hósdagur 13. februar 2014síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 19 · 14. februar 2014
13
VIKUSKIFTI
sum eingin kann skilja, hví tað hendir,
og vit fáa aldrin svar um, hví tað hendi,
sigur Monika Stauss Joensen.
Trygg barnaár
Í Edelwiess-bókini fáa lesararnir hóm
ing av, at barndómurin hjá Moniku í
Sveis var tryggur og góður.
– Lívið er nú einaferð ikki bert ein
dansur á rósum. Faktist gjørdist eg sjálv
eitt sindur undrandi, tá ið eg í sam
bandi við bókina kannaði míni familju
viðuskifti nærri. Har er ymiskt syrgiligt
og eisini tragiskt hent, men alíkavæl
føldi eg tað altíð, sum at vit vóru spard
fyri so nógv og høvdu tað trygt og gott,
sigur Monika Stauss Joensen.
– Eru hendingar, saknur, vónbrot og
missur, so er helst ógvuliga umráðandi,
hvussu tú megnar at koma víðari í lív
inum. Tú mást vera erligur, ikki for
trongja nakað og taka tær ta tíð, sum
tú hevur brúk fyri at syrgja, sleppa og
koma ígjøgnum tað, sum er hent. Ella
mást tú finna tín persónliga máta at
liva við tí, sum er hent, sigur hon.
Her á síðunum prenta vit ymiskt,
sum var í bókini hjá Moniku.
Mynd: privat
Myndir: Kristfríð Tyril, momo
Úr »Edelweiss og sólarkaffi«
eftir Moniku Stauss Joensen
Vísdómsorð
»Stúran tekur ikki sorgina frá
morgindegnum. Men hon tekur
gleðina frá degnum í dag«
C. Ten Boom
Skíðrennari
Tú skalt brúka:
Bakipappír ella matpappír
Blýant
Tjúkt, hvítt pappír ella hvítt kartong
Saks, lím, litir
Linjál
2 tannsteytarar
Soleiðis gert tú:
• Legg bakipappír á fyrimyndina av skíðrennaranum
og tekna av. Heft bakipappírið á papp ella tjúkt
pappír og klipp partarnar út.
• Mála skíðrennaran við litblýantum framman og aftan
– sí mynd. Tú velur sjálv/ur, hvat mynstur og hvørjar
litir kavadraktin skal hava.
• Klipp tveir strimlar til skíðirnar, uml. 13 cm langar og
1 ½ cm breiðar. Endin á skíðunum skal vera spískur.
Mála skíðirnar við litblýanti.
• Fyri at skíðrennarin kann standa á skíðum, boyggir
tú uml. 1 cm av beinunum frameftir og límar
hetta pettið á skíðirnar.
Nú vanta bara skíðstavarnir
• Tekna tveir rundingar á eitt pappír og klipp teir út.
• Sting annan endan á tannsteytaranum mitt ígjøgnum
rundingin og hin ígjøgnum hondina á skíðrennaranum
– sí mynd.
• Tú kanst eisini mála stavirnar, um tú hevur hug.
Og so er klárt at fara út í kavan.
Kokuskúlur
Tá ið eg var lítil, kendu vit ikki til karamellur, sum
vóru pakkaðar inn í vakurt pappír. Tí vóru hesar
kokuskúlurnar góðar í staðin. Eingilskar karamellur
kendi eg ikki, fyrr enn eg kom til Føroyar.
Tú skalt brúka:
250 g av smøri
500 g av florsukri
2,5 dl av róma
125 g av kakaopulvuri
3 tsk av vaniljusukri
500 g av havragrýni
uml. 200 g av kokusflykrum at rulla kúlurnar í
Soleiðis gert tú:
• Blanda smør, róma, florsukur, vaniljusukur
og kakaopulvur væl saman.
• Elt havragrýnið í og elt til bleytt deiggj
• Forma kúlur so stórar stórar sum ein valnøt
og vend teimum í kokusflykrum.
• Kúlurnar skulu ikki bakast, men setast
og goymast kalt.
Hesar lekru kúlurnar kunnu
leggjast í smáar, fittar pappírsformar,
sum fáast í ymiskum litum. Ger dupulta
portión, so tú eigur nóg mikið til tykkum
sjálvs og at geva onkrum í gávu
Tað kann vera torført hjá
smábørnum at gera ein skíðrennara,
men um ein vaksin hjálpir til,
skuldi verið lagamanni