hósdagur 13. februar 2014síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 19 · 14. februar 2014
15
VIKUSKIFTI
til bátin. Og nú brestir hann á
við herviligum kavaroki. Ringt
strekki var at fara av Havnini
inn á Nes, men ilt var at
steðgað, tí eg hevði keypt
bæði eitt og annað fyri
prestafólkini. Og vit fóru.
Væl bar til um Hólmin,
men hiðani frá var ikki
klárt, landsynningur
eystan, og eingin var
kumpassin. Ein var á
bátinum, sum so fegin
vildi stýra. Hann segði seg
betri kunna kenna vindin á
andlitið, vit vildu hava hann
í nakkan. Men nú verða tríggjar
árar í tí eina borðinum og bert
tvær í hinum. Vit róðu leingi. Eg sat
frammarlaga á toftubekki. Knappliga síggi eg
brot frammanfyri, nú eru tað Flesjarnar sum
koma undan, og vit kundu ikki raka Eystnes.
Ætlanin var at hava vindin í nakkan. Ein
gamal maður rópar nú: »Vendið í hast!«
Aftur á óslættan sjógv. Tá sigur gamli
maðurin: »Hoyr tú. Lítli mín, kanst tú siga
mær, hvussu báturin skal venda?« Eg svaraði:
»Ja, um tit atlíða míni ráð, so skal eg siga
tykkum«. Og tað varð gjørt. Vit nærkaðust
nú móti Líðini heiman fyri Eystnes, sjógvurin
var nú stillur, og báturin gongur fyri fullari
ferð. Tá heldur hin gamli fyri: »Onkuntíð fer
tú at duga at flóta á vatninum!«
Vit koma til Nes í øllum góðum, og har
vóru øll fólkini uppi. Morgunin eftir fór eg at
vita, um alt var í leypinum, sum skuldi vera.
»Ja«, sigur frúan, »her er ikke meget borte,
saa alt er i den fineste Orden.«
Á Krossmessu 2. mai fór eg av Nesi aftur
til á Miðgerði.
Seinna koma Sámali var Paulina Regina
f. 1854, ið eisini var kend og gitin fyri sína
reiðiligu ferð í allar mátar.
Best man vera sum er
Hann ið hevði hesa samrøðu við Sámal er
bert skrivaður J.D.J. í Dimmalætting. Hann
hevur okkurt ískoyti, og skulu
vera endurgivin nøkur brot:
Í 43 ár hevur hesin gamli
maður verið bóndi á Kjalnesi.
Umframt at hava røktað sítt
bóndastarv á so frálíkan
hátt, sum hugsast kann,
hevur hann í 75 ár verið
handilsmaður, fyrst á
Tanganum (somu hús sum
Marius Thomsen keypti)
síðan úti á Kjalnesi. At
Sámal soleiðis, fyri uttan
at vera ein tann elsti maður
í Føroyum, er hann ivaleyst
eisini tann elsti handilsmaður
her á landi. Og enn gongur hann
sjálvur í krambúðini og ekspederar
fólk, ið vilja keypa.
Fyrr í tíðini var ofta tikið til, at vána seyð
ur gekk á Kjalnesi og Oyrareingjum. Men nú
man neyvan finnast betri seyður enn Oyra
reingjar- og Kjalnesseyðurin.
