hósdagur 13. februar 2014síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 19 · 14. februar 2014
11
VIKUSKIFTI
ast høvundinum – ivaleyst fakligum
nærlagni fyri at takka – at lata burtur
av tí vitan, sum býr undir søguni, og
samstundis goyma nakrar týðandi
gátur til seinast, tá ið allir streingir
verða samanknýttir. Umframt tað tykist
skaldsøgan evnað til út frá veruligum
kunnleika um Kolumbia, um tað fyri
okkum norðbúgvum merkiliga fyri
brigdið tarvafekting, um skógin í
Amazonas og lutvís um upprunafólkið.
Skrivingarlagið hevur ikki sjáldan
nakað stílfult og stásiligt yvir sær, ein
eksotiskan farra sum sponsk orð sum
tiento og traje de luces – »ljósins búni«
– eru við til at skapa. Høvundurin dugir
væl at lýsa eitt nú stemningin í gomlum
bygdum, gomul borgarahús við út
skornum svalum úr viði ella einsligar
høvdar, dagandi døkkan móti brimi og
aldum.
Eisini megnar hon at fanga eitt eyð
kenni í hesi forkunnugu blandings
mentan, tað sansaliga, tað vakra, tað
eleganta. Merkiskvinnurnar í bókini eru
vakrar, sterkar og ljómandi – »flam
boyantar«, sum høvundurin tekur
til – tær hava lillafargað eygu, teirra
sál og verð er lokkandi, undansmúgv
andi, fræls, labýrintisk. Tað kynsliga
ella seksualitetur – í teirri tivandi,
motorisku útgávu, ein kennir frá ameri
konskum filmum – er ikki frammalaga,
nei, her hevur sjálv útstrálingin týdn
ing, karisma, tað ein ER og ikki tað ein
GER. Dansarinnan Belén, sum saman
við Kapteininum hevur ein lykilsleiklut
í bókini, umboðar henda atdrátt, sum
er av sálarligum slag.
Tað hevði verið synd at avdúka plott
ið í skaldsøguni, so eg fari at avmarka
meg til at nema við hennara tema. Hetta
sæst sjónliga dramatiserað í einum
felagsskapi, sum eitur Brøðralagið,
hvørs loyniliga, rituella atferð fær
ein at hugsa um »Traumnovelle«
eftir Arthur Schnitzler og tað filmiska
meistaraverkið Eyes Wide Shut eftir
Stanley Kubrick. Felagsins mið er at
endurreisa eina mentan, har mansins
æra, manndómur og mannlig virðir
aftur koma í hásætið. Kvinnan hevur
her bara ein leiklut, at vera í køkinum.
Tveir av teimum persónum, eg longu
havi nevnt, eru limir í Brøðralagnum.
Hesin serligi vinkulin ger skald
søguna áhugaverda og sera aktuella.
Nazisman var øll som hon var eitt
rituelt brøðralag, og hugburð av sama
slag finna vit eisini í dag víðahvar, í
teirri katólsku kirkjuni, millum sharia-
trásettar muslimskar høvuðsprestar,
millum homofobar í Europa, í Orange-
felagsskapinum í Norðurírlandi. Talan
tykist vera um menn, sum – eins og í
søguni eftir H.G. Wells – eru raktir av
sálarligum sjónarmissi og halda »fulla
sjón« vera eina sjúku. Skaldsøgan er
tó ikki kynsliga eintýdd, og eitt nú
hava tænarin Carl, tarvafektarin Javier
Cortéz og antropologarnir bæði sjón og
hjartalag.
Mótmyndir eru kvinnur sum Alisa
Berg, Belén, Carmen Mendez. Tær
eru ofta vakrar, hava útstráling, hvíla
(sum oftast) í sær sjálvum og torga
ikki, at menn royna at fáa tamarhald
á teimum. Brøðralagsins limir ræðast
sjálvandi slíkar kvinnur. Hesin tvídrátt
urin millum yin og yang sæst umboð
aður í ymiskum brigdum í bókini,
eitt nú í samskiftinum millum Alisu
Berg og hennara fyrrverandi norska
elskara Magnus, og í áganginum móti
indianarum. Tá ið spanskir konkvista
dorar herja á verjuleys indiansk bygda
fólk og myrða og pína eisini kvinnur
og børn, er tað bæði eitt álop á tað
kvinnuliga, sum upprunafólkið um
boðar og ímyndar, og samstundis ein
pallseting av tí stoltu hugsjónini um
mansins æru.
Søgan um konkvistadorin Ponce
de Leon og tað forbannilsi, sum ein
shaman-kvinna lýsir yvir menn í
hansara ætt, er í øllum sínum ræðuleika
áhugaverd. Fyri skaldsøguna sum
tekst er tað samstundis áhugavert, at
høvundurin hevur goymt eitt snar til
seinast, har hon avdúkar sjálva rótina
til alla víðgongda, ritualiseraða, yin-
leysa mansmentan. Hetta snar skal
lesarin eiga á.
Skaldsøgan Offurmorðið er væl
skrivað. Tað er tí spell, at hon ikki er
væl rættlisin, hvørki hvat viðvíkir stav
seting ella bending. Í støðum tykist tann
sálarfrøðiliga lýsingin ikki sannførandi.
Eitt nú ivist eg í, um ein so harðkókaður
persónur sum Kommandanturin sjálvur
hevði farið og avdúkað sína ræðuligu
fortíð og vanlagnu.
Hinvegin er bókin spennandi,
kompleks, kriminalsøgutekniskt væl
orkestrerað og rokað við upplýsingum
um søgu, mentan og nútíð. Í tí 64
síður langa kapitlinum um ferðina inn
í Amazonas – sum er eitt tað besta í
bókini – fær lesarin kunnleika um trø
og um tað hættisliga plantu- og djóra
lívið í hesum harðvunna og villingar
sama skógi.
Sum tekstslag eigur krimiskaldsøgan
at vera líka so seriøs sum ein og hvør
onnur sjangra, og tað er ein fragd, at
Durita Holm virðir hetta krav. Hon
oyðslar ikki við morðum, men so mikið
tyngri vigar tað eina drápið í bókini. Við
síni fyrstu roynd hevur hon ikki bara
skrivað eina eksotiska og forkunnuga
bók, men eina ta bestu krimiskaldsøg
una, sum er komin á føroyskum.
mynd: álvur haraldsen