Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 19 · 14. februar 2014 10 VIKUSKIFTI Ummæli Hanus Kamban post@sosialurin.fo Durita Holm Offurmorðið 403 síður. Freyja Forlag Umbróting, prent og innbinding: Føroyaprent Kr. 298 Staturin Kolumbia liggur í útnyrðings­ horninum á Suðuramerika. Í vídd er landið nakað meira enn eina millión fer­kilo­metrar, og har búgva um 46 milliónir fólk. Málið er spanskt. Um­ framt høvuðsstaðin finna vit har býir sum Medellín, Calí og Cartagena. Fólkið hevur ymiskan uppruna, spanskan, afrikanskan og indianskan. Navnið á høvuðs­staðnum – Bogotá – fær ein at hugsa um søguna »Blindamannaland« eftir H.G. Wells, sum tó fer fram í granna­landinum Ecuador. Søgan hjá Wells er um eitt fólk, sum hevur fingið sjónar­loysi í arv, og har semja er um, at full sjón er ein sjúka, og at bara tey blindu eru í lagi frá skaparans hond. Skaldsøgan Offurmorðið eftir Duritu Holm er ein krimi-skaldsøga, tann fyrsta í føroyskum bókmentum, sum ein kvinna hevur skrivað. Men bókin er annað og meira enn ein vanlig krimi. Lesarin fær - ella heldur seg fáa - meira enn eina hylling á, hvat ið fjalir seg aftan fyri navnið Kolumbia, eitt land, sum mong okkara vita lítið um. M.a. fáa vit at vita um tað blóðuga stríðið millum stjórnarherin, herin hjá kommunist­unum (FARC) og ymiskar para­militerar bólkar, sum kríggjast fyri vinning og mangan verja ríkmenn, góð­seigarar og narkobarónar. Vit fáa at vita um tað indianska upprunafólkið og serstakliga um eina ókenda ætt, sum heldur til djúpt inni í Amazonas, í lands­ynnings­horninum í Kolumbia. Ein klassisk krimisøga er vanliga skipað sum ein røð av upplýsingum, tilburðum ella samrøðum, sum bæði veita kunnleika og krógva kunnleika. Tað verður so lesarans uppgáva – sum úr sirmi ella mjørka – at leita aftur um tjaldið og avdúka eitt mynstur, søgunn­ar beinagrind ella gramma­tikk. Um­ráðandi er tá, at nakrar høvuðs­ avdúk­ingar bíða til til seinast. Skaldsøgan hjá Duritu Holm er skipað eftir hesi uppskrift. Høvuðs­ per­sónur er tann norski antropologurin Alisa Berg, sum fer til Kolumbia at eyg­ leiða tarvafekting og í hesum sam­bandi serliga leggja seg eftir at kanna evnið við atliti at hugburði yvir av tí kvinnu­ liga og tí mannliga. Sum lesarin fylgir henni á ferðini inn í eina eksot­iska mentan, verður hann førdur inn í fýra ymiskar heimar, tann hjá tí kvinnu­ liga tarvafektaranum Carmen Mendez, tann hjá tí gitna listarliga mann­liga tarva­fektaranum Javier Cortèz, og universið hjá kynstursins Nestori, tí »forna« og gátuføra Ignacio Sampedro. Fyri seg – og at vísa seg uttan sam­ band við høvuðssøguna – stendur frá­ søgnin um tann hulisliga og ræðu­liga Kommandantin, sum er leiðari fyri tí best og strangligast skipaða para­ militera bólkinum í Kolumbia. Sum lesarin leitar inn í bókina, økist forvitnið eftir at fáa at vita, hvat knýtir hesar heimar saman. Tað eydn­ OG RASKAR KVINNUR Offurmorðið er ein tann besta krimiskaldsøgan, sum er komin á føroyskum BLINT BRØÐRALAG