hósdagur 13. februar 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 19 · 14. februar 2014
7
VIKUSKIFTI
Hvat er starv títt?
Stjóri í bilasøluni
Nordcar.
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað er nýtt, avbjóðandi og eg møti nógvum fólki.
Hví valdi tú júst
hetta starvið?
Hevði hug at royna
nýggjar avbjóðingar.
Er tú til hund ella kettu?
Nei, skal ongantíð hava hund ella kettu.
Hvønn tónleik dámar tær best?
Havi ongan sertokka.
Hvat ger teg
í góðum lag?
At vera saman við
familjuni og vinum.
Flatskatturin og
annars tá tað gongur
væl í arbeiðinum.
Hvat ger tú í frítíðini?
Eri saman við konu og børnum, men annars
dámar mær væl at fara ein túr við bátinum.
Ferðast tú í egnum landi?
Ja, tað geri eg.
Er tú til aktiva feriu ella
vil tú sleikja sól á strondini?
Tími slett ikki at sleikja sól,
so tað má blíva til aktiva feriu.
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
Hyggi ikki so nógv í sjónvarp, men mær
dámar best dokumentarsendingar og
so ein góðan film í vikuskiftinum.
Hvussu eru tínir matvanar?
Ikki góðir.
Hvat er tín
lívrættur?
Indiskur og
føroyskur matur.
Dámar tær at gera mat sjálvur?
Ja, mær dámar væl at gera mat, og at eta góðan mat.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
»The Five Most Important Questions«.
Pengar eru ikki alt. Siga tey, sum
ikki vita annað.
Pengar eru ikki alt.
Men øll tey, sum tosa og tosa
og viðhvørt eisini skriva um
føroyska filmsgerð og føroyska
filmslist, tey vita, at pengar eru
alt. Tí uttan pengar er einki.
Tað nyttar ikki at gleða seg
til tann dagin, at orðaskiftið um
føroyska filmslist verður um
gávur, tað eru listagávur, og evni
at gera filmar, sum eru verdir
st síggja. Um nakar í Føroyum
dugur at gera filmar, sum við
røttum kunna kallast list. Tí tann
dagur kemur ikki.
Skapandi og kreativ, soleiðis
kalla tey seg, fólk í Føroyum fáa
ongantíð nóg nógvar pengar.
Pengar eru alt.
Og so fari eg enn eina ferð
at taka orðini hjá Fassbinder
(1945-1982) fram aftur: »Hevur
tú hug at gera filmar, læn tær so
eitt filmstól, stjal nakrar rullur av
filmi og ger so film.«
Men sjálvandi, Fassbinder var
týskari, vit eru í Føroyum.
Tað er nyttuleyst at leggja upp
í eitt kjak um filmslist (filmsgerð
er ikki tað sama sum filmslist, tað
er sum at samanbera telefon
bókina og William Heinesen), so
leingi kjakið ikki er um list, men
bara um pengar og studning og
aftur pengar, og hvussu for
bannað strævið alt er, tá eingir
pengar eru.
Annars kundi eitt kjak um
filmslist verið áhugavert. Til
dømis, um føroyskir filmar eins
og teir íslendsku eiga at vera
reklamur fyri ferðavinnuna. Ella
um nakar, sum sagt, í Føroyum
dugur at gera góðar filmar. Um
tað er neyðugt at fáa útlendingar
til Føroya eina ferð um árið at
skammrósa føroyskum filmum.
Í øllum mjarrinum um
pengar, sum ikki eru har, uttan tá
útlendingar ætla at gera onkran
B-film í Føroyum, verður eisini
tosað um filmsvinnu í Føroyum.
Og tá átti at borið til, hatta
við pengunum. Tí føroysk vinna
plagdi at duga væl at kradda til
sín almennar pengar, almennan
stuðul.
Þorgeir Þorgeirsson, undan
gongumaður í íslendskari
filmslist fyri hálvari øld síðani,
segði, at fyrst skuldu íslendsk
filmsfólk gera dokumentarfilmar,
heimildarfilmar, fyri at fáa
sær kunnleika um íslendska
samfelagið og fólkið. Síðani
ber til at gera spælifilmar. Besti
føroyski filmur, eg havi sæð,
»Burturhugur« úr Hattarvík
hjá Teiti Árnasyni, er júst ein
heimildarfilmur.
Ein filmur, sum kostar hálva
millión, kann saktans vera og er
ofta 500.000 ferðir betri enn ein
filmur, sum kostar hálva milliard.
Ella fyri at siga tað sum tað er.
Eingin filmur, sum kostar hálva
milliard, er verdur at síggja. Men
nógvir, sum kosta hálva millión,
eru verdir at síggja nógva ferðir.
Einki samband er millum
pengar og dygd.
Fyri at kunna gera ein góðan
film krevst ein góð søga og evnini
at siga søguna. So einfalt er tað.
So er spurningurin: er nakar í
Føroyum, sum megnar tað?
Tann spurningurin verður ikki
svaraður. Tí eingin spyr.
Og hvat var tað so ikki stórt
mitt í hesum oyðimarkartosinum
um pengar og studning at síggja
ein veruliga góðan film. Fáir
góðir filmar verða gjørdir longur.
Men teir gomlu eru tíbetur til
enn.
Meistaraverkið hjá Aki
Kaurismäki um gentuna á svávul
pinnaverksmiðjuni var í Havn og
vendi.
68 minuttir konsentrerað
Filmslist. Hvørt sekund ein perla,
4080 perlur í einari. Ein góð søga
væl søgd.
Filmurin kostaði, havi eg lisið,
10.000 dollarar at gera í 1990,
góðar 100.000 kr. sum kursurin
var tá.
Sama ger. Metusalem sáli
gjørdi ikki filmar. Men hann
var ein góður sølumaður. Hann
plagdi at siga øll árini, tá hann
royndi at selja amboð, at hesa
øksina havi eg átt og brúkt alt
mítt lív, so hon man vera nakað
góð. Skalt tú ikki eisini hava
eina?
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Gordon Rajani
lagt til rættis: Leo Poulsen
Hugni mær
saman við
familjuni
Tað sigur Gordon Rajani, stjóri í Nordcar, tá tað
kemur til frítíðina. Annars elskar hann indiskan
og føroyskan mat, men dámar eisini væl ein góðan
film um vikuskiftið. Og beint nú liggur eingin bók á
náttborðinum, tí hann svevur sjálvur á gólvinum
Pengalist