hósdagur 13. februar 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 19 · 14. februar 2014
12
VIKUSKIFTI
lívinum...
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyri jól gav Monika Stauss Joensen
í Leirvík út bók, sum hon kallaði
»Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur
av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum«. Í
bókini viðger Monika ymisk evni, sum
hoyra til árstíðirnar, og komandi tíðina
fara vit at taka onkur av hesum evnum
upp her í Vikuskifti – til dømis um at
vera útlendingur í Føroyum, um dag
liga vælveru og annað.
Hesaferð er evnið lagnur. Monika
Stauss Joensen greiðir soleiðis frá um
hetta evnið:
– Liva vit nóg leingi, koma flest øll
út fyri ymiskum, sum vit helst vildu
verið fyriuttan. Men soleiðis er lívið,
og vit fáa ikki gjørt nógv við tað.
Summi verða harðari rakt enn onnur,
og onkuntíð skilja vit ikki, hví summi
fólk skulu so nógv ígjøgnum, og tey
verða ikki spard fyri nakað. Tosa vit
um lagnir, hevði eg gjørt mun millum
hendingar, sum eru forbígangandi, og
tær óvæntaðu, sum kollvelta okkara
lív fullkomuliga, sigur Monika Stauss
Joensen.
Monika greiðir frá, hvussu ein
lívsbroytandi hending kann raka fólk
ymiskt.
– Í bókini nerti eg við ymiskt, sum
hendi í okkara lítlari familju í Sveis,
men hugsi eg til dømis um, tá ið pápa
mín heilt óvæntað doyði 79 ára gamal.
Tá føldist tað, sum systur mín og eg
uppá ein ella annan hátt ikki mistu
sama persónin í lívinum. Knappliga
varnaðist eg, at eg og systur mín
Andrea, sum vanliga kunnu tosa um
alt, ikki upplivdu støðuna á sama hátt.
Eg kundi ikki tosa við hana um saknin,
sum eg kendi í mínum lívi, tá pápi mín
var farin.
– Fyri hana var pápi tann persónurin,
sum ein pápi nú einaferð er, og hon
misti ein nærlagdan, kærleiksfullan
pápa. Tað gjørdi eg jú eisini, men í
mínum lívi misti eg eisini eina keldu,
sum eg altíð kundi venda meg til, tá ið
á stóð. Eg kundi ringja til hansara og
fáa góð ráð, hann skilti meg altíð, og vit
kundu eisini tvætla og flenna saman.
Tað vísti mær, at sama hending kann
raka ymiska persónar á ymsan hátt,
sigur Monika Stauss Joensen.
Systkinabarnið doyði
Mammubeiggi Moniku doyði í ungum
aldri, og hon upplivdi eisini at missa
eitt systkinabarn, ið doyði 18 ára gomul
í einum ferðsluóhappi.
– Eg var fýra ár eldri enn Doris, sum
var eitt av mínum fýra systkinabørnum.
Hon doyði í einum fersluóhappi á veg
í skúla. Vinkona hennara hevði júst
tikið koyrikort og slapp dagin eftir at
lána bilin hjá pápa sínum og at koyra
í skúla. Um náttina kom nógvur kavi
niður. Tá ið teir møttu einum stórum
lastbili, gjørdust hon bangin. Óroynd,
sum hon var at koyra í kava, høgdi
hon bremsurnar í. Bilurin fór á glið,
og lastbilurin rendi í síðuna, har Doris
sat. Hon doyði bert nakrar tímar eftir,
18 ára gomul.
– Tá høvdu fólk ikki fartelefonir,
og tá eg kom úr skúlanum, skilti eg
beinavegin, at okkurt ræðuligt var
hent. Í fyrsta umfari kláraði eingin at
gráta – øll vóru púra sjokkerað og sum
fryst í seg sjálvi. Onkusvegna var tað
sum um man bert bíðaði, at onkur kom
at fortelja, at tað als ikki passaði. Til
jarðaferðina var eg biðin at spæla, og
so kundi eg standa uppi hjá orglinum
og eygleiða alt, sum gekk fyri seg.
Doris var forlovað, og hóast sjeikur
als ikki vildi til jarðarferðina, so kom
hann alíkavæl. Eg síggi enn fyri mær,
hvussu tey stuðlaðu hann undir báðum
ørmunum og mest sum sleipaðu hann
eftir gólvinum, tí beinini orkaðu ikki
at bera hann. Eg kláraði at halda mær
og spældi, men tá ið tey seinastu vóru
farin út eftir jarðarferðina, setti eg meg
niður at gráta. Hetta er veruliga nakað,
Summi verða
harðari rakt
enn onnur
– Liva vit nóg leingi, koma flest øll út fyri ymiskum, sum vit
helst vildu verið fyriuttan, sigur Monika Stauss Joensen
í hesi samrøðu um lagnuhendingar og misss
Monika Stauss Joensen er ættað úr Sveis og býr í Leirvík, har hon er gift og eigur 4 børn. Hon starvast dagliga
á Føroya Musikkskúla. Í fjør gav hon gjøgnum Bókadeild Føroya Lærarafelag út bókina »Edelweiss og sólarkaffi
– eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum«. Í hesi greinarøð taka vit nøkur evni úr bókini, ið vit varpa meira ljós á.
Mynd: privat