hósdagur 13. februar 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 19 · 14. februar 2014
6
VIKUSKIFTI
Sjónleikur
Niels Uni Dam
nud@sosialurin.fo
Tónleikurin í sjónleikinum Tóm Rúm,
ið hevur frumframførslu leygarkvøldið,
er skaptur av kønum ungum hondum.
Tróndur Bogason, ið er konservatoriu
útbúgvin tónasmiður, hevur skrivað
tónleikin, og spælt hann inn saman
við einum toymi av okkara bestu tón
leikarum.
Tónleikurin, ið eins og leikurin er
nýskrivaður, hava Tróndur Bogason,
Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen,
Angelika Nielsen, Andrias Restorff og
Jón McBirnie spælt inn í Studio Bloch.
Røddirnar eiga Eivør Pállsdóttir og
Ólavur Jákupsson, ið vit kenna úr
Gestum og Orka.
Frælsi at skapa
Tróndur Bogason hevur verið í Føroy
um og arbeitt við at skriva og taka upp
tónleikin. Hann hevur í hesum arbeiðið
arbeitt saman við leikstjóra, ljóð- og
ljósfólkinum á Tjóðpallinum. Men upp
gávan hevur verið rættiliga frí, sigur
Tróndur.
– Móti endanum eru komnar nakrar
meira spesifikkar uppgávur, so sum
sirkus tónleikur t.d., men tað er tann
minni parturin, fyri tað mesta hevði
eg rættuliga stórt frælsi, sigur Tróndur.
Yndisligur tónleikur
Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum
dylir ikki yvir, at hon er spent at bjóða
fólki til leikin, og at hon er sera nøgd
við tónleikin, ið Tróndur hevur kompo
nera.
– Hann hevur gjørt so yndisligan
tónleika til leikin, sigur Jenny væl
nøgd, nú frumframførslan stendur fyri
durðum.
Rithøvdundurin Marjun Syderbø
Kjelnæs er eisini sera fegin bæði um
samstarvið við Trónd og við úrslitið.
– Ja, mær dámar ordiliga væl tón
leikin. Tróndur byrjaði at senda mær
tónleik, tá eg sat og skrivaði síðstu
senurnar. Eg brúkti tað til stemnings
tónleika undir skrivingini. So tað gav
mær eisini íblástur. Tað er fantastiskt
at arbeiða saman við onkrum, og fáa
íblástur frá teimum, sigur Marjun.
Hon heldur tó ikki, at hon altíð duga
so væl at greitt frá, hvat hon vildi hava,
tí hon ikki er tónleikari sjálv, men her
hevur Tróndur duga sera væl at skilt
hennara ofta kryptisku viðmerkingar.
– Tá eg t.d segði, at tað skuldi
ljóða, sum um tað kom innanúr einum
klaveri, so visti hann, hvat eg meinti,
sigur Marjun.
Komponisturin sjálvur er eisini
nøgdur:
– Eg eri væl nøgdur. Eg havi gott
nokk ikki hoyrt endaliga úrslitið, tí eg
fór av landingum, áðrenn alt var liðugt
ljóðblandað, men eg náddi at hoyra
nøkur boð frá Jón McBirnie, og ivist
ikki í, at tað verður gott
Eitt stórt navn
Tróndur Bogason er kendur innan
kompositión og hevur serliga innan
fyri klassiskan tónleik ment seg til eitt
veruligt stórt navn. Hann hevur verið
í uppskoti til tónleikavirðisløn Norður
landaráðsins tríggjar ferðir, seinast
í 2010 fyri verkið »Butterfly«, í 2008
fyri verkið »Investigations of a dog« og
í 2006 fyri verkið »Seven musicians«.
Framleiðari og tónleikari
Men Tróndur hevur somuleiðis ferðast
nógv innan popp og rokk, bæði sum
framleiðari, tónleikari, sangari og
komponistur. Hann hevur givið
fløgur út við bólkum sum MC-Hár,
Lucination, The Paper, kórinum mpiri,
eins og hann eisini luttekur á útgávum
og spælir í bólkinum hjá konu sínari
Eivør Pálsdóttir.
Sum framleiðari hevur Tróndur
arbeitt við nøvnum sum Teiti, Eivør,
Hanusi G. Johansen, Guðrið Hansdóttir,
Dánjali á Neystabø og Kristel Lisberg.
Tróndur var somuleiðis tónasmiður
á stóra sangleikinum »Audition«,
ið Føroya Studentaskúli setti upp í
Norðurlandahúsinum í fyrra árið. Men
tað var nógv øðrvísið enn hetta, sigur
Tróndur:
– Í einum sangleiki, sum Audition,
dikterar tónleikurin søgugongdini so
ella so. Øll handlingin verður sungin,
og ein ávís scena tekur tað tíð, sang
urin tekur, grovt sagt. Í Tóm Rúm er
tónleikurin meira eitt supplement til
handlingina.
Hvussu úrslitið er eydnast kunnu
vit uppliva á Tjóðpallinum frá leygar
kvøldinum.
Tóm Rúm
Nú leygarkvøldið er frumsýning av leikinum Tóm Rúm á Tjóðpalli
Føroya. Hetta er nýskrivaður leikur eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. ið
telist millum okkara bestu yngru rithøvundar. Marjun sigur sjálv, at
hon ristist við tankan og er ræðslusligin fyri frumframførsluni
við nýggjum tónum
Eitt drama um lívið og kærleikan
Leikurin er eitt sonevnt eksistensielt
drama um lívið og kærleikan, vónloysið
og vónina. Ein leikur um Familjuna og
rúmini í húsinum, um at missa og koma
til sættis við missin og framtíðina,
er tann heldur kryptiska lýsingin av
leikinum.
Hon og hann, spæld av Anniku
Johannessen og Annfinni Heinesen, liva
sítt lív í ávíkavíst hjúnarkamarinum og
tí tóma barnakamarinum, har minnini
og fortíðin og tær gomlu leikurnar eru
einasta innbúgv.
Meðan hann vil fjala seg í minnunum
og eini vón um okkurt hinumegin, so
roynir hon at bróta upp úr nýggjum og
koma víðari. Fortíðin leggur seg uppí,
og knappliga er tað trygga fundamentið
ikki sterkari enn ridlandi barnastólar.
Tey leita í leikinum Tóm Rúm. Kaga
í skuffur og minni, lata upp og læsa
aftur, trilva og tiga. Kanska er tað tómt
handan forhangið, og kanska er einki
loynirúm við arvasynd. Men ber tað til
at feira heimleysa sirkuslívið? Ber tað
til at skapa sær eitt glopp, eitt tómrúm,
har mann fær livað og andað?
Tað er Eyðun Johannessen ið leik
stjórnar, afturat sær at gera pallmynd
og búnar hevur hann eysturríkaran
Manfred Blaimauer, ið eisini gjørdi
pallmyndina til “Meðan vit bíða eftir
Godot” í 2011. Árni Baldvinsson er
ljósdesignari og Jón McBirnie hevur
gjørt ljóðmyndina, Tróndur Bogason
tónleikin, meðan Vígdis Hentze Olsen er
komin til Føroyar at koreografera.
Á pallinum síggja vit føroyskar
leikarar, vit ikki vanliga síggja saman á
palli, búsettir í og uttanfyri Føroyar. Tey
eru Annika Johannessen, Annika Hoydal,
Annfinnur Heinesen, Hjálmar Dam og
Nicolaj Falck.
mynd: Heinesen Myndir