Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-13, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 19 · 14. februar 2014 8 VIKUSKIFTI LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein »Fjallið« í Montevideo er 134 metrar høgt Sum navnið sigur, so er høvuðs­staðurin í Uruguay, Montevideo uppkallaður eftir einum fjalli Á ferð í Uruguay 5. partur »Fjall« er kanska ríkiliga nógv sagt í føroyskum málistokki. Heldur er talan um eitt fjall í donskum málistokki, tí Cerro de Montevideo er bara 134 metrar høgt, og tað er jú nakað lægri, enn tað tiltikna Himmelbjerget í Jútlandi. Men í eygunum hjá hjá montevideo- búgvum er Cerro de Montevideo ein sterk ímynd av býnum. Montevideo hevur, sum býur 290 ár á baki. Býurin varð grundlagdur av tí spanska hermanninum, Bruno Mauricio de Zabala. Navnið á sjálvum fjallinum Montevidi stavar frá 1520, tá sjófararin, Francisco de Albo gav fjallinum navn. Navnið »Montevideo« sigst stava frá, at róp kom í umborð á skipinum hjá de Albo: »Hygg har. Har er eitt fjall!«. Eins og aðrir rættir høvuðsstaðir kring heimin, so hevur Montevideo eisini ein skansa. Skansin, sum verður nevndur »Forteleza del Cerro«, sum liggur á tí 134 metrar fjallinum er eisini kendur sum »Forteleza General Artigas«. Artigas verður ærdur allastaðni José Gervasio Artigas Arnal, sum livdi millum 1764 og 1850 er faðirin at uruguayansku tjóðini. Umframt, at hann var oddviti í frælsisstríðnum hjá Uruguay, sum førdi til, at Uruguay gjørdist ein sjálvstøðug tjóð í 1828, so verður Artigas eisini ærdur fyri at stríðast fyri fólkaræðinum. Allastaðni kring Uruguay, sjálvt í teimum minstu býunum er ein standmynd av Artigas. Tað er ikki ein býur í Uruguay við virðing fyri sær sjálvum, sum ikki hevur eina standmynd av Artigas. Á frælsistorginum í Montevideo er eisini ein stór standmynd av Artigas. Á frælsistorginum er eitt mausoleum, har jørðisku leivdirnar av Artigas liggja grivnar. Tað er ikki sami kult-stemingur, sum í Lenin-mausoleuminum í Moskva í Russlandi, men Uruguay-búgvar trína innar í tann serliga skálan við einari serligari tign, fyri at æra tann stóra landsfaðirin. Tað er forkunnugt, og samstundis ókeypis at vitja Artigas mausoleumið, sum varð bygt í 1930-árunum. Palacio Salvo Á Frælsistorginum í Montevideo finnur ein eisini vakra bygningin »Palacio Salvo«, sum hevur eitt sera vakurt torn. Palacio Salvo og Artigas-mausoleumið eru í hvør 15 ára gamla Jasmin Dahl, sum hevur føroyska familju, er føroyska ískoytið í donsku X Factor kappingini Berlin fer at minnast Kristinu Bærendsen í langa tíð Tveir fyrrverandi boksarar fáa eitt tilboð, teir ikki kunnu siga nei til X Factor sangkappingin í Danmark er nú byrjað aftur, og seinastu vikurnar hevur Danmarks Radio sent undan­sendingarnar, har funnið verður fram til teir 9 lut­ tak­arar­nar í live-sendingunum. Ein av teimum, sum er slopp­in ígjøgnum nálareygað, er 15 ára gamla Jasmin Dahl, sum er annar sangarin í bólk­ inum Anthony Jasmin. Jasmin hevur føroyska familju, mamma hennara er Hanna V. Dahl, og hon er so­statt obligatoriska føroyska umboðið í donsku X Factor kapp­ingini hesaferð. Jasmin er uppvaksin í Danmark, tosar danskt, men vitjar hvørt summar í Føroyum, og her hevur hon familju og vinir. – Mær dámar sera væl at syngja, og eg haldi, at hetta er ein góður møguleiki at læra nakað, fáa eina góða uppliving og nýggjar, sigur Jasmin. Hon syngur í bólki saman við Anthony, og tey hava Thomas Blachmann sum veg­leið­ara í kappingini. Jasmin roknar við, at tey fara at standa seg væl í kappingini. – Eg og Anthony hava vant sera nógv seinasta mánaðin, og tað riggar væl hjá okkum at syngja saman. Eg havi góðar vónir til kapp­ingina og rokni við, at vit kunnu koma langt, sigur Jasmin. Fyrsta live-sendingin í X Factor verður í kvøld og kann síggjast á DR1. Føroysku kontrirøddirnar gjørdu inntrykk í Berlin, tá ið tær vitjaðu á stóru kontrimessuni í Berlin um vikuskiftið. Stern.de, ið er heimasíðan hjá kenda týska vikublaðnum, segði aftan á framførslurnar hjá Halli Joensen, Evi Tausen og Kristinu Bærendsen, at Føroyar høvdu tikið Berlin við stormi, ikki við fótbólti ella fiskskiskapi, men kontri av hægstu góðsku, ið veruliga gjørdi eitt inntrykk á messuni. Hallur Joensen verður umrøddur sum múrarin, ið fylgdi dreyminum til Nashville og gjørdist stjørna í egnum landi. Her verður m.a. sang­urin Gyltu ljósakrúnurnar tikin fram, og at Charlie Pride klass­ikarin á føroyskum var ein serstøk uppliving. Kristina Bærendsen fær tó heit­asta viðmæli, tí hóast hon var við sum kórsangari hjá Halli, so fegnast ummælarin serliga um tey løgini, ið hon sang solo og vístu hana sum eina roynda og lærda gospel og soulsongkvinnu við eini stórari rødd. Hennara útgáva av »Green Green Grass of Home« verður nakað, ið tey fara at minnast aftur á í Berlin í langa tíð, staðfestur ummælarin. Eisini Evi Tausen fær góð orð fyri framførsluna av »Wishing Well«, ið upprunaliga varð skriv­aður av fyrstu konuni hjá Johnny Cash, Vivian Cash. Niels Uni Dam Henry »Razor« Sharp og Billy »The Kid« McDonnen er tveir fyrrverandi boksarar í Pittsburgh, sum høvdu eirindaleysa kapping ímóti hvørjum øðrum. Tá ið teir vóru í hæddini , høvdu teir vunnu ein dyst ímóti hvørjum øðrum, men beint fyri triða og av­ger­ andi dystin, teir skuldu boksa í 1983, takkaði Razor fyri seg. Nú hevur ein fyriskipari lokkað Razor og The Kid aftur í ringin at boksa, og hóast teir eru blivnir eldri menn, taka teir av tilboðnum. Nú skal avgerandi dysturin millum Razor og The Kid boksast. Sylvester Stallone er í leik­ lut­inum við Henry Razor Sharp og Robert De Niro spælir Billy The Kid McDonnen. Filmurin var frumsýndur í gjár­kvøldið og kann síggjast í biografi komandi tíðina. UPPLIV! Jasmin ætlar sær langt í X Factor Countrysangarar gjørdu vart við seg í Berlin Stallone og De Niro í ringin Mynd: Rene Kühne