Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 19 · 14. februar 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen T.F. Thomsen var ov seinur at bjóða uppá kongliga handilin Í síni frásøgn kann Sámal geva eitt ískoyti til føroyska vinnusøgu, nevniliga um hvussu T.F. Thomsen gjørdist ov seinur at bjóða uppá handilshúsini hjá Kongaliga handlinum í Havn. Tí keypti hann bygningarnar á Tvøroyri Í fyrra partinum var Sámal komin at tæna hjá prestinum Karl Vilhelm Prytz í Kvívík, og hann heldur áfram: Prestafólkini skuldu flyta til Nes, og fóru tey avstað nakað áðrenn ólav­søku í 1856. Nakrir stampar og pottar, ið vóru í Kvívík, skuldi eg bera haðani frá til Kolla­ fjarðar. Eg fylti so stamparnar í pottarnar og onnur smáting við. Væl hevði gingist, men komin til Kvívíksklyvjar var ein smøl gøta at fara eftir, men nú ber annar leypurin við ein stein í klettinum, og alt raplar oman av gøtuni og bums – í havið. Bratt er við Kvívíksklyvju. Seks nýggir stampar vóru og teir ruku sum hornaklingrur líka á sjógv og sóust ikki aftur. Tríggir vóru pottarnir, teir steðgaðu aftur, men so illa vildi til, at ein av teimum var komin heilt út á Upsina, ytstu trom í berginum, har legði hann seg. Hvat skuldi eg gera? Her vóru góð ráð dýr. 1-2 favnar var hann farin inn á eina rók, hált var og sinagras. Varliga klintr­aði eg, fekk føturnar undir pottin, og so við og við eydnaðist mær at draga hann út aftur við beinunum. Alt gekst væl, og hetta mátti gerast, hóast hetta var eitt vágaverk í tí høga og bratta forberginum. Ein pottur var eftir, og nú eg at greiða prestafólkunum frá. Madamman var vreið, men presturin, ið var sera góður við meg, tekur meg í forsvar og sigur: »Stampene var gamle, lad gaa, vi faar andre i stedet, men Samuel har sat sit Liv i vove for at bjerge denne Pot, og det er et Under, at han er kommet uskadt tilbage«. Skreiðing í 1856 Prestafólkini áttu trý børn, tvær gentur og ein son. Siður var at aka á skíðum, tá ið kavi var, og vit báðir fara so avstað frá húsum við eini fjøl at skreiða á. Uttanfyri Nes bygd er sum kunnugt brattlendi. Men henda fjølin tóktist okkum ikki góð. Tá kemur drongurin at minn­ast til eitt norskt toytrog, sum stóð í hjall­inum, og hóast eg ráddi honum frá, fór hann eftir tí. Vit at royna, men hvat hendir ikki: Best sum vit skreiða oman eftir brekkuni í fullari ferð, renna vit ímóti einum steini, og trogið støkkur sundur í tvey stykkir, hvør situr eftir á sínari helvt. Hvat skulu vit nú gera? Heilt fyri ongum vóru vit nú ikki kortini. Sornhúsið stóð nakað tætt við, og her fóru vit inn við trognum, negldu tað saman aftur við einum stórum seymi og løgdu trogið aftur, sum um einki var hent. Alt var nú gott, til arbeiðskonurnar skuldu eftir toynum. Tær koma algoystar inn til madammuna og siga, hvussu til stendur, at trogið fór í tvey, tá ið tær tóku tað upp frá. Nú varð arbeiðsfólkið kallað saman til forhoyr. Eg var seinastur og segði sum er: »Men hvis det ikke gik som det gik, saa vare vi begge to faret lige ud i Havet, saa jeg tror nok, det er bedst som det er.