hósdagur 13. februar 2014síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 19 · 14. februar 2014
9
VIKUSKIFTI
Tá ið Helgi Abrahamsen mikukvøldið
legði mynd út á Facebook, har
fleiri løgtingsmenn standa rundan
um eina teldu í løgtingssalinum
og hyggja eftir enskum fótbólti,
meðan bíðað varð eftir einum
álitið, kom drúgt kjak burturúr tí.
Sjónvarpsmaðurin Finnur
Koba var ein av teimum,
sum kom við viðmerking:
– Pressan sleppur ikki at eta
pizza í Løgtingsins Pressurúmi,
men politikarar sleppa at hyggja
eftir fótbólti á tí allarheilagast
økinum í sama húsi… munur á
monnum, skrivar Finnur Koba
í viðmerking undir myndini.
– Eg sleppi heldur ikki at eta
pizza í einum útvarpsstudio,
svarar Helgi Abrahamsen.
Finnur svarar aftur:
– Í mun til tykkum, sum vitja
útvarpið í nakrar minuttir í senn,
arbeiðir pressan onkuntíð fleiri
tímar í løgtinginum og hevur
fingið eitt pressurúm til tað
sama. Men at eta har, tað sleppa
vit ikki orsakað av sonevndu
»tignini« í hesum heilaga húsi.
Opinbart er mannfólkafótbóltur
meira tignarligt.
Eftir kjak aftur og fram um
mat og matarstøð, blandar
Brynhild Thomsen seg í kjakið:
– Hví bleiv kantinan latin
aftur fyri øðrum enn tykkum?
spyr hon og sipar til kantin
una í løgtinginum.
Helgi Abrahamsen biður
Brynhild spyrja løgtingsskriv
stovuna, men Brynhild vísur á,
at lógin um alment innlit ikki
umfatar løgtingsskrivstovuna, og
at tað plagar ikki at geva úrslit at
spyrja upp á »vanligan máta«.
– Send Jan Lamhauge. Tað
plagar at hjálpa, svarar Helgi
Abrahamsen argandi í kjakinum,
sum heldur fram eftir tað.
Á kaffistovu í Kabul
Sleppur ikki at eta
pizza í løgtinginum
mynd: Helgi Abrahamsen
Lívligt kjak á Facebook um at
eta pizza í løgtinginum
Kabul, sum er høvuðsstaðurin
í Afghanistan, er ein av vanda
miklastu býunum í heiminum.
Á lítlari kaffistovu í býnum
hittast fimm kvinnur.
Sunny er eigarin, sum hevur
brúk fyri einum góðum hugskoti
fyri at varðveita sína kaffistovu.
Yazmina er ung kvinna, sum
er við barn, sum var burturflutt
úr einari bygd og flutt til Kabul,
har hon skal yvirliva einsamøll.
Candace er ein rík amerikonsk
kvinna, sum er farin frá sín
um afghanska manni.
Isabal er ein ágangandi
journalistur, sum hevur eitt
loyndarmál, ið kann forða
henni at gera sína lívs søgu.
Og Halajan er ein 60 ára
gomul mamma, sum hevur havt
eitt loyniligt forhold í langa tíð.
Tær fimm kvinnurnar finna út
av, at tær hava meira í felag, enn
tær hildu, og at tær saman kunnu
broyta lívini hjá sær og øðrum.
Skaldsøgan The Little Coffee
Shop of Kabul er ein sterk og
hitandi skaldsøga, sum Deborah
Rodriguez hevur skrivað.
Á lítlari kaffistovu í einum av vandamiklastu
býunum í heiminum hittast fimm ymiskar kvinnur
Fyri fyrstu ferð hevur The National Gallery í London
keypt eitt týðandi amerikanskt listarverk
LES!
sínum enda av Frælsistorginum.
