Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2014síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Jón Brian Hvidtfeldt Allar almennar nevndir og ráð skulu vigast av nýggjum fyri at meta um tørvin á teim­um. Tí fekk løgmaður fríggja­dagin eitt yvirlit á 147 síður, sum vísir allar tær 145 almennu nevndirnar við 743 nevndarsessunum, ið almennu Føroyar so ella so vara av. Samlaða útreiðslan til nevndarsamsýningar og fundarpengar er, sam­bært yvirlitinum hjá Løg­mans­ skrivstovuni, 14,3 milliónir krónur um árið. – Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvussu nógvar pengar vit skulu brúka til at umsita okkara lítla land, segði løg­ mað­ur í samrøðu við út­varp­ ið hjá Kringvarpinum um vikuskiftið. Kaj Leo Holm Johanne­ sen nevndi almennu tunn­ ils­feløgini sum dømi, og eisini varð almenni Fígg­ing­ ar­grunnurin nevndur sum dømi. – Skal hann vera verandi, ella eru hetta skipanir, sum bara sigla sín egna sjógv, spurdi løgmaður í samrøðuni við útvarpið. Endamálið við Fíggingar­ grunninum frá 1992 er eittans, nevniliga at eiga almennu partabrøvini í BankNordik. Men tann uppgávan skal ikki undirmetast, sambært Eyðuni á Rógvi, formanni í Fíggingargrunninum. – Tú kanst siga, at vit eru eitt millumlið millum polit­ isku skipanina og bankan. So­nevnda armslongdar prin­sippið skal haldast, og tí hevur tað týdning fyri polit­ isku skipanina, at Fíggingar­ grun­nurin liggur ímillum, argu­menterar Eyðun á Rógvi. Formaðurin í grunninum vísir á, at politikarar kunnu koma undir stórt trýst, eitt nú av ópopulerum av­gerð­ um hjá bankanum ella tí krøv av ymsum slag stinga seg upp. Eitt aktuelt dømi eru tænastugjøldini, ið BankNordik ætlaði at leggja á at kalla allar lønarkonti. – Politikarar kunnu vera ósamdir og ónøgdir. Men teir mugu ikki fara inn í bankan. Politiska skipanin má ikki kunna broyta avgerðir í bank­anum. Tað vildi verið ein skeiv leið at ganga, metir Eyðun á Rógvi. Nevndarformaðurin vísir á dømi úr Norra, har norski staturin eigur part av Norske Bank. – Har hevur man lagt dent á, at politiska skipanin skal ikki inn í bankan. Vit eru í líknandi støðu, sigur Eyðun á Rógvi. Ráðgevingin Sambært Eyðuni á Rógvi er javnan samband millum politisku skipanina, sum eigur 34 prosent av BankNordik, og Fíggingargrunnin. Eitt dømi var støðan, tá Eik Banki fór á húsagang. Tá var upp á tal, at al­ mennu Føroyar skuldu selja síni partabrøv í BankNordik og brúka pengarnar til at keypa Eik Banka. – Men tað var Fíggingar­ grunn­urin ímóti. Tað vildi ført við sær, at Fígg­ingar­ grunn­urin skuldi selt parta­ brøvini í BankNordik í óðum verki, og tað hevði ikki verið skila­gott, sigur Eyðun á Rógvi. Røddir hava verið frammi um, at tað almenna eigur at kapitalisera síni partabrøv í BankNordik og til dømis brúka pengarnar til stóru tunnilsætlanirnar, sum standa fyri framman við Eyst­ur­oyartunlinum og Sand­oy­ar­tunlinum. – Eg haldi ikki, at vit eru komin í ta støðu, at tað almenna eigur at selja parta­ brøvini. Til tað er kursurin heilt einfalt ov lágur, sam­ mett við veruliga virðið á bank­anum, sigur Eyðun á Rógvi. Sambært nevndar­for­ mann­inum er enn eingin fyri­spurningur komin frá polit­isku skipanin um at selja parta­brøvini og brúka peng­arnar til at fíggja undir­ sjóvar­tunlar. Fíggingargrunnurin forðar politiskari ávirkan Millum tungu postarnir á nevndaryvirlitinum hjá løgmanni er Fíggingargrunnurin frá 1992, sum kostar 45.000 krónur í nevndarsamsýning um mánaðin. – Grunnurin tekur trýstið á politisku skipanina, sigur Eyðun á Rógvi, formaður Endamálið við Fíggingargrunninum frá 1992 er at hava ábyrgd av partabrøvunum hjá lands­ stýrinum í BankNordik. Við dagsins kursi er virðið á BankNordik stívliga 1,2 milliard krónur, og almennu parta­brøvini tí verd smáar 400 milliónir. Nevndarlimirnir í Fíggingargrunninum eru valdir fyri trý ár í senn. Eyðun á Rógvi er formaður, og hini í nevndini eru Eyðfinn Færø, Eyðhild Skaalum og Hildur Gunnars­dóttir. Nevndarformaðurin fær 18.000 krónur um mánaðin, meðan hinir nevndarlimirnir fáa 9000 krónur um mánaðin. Harumframt kemur fundarpeningur. FAKTA 1 Klaus Pedersen Formaður P/F Føroya Tele 21,000 2 Jens Meinhard Rasmussen Formaður Smyril Line 21,000 3 Niels Mortensen Formaður P/F Atlantic Airways 20,000 4 Eyðun á Rógvi Formaður Fíggingargrunnurin 18,000 5 Finn Danberg Formaður P/F Føroya Lívstrygging 17,000 6 Kitty May Ellefsen Formaður P/F Vága Floghavn 16,000 7 Kaj Johannesen Næstformaður P/F Atlantic Airways 15,000 8 Jóhannus E. Hansen Næstformaður P/F Føroya Tele 15,000 9 Marjun Eystberg Formaður Framtaksgrunnurin 13,500 10 Andras Róin Formaður P/F Posta 13,000 11 Henrik Møller Formaður Vanlukkutryggingarráðnum 13,000 12 Høgni D. Joensen Limur Vanlukkutryggingarráðnum 13,000 13 Gunnleyg Árnafjall Næstformaður P/F Føroya Lívstrygging 12,750 14 Eyðfinnur Jacobsen Formaður ALS-Stýrið 12,000 15 Evy Jacobsen Næstformaður P/F Vága Floghavn 12,000 16 Aibritt Klausen Limur P/F Føroya Tele 10,500 17 Christian Joensen Limur P/F Føroya Tele 10,500 18 Fanny Petersen Limur P/F Føroya Tele 10,500 19 Janus Djurhuus Limur P/F Føroya Tele 10,500 20 Ulla Stenberg Limur P/F Føroya Tele 10,500 21 Hendrik Egholm Limur Smyril Line 10,500 22 Linda Bjørk Gunnlaugsdóttir Limur Smyril Line 10,500 23 Teitur Poulsen Limur Smyril Line 10,500 24 Ingi S. Joensen Limur P/F Atlantic Airways 10,000 25 Olaf S. Poulsen Limur P/F Atlantic Airways 10,000 26 Søren Jespersen Limur P/F Atlantic Airways 10,000 27 Tezz T. Ohlsson Limur P/F Atlantic Airways 10,000 28 Reidar Nónfjall Næstformaður P/F Posta 9,500 29 Eyðfinn Færø Limur Fíggingargrunnurin 9,000 30 Eyðhild Skaalum Limur Fíggingargrunnurin 9,000 31 Hildur Gunnarsdóttir Limur Fíggingargrunnurin 9,000 32 Gunnleivur Dalsgarð Limur P/F Føroya Lívstrygging 8,500 33 Kari Petersen Limur P/F Føroya Lívstrygging 8,500 34 Palli Petersen Limur P/F Føroya Lívstrygging 8,500 35 Aibritt á Plógv Limur P/F Posta 8,500 36 Jens Peder Jensen Limur P/F Posta 8,500 37 Joan B. Poulsen Limur P/F Posta 8,500 38 Magnus Hentze Limur P/F Posta 8,500 39 Sverri Hansen Formaður Búskaparráðið 8,000 40 Birita Ludvíksdóttir Formaður Høvuðsbarnaverndarnenvdi 8,000 41 Johan í Niðristovu Limur P/F Vága Floghavn 8,000 42 Tom Silvurdal Limur P/F Vága Floghavn 8,000 43 Rúni Heinesen Formaður Stýrið fyri Kringvarp Føroya 7,500 44 Jóannes Eidesgaard Limur Føroya Realkreditstovnur 7,347 45 Unna S. Vang Næstformaður Føroya Realkreditstovnur 7,347 46 Virgar Dahl Formaður Føroya Realkreditstovnur 7,347 47 Johan Mortensen Formaður Húsalánsgrunnurin 6,000 48 Suni Schwartz Jacobsen Formaður Virðisbrævamarknaður 6,000 Tilsamans 525,791 Sambært uppgerðini hjá Løgmans­skriv­ stovuni gjalda almennu partafeløgini mest í nevndarsamsýningum. Hesi fáa millum 6.000 og 21.000 krónur um mánaðin fyri at sita í nevnd ella ráð, sum landið varðar av: Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum frá 1992