Eftir at hava fingið so nógv at vita, komi
eg av óvart at spyrja, hvat hesi gomlu meina
um politisku støðuna í Føroyum. »Og tegi við
tær, lítli mín« halda bæði í munnin á hvørjum
øðrum, »tað er einki um at tala, best man vera
sum er! So hava vit hildið alla okkara tíð, og
so leingi, sum vit orka vilja vit geva okkara
atkvøðu fyri hesari áskoðan: Best man vera
sum er.«
Merkismaður
Í minningarorðunum, tá ið Sámal doyði í 1935
varð m.a. sagt:
Av røttum kann sigast um Sámal, at hann
var ein merkismaður. At tosa við hann var
altíð stuttligt og forvitnisligt. Hann var ógvu
liga væl inni i øllum viðurskiftum, var hátt
mentaður maður, og tað besta honum dámdi,
var at siga frá hendingum og tilburðum frá
svunnum tíðum. Um vetrarkvøldini plagdi
hópur av ungum dreingjum at vitja inn á
gólvið hjá Sámali fyri at lurta eftir hansara
frásøgnum. Sum góður føroyingur var Sámal
allar dagar trúgvur sambandsmaður.
Komandi partur:
Komandi partur verður eisini
úr Norðurstreymoy, nevniliga
um Onnu Mari Olsen úr Saksun.
Sámal var fyrst giftur við Súsannu
Jensdóttir (1843-1878) úr Kollafirði.
Tey áttu seks døtur, og frá teimum er
komin ein stór ætt.
Tær vóru:
a. Súsanna Malena f. 1862.
b. Johanna Samulina (1866-1951).
Hon giftist við Hans Petur Hansen
(1867-1939) á Strondum.
Tey fingu børnini
Súsanna Maria (1892-1899),
Niels Jacob Frederik Hansen (1894-
1965),
Louisa Sofía (1898-1980), giftist við
Sofus Christian Jensen á Strondum
(1897-1953).
Millum hennara børn vóru Jógvan
Jensen, leiðari á skattadeildini, Sanna
Maria (1925-1984), sum giftist til
Kollafjarðar við Jens Hendrik Djurhuus,
Kirsten (1927-2008), sum giftist við
Jeffri Henriksen
Samuel Sofus Martin Bernhard (1901-
1969)
c. Jensina Christina f. 1869
d. Bernina (1872-1900). Giftist við Poul
Knút Hammer á Toftum.
Tey fingu børnini
Michael (1893-1916).
Súsanna Samuelina f. 1895. Hon giftist
við Johannes Joensen í Kollafirði. Tey
fingu fýra børn. Elstur var ein ógvuliga
kendur kollfirðingur, Jákup Vensil, sum
giftist við Borghild, kalla Gugga, dóttir
Christian Holm Joensen.
Christianna
e. Poulina (1874-1947). Hon giftist
við Óla Johan Augustinussen. Tey fingu
átta børn, og nógv sum Augustinussen
munnu vera ættað frá teimum. Elsta
barnið hjá teimum var Petur Jens Mohr
f. 1896. Hann gekk burtur við Alduni í
juli 1940. Hon var fyrsta føroyska skipið
sum vit mistu av krígsávum undir seinna
heimsbardaga. Jens var skipari. Kona
hansara var Margretha, og eftir sótu
fimm børn. Við Alduni vóru seks mans,
allir úr Vági.
Olivia Poulina Maria f. 1907 giftist við
Jacob Andreas Arge í Havn
f. Louisa (1876-1954), giftist við
Thomas Michael Weyhe (1880-1966) í
Vági.
Ættin hjá Sámali
Sum vituligt er fekk Sámal við seks børnum nógvar eftirkomarar, summir nokk so kendir.
Tað ber ikki til at greina ættina út í æsir, so her verða bert tikin onkur tilvildarlig brot burtur úr.
T.F. Thomsen gjørdist av hesum óhappi ov seinur at
keypa handilsbygningar í Havn. Men tað eydnaðist
honum at keypa seg inn á Tvøroyri, har hansara
fyritøka enn livir við hesum bygningum
Hetta var farturin millum Nes og Havnina, sum Sámal
greiðir frá. Hetta er báturin hjá teimum hjá Jørgen á Nesi
T.F. Thomsen sigldi á land á Eystnesi
Jens Mohr Augustinussen var abba-
sonur Sámal. Hann fórst við Alduni í 1940.
Her er hann saman við konuni Margrethu