Italski byggifrøðingurin, Mario
Palanti, sum búði í argentinska
høvuðsstaðnum, Buenos Aires
teknaði Palacio Salvo, sum stóð
liðugur í 1928 á hundrað ára
degnum fyri, at Uruguay vann sær
sjálvstýrið í 1828. Bygningurin,
sum hevur eina antennu ovast, er
100 metrar høgur. Tá bygningurin
stóð liðugur í 1928, var talan um
tann hægsta bygningin í øllum
Suðuramerika. Upprunaliga skuldi
bygningurin ímynda ein vita, sum
ein eisini hevði ein varhuga av, tá
ein stóð og skoðaði byggiverkið.
Antennurnar ovast á bygninginum
hava tó broytt hesa ímyndina.
Vakri katedralurin
Í miðbýnum í Montevideo vitjaðu
vit eisini stóra, vakra og snotuliga
katedralin, sum verður nevndur
»Catedral Metropolitana de
Montevideo«. Hesin stásiligi
bygningurin liggur ein stuttan
spákitúr frá Frælsistorginum.
Spaniumenn bygdu upprunaligu
kirkjuna í 1740, sum var endurbygd
seinast í 18. øld. Catedral
Metropolitina de Montevideo hevur
ein einastandandi góðan akkustikk,
og er kirkjan tignarliga skrýdd.
Risastrondin í stórbýnum
Montevideo er ein sannur stórbýur.
Fólkatalið er 1.320.000 íbúgvar.
Kortini liggur ein hin vakrasta
strondin í Uruguay í tí fólkaríka
høvuðsstaðnum. »Pocitos« verður
hendan strondin nevnd. La Rambla
– ella strandarvegurin framvið
Pocitos er heili 22 kilometrar til
longdar. Hesum eru montevideo-
búgvar ógvuliga stoltir av, ti
risastóri býurin, Buenos Aires,
sum er høvuðsstaðurin í Argentina
hevur ongan slíkan strandarveg at
breggja sær av. Tað praktiska við
Pocitos-strondini er, at hon liggur
bert ein 10 minuttirs spákitúr frá
miðbýnum í Montevideo. Framvið
tí langa strandarvegnum liggja
nógvar hugnaligar matstovur,
og onnur útistøð. Tað sást í allar
mátar, at Pocitos-strondin er eitt
hitt, um ikki tað best umtókta
staðið í øllum Uruguay, har fólk
kunnu taka sær av løttum. Tað
er ein sjáldsom kensla at verða í
einum miljónbýi, og samstundis
verða á strondini. Tað er bert
í katalanska høvuðsstaðnum,
Barcelona, at eg havi havt eina
líknandi uppliving. Haldi ikki – fyri
egna rokning – at strendurnar, sum
útisetarnir í Keypmannahavn plaga
at reypa um, eru kappingarførar
í so máta. Vit dvølja aftur
við Montevideo í 6. parti.
Heri Simonsen
Bretar keypa amerikanska list
Nú um dagarnar keypti virda
listasavnið The National Gallery
í London fyri fyrstu ferð eitt
týðandi amerikanskt verk. Tað
var málningurin »Men on the
Docks«, sum George Bellows
málaði í 1912. Hóast Bellows
var amerikumaður fann hann
íblástur í Europa hjá listarmonnum
sum Manet og Goya.
Fjølmiðlar í Bretlandi vilja
verða við, at málningurin
hjá Bellows kostaði 137
milliónir krónur at keypa.
Málningurin er av einum
flokki av arbeiðsmonnum, sum
standa á bryggjuni í Brooklyn á
einum køldum vetrardegi – hetta
er tann seinasti málningurin
í eini røð við hesum tema.
The National Gallery í
London hevur ongantíð áður átt
eitt amerikanskt stórverk, og
sambært Nicholas Penny, sum
kemst hetta ikki av bretskari
arrogansu ella betrivitan.
The National Gallery hevur
lagt sín keypspolitikk í samstarvi
við savnið Tate Modern fyri
at tey ikki skuldu kappast
um prísir á somu verk.
Men nú kann eitt av stóru
verkunum í amerikanskari lista
so upplivast á savni í London.