« Prestakonan sissaðist tá og helt, at best mundi vera sum var. Søgan um T.F. Thomsen Eina ólavsøku høvdu vit – 8 mans á báti – verið á Viðareiði við prestafólkunum. Komnir aftur til Nes skuldu vit arbeiða við torvið, ið ikki var liðugt. Og sum eg tíðliga ein morgun­ in siti niðri við bátin, sum vit førdu torv við, síggi eg eina jollu koma skúmandi inn ímóti mær frá Eystnesi. Annar maðurin í jolluni er ein danskur íslendskur keypmaður T.F. Thomsen. Hann kemur rennandi niðan til mín og sigur: »Hør Karl, kan De skaffe mig Bistand, mit Skib er forlist østenfor den næste Pynt.« Eg so heim til prestagarðin við manninum. Heima við hús var donsk arbeiðskona. Hon var hjartkipt, trúði at tað vóru sjórænarar, ið vóru komnir, og tá hon hoyrir, at fremmandi maðurin vil hava meg við sær, sigur hon: »Min kære Jacobsen, De maa ikke gaa fra mig, jeg er alene.« Meðan vit tosa saman, kemur Óli, gamli uppsitarin har, til steðar, og arbeiðskonan heldur við hann: »Gamle Ole, lad Jacobsen være hos mig, gaa De.« Mannskapið frá skipinum var skjótt komið saman í garðinum, og Thomsen skar breyðið, hann fær frá okkum og deilir út. Og tað er vist, teir ótu við góðum huga, svangir og kaldir, sum teir vóru. Umsíður var farið út til skipið, tað lá eystan­fyri Eystnes, øll fløgg og segl vóru uppi. Við akkerinum ók skipið eftir botninum. Vit máttu halda okkum nakað langt burtur frá skipinum, tí bummarnir slongdust út og inn. Eina ferð spyr mannskapið: »Hvor længe skal vi ligge her?« Eg svari aftur: »Saa længe til Skibet tager Bunden. Lugen vil springe op, saa der kommer Luft til.« Tá skipið hevði tikið botnin, kom luft til og afturlúkan sprakk upp. Og undan kavi kom ein sera vøkur reyðmálað kista. Nú var at fáa fatur í hana. Kistan var tung, og vit kundu ikki taka hana inn um miðjuna, tí so vildi báturin hvølvast. Settu vit tí árarnar í sjógvin og fingu hana innanborða við árabløðunum. Og onnur kistan kom, og tað gekk á sama hátt. So sigur Thomsen nakað aftaná: »Nu skal I have tak, men se Jacosen, jeg er saa fattig som Skummet, der flyder paa Vandet.« Ørindi Thomsens, ið var á ferð úr Íslandi, var at keypa heimara húsið, ið var tætt við kongliga handils pakkhúsið (við tað gamla hospitalið). Men best sum Thomsen stígur á land, kemur sýslumaðurin oman til bátin, og Thomsen er ov seinur. Auktiónin var hildin og hamarin sligin, beint sum hann steig á land. Hetta hendi í 1856. Seinni varð bjargað væl av fløti, feitti, og ull frá skipinum, sum Thomsen hevði í viðføri úr Íslandi. Ullin varð seld í Tórshavn, men fløtið hugsi eg fór niður til Danmarkar. Hesin sami Thomsen var seinni keypmaður á Tvøroyri, har hann keypti tey kgl. handils­ húsini. Hann doyði í Keypmannahavn 1871, 57 ára gamal. Sonurin hansara H.G. Thomsen var í mong ár keypmaður á Tvøroyri, og tá hann doyði tóku synirnir við, Tummas, Richard og Herluf Thomsen. Ikki bara sum at siga tað at ferðast millum Havn og Nes Ein danskur lærari var komin til Nes eitt árið at læra børnini. Ógvuliga góður var hesin lær­ ari, og børnunum dámdi hann frálíka væl. Lærarin slapp til Havnar eina ferð um árið, og so ein føstulávints mánadag vóru vit átta á báti, ið skuldu føra mannin til Havnar. Tað gekk alt væl, men sum so ofta, tá ein kemur til fremmant pláss, varð vorðið seint, áðrenn hugsað varð um at fara av stað aftur, og ljósini vóru tendrað, tá ið menninir komu sámal á tanganum 2. partur Kirkjan og presta- garðurin á Nesi