mánadagur 17. februar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Árni Dahl
Kjak síða 23
Her
stjórnar
ráðið hjá
Henrik Old
Dan R. Petersen
Kjak síða 26
Pur
istiskar
metodur
Hóskvøldið kom Fólkaflokkurin
á tingið við eini burturforkláring
uppá, hví Fólkaflokkurin valdi at
nationalisera Atlantsflog. Fólka
flokkurin hevur, saman við Sam
bandsflokkinum,
tikið
stil,
at
Atlantsflog ikki skal á privatar
hendur, men skal verða eitt alment
partafelag.
Júst hví Fólkaflokkurin hevur
tikið ta støðu, kann verða ring at
skilja. Tað er ringt hjá okkum í fjøl
miðlunum at skilja. Men tað er eisini
ringt hjá formanni Fólkafloksins á
tingi at skilja. Tí mátti hann fríggja
dagin senda út enn eitt tíðindaskriv,
har hann vísir á, at bæði in.fo og
portal.fo hava misskilt boðskapin
frá Fólkaflokkinum og eru komnir
við villleiðandi yvirskriftum.
Men yvirskriftin er ikki so inn
viklað: Fólkaflokkurin gongur á
odda at nationalisera privat vinnu
virksemi. Ella sagt við øðrum orð
um: Fólkaflokkurin vil hava, at
vinnuvirksemi, sum er privat, skal
vera alment.
Burturforkláringin hjá Fólka
flokkinum hevur nú ikki so stóran
týdning – sum tað, at Fólkaflokkurin,
sum hevur buktina og báðar end
arnar á tingi og í landsstýrinum,
vil hava partabrøvini í Atlantsflog
úr privatum hondum í alemnnar
hendur. Tað er ikki ein spurningur
um nakra semju, sum ikki er long
ur. Fólkaflokkurin hevur so stóra
ávirkan í samgonguni, at tað mang
an verður skotið í skógvarnar, at
Fólkaflokkurin hevur ræði á 18 at
kvøðum í løgtinginum. Tað var júst
tað, sum Lisbeth Petersen segði í
síðstu viku.
Tí er tykist tað heldur enn ikki
undirbrotligt, tá Fólkaflokkurin
kemur við undanførslum fyri, hví
flokkurin vil nationalisera privat
vinnuvirksemi.
Men er Fólkaflokkurin ein lib
eralur flokkur – har vinnan er í
hásæti? Millum tey fólkavaldu í
hesum vinnuflokki er ikki yvirvág
av vinnulívsfólki, tí har eru tríggir
skúlalærarar, ein skúlanæmingur
og tveir politistar. Tað man vera tað,
sum Óli Breckmann plagdi at kalla
almennir pamparar, tó at hann
sjálvur mundi vera ein hin størsti.
Tí er tað kanska ikki so løgið, at
Fólkaflokkurin ikki trýr upp á tað
privata initiativið – tað er kanska
meira í teoriini, at tað virkur?
Tað er ein løgin útmelding, at
tosa um, at »meiriluti er ikki fyri
privatisering«, tá ein flokkur er í tí
støðu, sum Fólkaflokkurin.
Liberalisman er kanska bara
hissini-liberalisma, sum bara virkar
viðhvørt og ikki fyri ein og hvønn?
Trýr ikki upp á privatisering
So hendi tað aftur, at augustar
endaðu uppi á landi – hesaferð
á jútsku vesturstrondini.
Leygardagin fingu donsku
savnsmynduglekarnir
boð
um, at ein augustur var
strandaður á Henne Strand,
sum er nakað norðan fyri
Esbjerg. Hann var deyður.
Sunnudagin komu so boð um,
at ein augustur afturat var
komin in á sandin einar 700
metrar frá staðnum, har hin
lá. Hann var á lívi, men doyði
í leygardagin.
Tað er ikki á hvørjum degi,
at hvalur ger landgongd á
donsku strondini, og fleiri
túsund fólk leitaðu sær til
Henne Strand um vikuskiftið
at hyggja at teimum.
Hvalaserfrøðingurin Thyge
Jensen, sum var og hugdi at
teimum báðum hvalunum í
gjár, sigur við TV2, at eingin
veit við vissu, hví hvalirnir
koma upp á land.
– Hetta er hent ofta fyrr.
Tað er eitt ella annað sosialt
við hvali, og tað kann vera or
søkin til, at teir strandaðu so
nær hvør øðrum, sigur danski
hvalaserfrøðingurin.
Teir báðir hvalirnir verða
fluttir til Keypmannahavnar,
har
teir
skulu
kannast
nærri. Teir verða skornir
upp, og beinagrindin verður
varðveitt.
Tveir augustar á land –
hesaferð í Danmark
Levi Mørk, sum borgarstjór
in og kommustjórin í Havn
alment hava hongt út sum
mistonktan fyri svik, er nú
so misnøgdur við viðferð
ina, hann fær frá Javnaðar
flokkinum í Tórshavnar bý
ráð, at hann er við at blíva
tjóðveldismaður.
Tað ger hann kunnugt á
Facebook:
– Fyrr var EG ein aktivur
Tjóðveldismaður, ja sum
heilt ungur. Tað dámdi mær
væl, har menn sum Petur
Reinert, Ovi Mikkelsen og
Erlendur Patursson vóru í
hásæti. Pápi mini umboð
aði eisini Tjóðveldi í 8 ár hjá
Vágs kommunu.
– Sum støðan er í løtuni,
føli eg ikki at EG skal vera
longri í Javnaðarflokkinum.
EG havi altið verið ein tjoð
skaparligur liberalur sos
ialist, og TAÐ forsvinnur
ikki. EG føli ikki ein pinn
uppbakning í mínum egna
flokki i løtuni av ti orøk, at
ein er meldaður. Halló EG
havi barst fyri øllum mín
um áhugamálum, og nógv
er framt í verki. Men EG føli,
sum EG ERI stungin av øll
um. Fari at ynskja tykkum
alt TAÐ besta i hesari sera
óhugnaligu tilveru.
Men UM tjðveldi ynskir
meg, eri eg til dystin fús,
líkamikið, hvat mín tilvera
blívur.
UM ikki ja, so havi EG nu
kunngjørt hvat EG føli og
meini. Gott vikuskifti øll.
Ymsar eru grundgeving
arnar fyri at skifta flokk.
Gerhard Lognberg bleiv
sambandsmaður, og Heðin
Mortensen bleiv javnaðar
maður.
Men tá tú ert tjóðskap
arligur liberalur sosialistur,
so kanst tú jú eisini vera
sambandskur
tjóðveldis
maður. Ella sum skaldið
segði:
– Sig okkurt skvaldur so
verður tú valdur...
Levi vil í Tjóðveldi
Virkar liberalisman hjá
Fólkaflokkinum bara viðhvørt?
Myndir: Polfoto