 VÍF 15 9 0 6 458 410 48 18 3 H71 15 7 2 6 404 386 18 16 4 StÍF 14 8 0 6 383 386 -3 16 5 Kyndil 13 5 2 6 337 348 -11 12 6 Neistin 14 5 2 7 364 394 -30 12 7 Klaksvík 15 2 0 13 389 487 -98 4 VÍF finaluklárar Vestmenningar missa takið Matematiskt kann Neistin framvegis røkka FM-finaluni, men alt bendir nú á, at tað verða Kyndil og VÍF, sum skulu stríðast um gullið Endaspurturin um pláss í FM-finaluni móti KÍF er púrasta opin, eftir at Neistin púrasta óvæntað vann í Vestmanna VÍF - Neistin 28-24 (13-12) 10 min: 5-4 20 min: 9-9 40 min: 18-16 50 min: 21-21 VÍF: Durita Ljósstein 7, Durita Christopersen 5, Tóra Seloy 4(1), Liljan Djurhuus 4, Eilin Hansen , Agnas Olsen 3, Daniella Joensen 2 Neistin: Jacklin Durhuus 9(2), Eir Berg 4, Bára Hansen 4, Nicoleta R. Hansen , Birita Jacobsen 1, Birita Wardum 1, Eyðvør á Dunga 1, Rakul Augustinussen 1 Brotskøst: VÍF 2/1, Neistin 4/3 Útvísingar: VÍF 4, Neistin 3 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Gert Hansen VÍF - Neistin 24-27 (11-15) 10 min: 3-4 20 min: 7-9 40 min: 17-20 50 min: 22-24 VÍF: Sámal Joensen 7(1), Filip Jojic 4, Agnar Joensen 3, Mads Eriksen 3, Joen P. Høgnesen 2, Hanus Christophersen 2, Julian Olsen 1, Bjarni Djurhuus 1, Sámal J. Djurhuus 1 Neistin: Jugoslav Djumic 9(3), Herbjørn Lava 6, Terji Mørk 5, Teitur Magnusson 3, Blagoje Buha 2(2), Aleks Buha 1, Hjalti í Jákupsstovu 1 Brotskøst: VÍF 3/1, Neistin 5/5 Útvísingar: VÍF 5, Neistin 3 Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir) Dómarar: Eyðun Samuelsen & Gert Hansen Team Klaksvík - H71 24-33 (15-15) 10 min: 7-3 20 min: 14-9 40 min: 16-22 50 min: 19-27 Team Klaksvík: Dusko Petrusic 9(2), Sámal á Tjaldrafløtti 5(1), Andras Ellingsgaard 4, Jens Pauli Mohr 3, Beinir Johansen 2, Otto Jacobsen 1 H71: Bogi G. Davidsen 8, Bogdan Florea 5(1), Jónas Djurhuus 4(1), Esbern Patursson , Hallur Biskupstø 3, Birgir Poulsen 2, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø 1, Djóni Højgaard 1 Brotskøst: Team Klaksvík 5/3, H71 3/2 Útvísingar: Team Klaksvík 2, H71 4 Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg Mynd: Álvur Haraldsen Atlantic Airways-deildin Dagur kl. Dystur 13.02 20.00 Kyndil - StÍF 15.02 18.00 Team Klaksvík - Neistin 16.02 16.00 StÍF - VÍF 16.02 16.00 KÍF - Kyndil Elektron-deildin 13.02 18.30 Kyndil - StÍF 16.02 14.30 StÍF - VÍF 16.02 15.00 Stjørnan - Kyndil 16.02 15.00 VB - Neistin Komandi dystir: