Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Tann 7. desember 2010 sendir Hans Haraldsen, stjóri í HMP Consult millum øðr­u­m Inn­lendis­mála­ráð­ num skriv, har hann setir álvars­ligar spurningar við trygd­ina í ætlaða Skála­fjarð­ ar­tunlinum. Hetta endar við einum fundi millum Hans Haraldsen, HMP Con­ sult, Kaj Johannesen, Inn­ lendis­mála­ráðið og Heina Eystur­oy, Landsverk. Hans Harald­sen metur ikki, at tann váðametingin, sum er gjørd av norsku fyritøkuni SIN­TEF og donsku Ranböll í samband við Skál­a­fjarð­ ar­tunnil­in, er fullfíggjað. Hann vísir millum annað á, at trygdarkrøv eru vorð­in strangari í flestu euro­pe­ iskum londum eftir at fleiri stór­ir eldar hava verið í evro­ pe­isk­um tunlum. Ífylgi fund­ar­frá­greið­ing­ ini vísir Kaj Johannesen frá Innlendismálaráðnum á, at "HH tosaði um trygd eft­ir EU-normum (sic) ella øðr­ um normum enn teim­um, sum nýttir verða í Før­oy­um, nevniliga teimum norsku. (...) Mann hevur hild­ið seg til at seta somu krøv, sum sett verða í Noreg í sambandi við tunnilsgerð við tí trygd­ ar­støði, ið tað sam­stundis inni­ber." Kritikk­ur­in hjá Hans Haraldsen verður altso skúgvaður til viks við tí grund­geving, at hann ikki fylgir norskum normum. Her verð­ur somuleiðis staðfest, at før­oyingar fylgja norskum normum. Men um føroyingar fylg­ du norskum normum, áttu teir at hildu seg burtur frá at gera eina rundkoyring undir Skálafjørðinum. Síð­an 2006 hava norsku veg­myndug­ leik­ar­nir nevniliga mælt frá at nýta rundkoyringar í tunl­ um. Fingu ráð frá norðmonnum Júst av tí at Landsverk upp­ runa­liga var ímóti rund­ koyr­ingini, vendu teir sær til norsku samstarvsfelagirnir, Statens vegvesen og bóðu um ráð, tá teir sóu uppskotið frá PF Skálafjarðatunnilin. Teir spurdu norðmenn, hvat teirra ásetingar eru. Í svarinum tekur Statens veg­ vesen ikki støði í Eystur­oy­ ar­tunli­num, men greiðir frá hvussu teirra ásetingar ljóða. Her stendur millum ann­ að, at norsku ásetingar eru broyttar frá í 2002 at eita: "kryss i tunnel skal alltid godkjennes av Veg­direk­ tor­at­et" til "kryss i tunnel skal unngås, og unn­tak skal altid godkjennes av Vegdirektoratet i en tidlig plan­fase." Tað vil siga, at sum út­ gangs­støði, skal ein rund­ koyring ikki gerast í tunnli. Undan­tøk skulu góðkennast tíð­liga í gongdini og hetta merk­ir í praksis, at nógvar rund­koyr­ingar verða steðgaðar, áðr­enn umsóknir verða send­ar til góðkenningar hjá Veg­ direktor­atet, sum koyrir eina restriktiva praksis á øki­num. Tað er serliga eftir at eldur hev­ur verið í fleiri tunlum í Europa, at europeisku lond­ ini eru farin at taka betur atlit til trygdina. Týskland og Frakland hava nógv stranga­ ri krøv til trygdina enn til dømis Noreg, og einasta or­ søk til, at ES ikki hevur áset­ ing­ar um tunlar er, at hetta ikki er aktuelt, ljóðar tað í skrivinum frá Statens veg­ ves­en. "EU-direktivet om tunnel­ sikkerhet nevner ikke kryss i tunnel direkte. Årsaken til dette er at spørsmålet stort sett er uaktuelt i Europa. Man ser svært gjerne at av­ tale­landene er restriktive." Eysturoyartunnilin hevði dumpað Í skrivinum frá Satens veg­ ves­en stendir: "Kryss i tunnel skal som hovedregel generelt unn­ gås, og unntak skal all­tid godkjennes av Veg­direkt­or­ atet i en tidlig planfase. Slik står det i våre vegnormaler. Veg­direktoratet er god­kjenn­ ings­myndighet. Vi følger en restriktiv praksis. Det er Hóast norðmenn mæla frá at brúka rundkoyringar í undisjóvartunlum eru undantøk. "T-forbindel­ sen" sum lat upp í september 2013 knýtir Haugesund-región­ina saman. Tunnil­in um­fat­ ar tveir undir­sjóv­ar­tunl­ a­r und­er Karm­sundi og Førres­fjørð­in - tilsamana kallað Karm­øy­tunnil­in. Tunnilin er um­leið 8,9 km í alt, við ein­um armi til Fosen i Kar­m­øy. Hesin tunnilin er júst gjørd við eini rund- koyring, men her er rund­koyringin undir eini oyggj. Metingin var, at alternativið var verri fyri trygdina, tí tað vildi við­føra alt ov brattar brekk­ur, og at vansin við teimum vildi verið størri, enn vansin við eini rundkoyring. Av tí at rund­koyringin er undir eini oyggj er møguligt at hava eina venitlatión í runkoyringini. Ein út­ luft­ing í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum er ikki møgulig, tí hon er und­ir havinum. Norskur tunnil við rundkoyring Fylgja ikki norskum Innlendismálaráðið skúgvaði í 2011 spurningar frá eldserfrøðinginum Hans Haraldsen til viks við tí grundgeving, at hann gekk eftir ES trygdarásetingum, meðan føroyingar ganga eftir norskum ásetingum. Eysturoyartunlinum er tó eisini í stríð við norsku ásetingarnar. Tað vísa skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í