Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt sjaldan skitið bragd Uppskotið frá Bjarna Djuurholm, tingmanni, um, at Løgtingið skal lóggeva Bjarnasa røttu útgávu av stavraðnum ígjøgnum, hevur Hendrik Old, tingmaður, lagt fram. Jonhard Mikkelsen Nú ræður bara um at fáa eina formliga fyrstu viðgerð av málinum, so verður tað beint í mentanarnevndina. Og sí! Hvør situr sum for­ mað­ur har? Har situr Bjarni Djurholm, tingmaður, og tekur ímóti sínum egna upp­ skoti og fer at viðgera tað við vælvild. Brævið frá Bjarna til Hendrik, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hev­ur orð­ að, fer at fáa ser­stak­liga góða við­gerð í mentanar­nevnd løgtingsins. Soleiðis ber til at arbeiða í løgtinginum. Soleiðis virk­ ar valdsmisnýtsla eisini. Tú brýtur vanligar manna­ gongdir, tá ið tú ikki vinnur, og trýstir tínar egnu hugsanir ígjøg­num við at misnýta tað vald, tú hevur fingið litið upp í hendur. Soleiðis gera tey valdssjúku, ið ikki kenna sær hógv og fara út um øll mørk. Føroyska stavraðið er bara eitt málfrøðiligt mál. Tað er leyst av politikki, tíð­ ar­bundnum hugskotum og hug­burði hjá fólki. Stavraðið skal tí ikki verða viðgjørt á tingi. Tað er samtykt á tingi 12. mai 2012, at stavraðið skal ikki verða viðgjørt á tingi. Men nú er tað kortini ting­mál, tí Sjúrur Skaale og Bjarni Djuurholm og Hen­ drik Old ikki finna seg í, at málráðið ikki hevur somu áskoðan sum teir. Teir eru eirindaleysir í síni valds­mis­ nýtslu. Vald korrumperarar. Hesir fiflararnir hava sitið so leingi við valdinum, at teir halda seg kunna gera sum teimum lystir. Tann 12. Mai 2012 samtykti løgtingið løtingslóg um málráð. § 1. Málráðið er málrøktar- og málmenningarstovnur, skip­aður undir lands­stýr­ in­um og í virksemi sín­um óheftur av politisku skip­an­ ini. § 2. Málráðið hevur til enda­máls: 1) …2)… 3) at áseta føroyska stavseting § 5. Málráðið ger niður­ støður í málspurningum. Málráðið knæsetti stav­ raðið í fjør. Hetta var grund­ ar­lagið, sum alt annað máls­ligt arbeiði skuldi verða grundað á. Tað varð greitt og ruddiligt, tað beindi fyri ivaspurningum og staðfesti stavsetingar­ loysnina, ið náms­frøðiliga er tann rættasta og tann ein­ faldasta. Lóg við klausuli á, hvat lógarsmiðirnir halda, at ráðið skal halda Tað ber ikki til hjá tinginum at samtykkja eina lóg við einum klausuli sum hesum: “Vit, sum hava samtykt lóg­ ina um málráð, halda, at málráðið skal gera sum vit halda. Vit halda, at danskt abc skal vera í gildi í Føroyum við føroyskum stavum uppií.“ Málráðið kom fakliga til aðra niðurstøðu og helt ikki tað sama sum tey, ið høvdu samtykt lógina. Fyri málráðið snúði tað tað seg um málfrøðiligar grund­gev­ ingar. Einki annað. Tí varð ongantíð gáað um, at valds­ havararnir ætlaðu at trýsta ráðið at koma til ávísa niður­ støðu. Men tað hevur verið ætl­ anin. Ber hetta til, so tek­ur løgtingið seinastu sikring­ arnar úr okkara annars so illa tiltuskaða fólkaræði. Mørk eru eingi longur. Alt er flaknað. Alt ber til. Ongar reglur virka. Treyt­ in fyri at reglur rigga er, at tær verða virdar. Hjá okkum verða ongar reglur verða virdar, tí endar alt í kaos. Stavraðið er grundar­ lagið undir øllum Málráðsarbeiðinum Fyri at kunna áseta føroyska stavseting var neyðugt at hava stavraðið greitt fyrst. Formliga avgerðin um stavraðið varð tikin, tí hon er grundarlagið undir øllum arbeiðinum, Málráðið skal gera. Øllum. Og nú tosa vit ikki um hiss­ini tíðarrák ella mein­ ing­ar hjá einstaklingum, men eina ósvitaliga, eintýdda skip­an, sum tryggjar, at alt skrivligt samskifti á før­oysk­ um heldur seg til somu reglur. Her skal einki ivamál vera. Tú sært somu stavseting í orðabókum, skúlabókum, lógar­tekstum, almennum skjølum o.sfr. Sama hvussu føroyskt rekur, sama hvør ávirkanin er á tað, og hvussu tað gevur seg, er stavraðið grundfest. Tað eiga øll at fegnast um, tí tað er tað akkersfestið, ið krevst, so ikki alt fer á glið, sum alt annað tykist fara her á landi. Nú, fimm dagar, áðrenn endalig avgerð verður tikin um seinastu nøvnini í nýggja atlasinum, kemur Hendrik Old, tingmaður, og sigur: Oku­r dáma ikki niðurstøðuna hjá Málráðnum, tí fara vit tingfólk at taka tykkum av ræði og atkvøða okkara meining ígjøgnum í ting­ in­um, hóast tingið hevur sam­tykt og staðfest í lóg, at hetta ikki skal verða viðgjørt í tinginum. Ber tað til? Vit hava sæð nógv dømi um valdsmisnýtslu hesi árini, Kaj Leo hevur sitið í evsta embæti landsins. Valds­mis­nýtsla verður hild­ in skák­mát við sterkum løg­ manni. Føroyar hava ongan­ tíð havt so veikan løgmann, og tað sæst eina best á tí valdsmisnýtslu, sum nú breið­ur seg sum krabbi í all­ ari skipanini. Ein og hvør kritlari slepp- ur at fremja síni lokabrøgd. Reglur, ið ikki verða virdar, eru einki verdar. Hvør kann garantera, at tað er í lagi, at reglurnar ikki verða hildnar? Løgmaður. Løgmansembætið, sum eigur at síggja til, at reglurnar verða hildnar, er nú vorðið embætið, ið tryggjar, at tað er í lagi, at reglur ikki verða hild­nar. So langt er tað kom­ ið. Kritlararnir hava góðar dagar, tí teir vita, at eftirlit er einki við nøkrum longur. Hetta man vera tað næsta, vit kunnu koma einum skyn- demokratiskum anarkii. Mín meining um alfabetið Talumál og skriftmál eru ein viðbrekin symbiosa Kári M. Mortensen Øll munnu vita, at talumálið kom áðrenn skriftmálið, og at talumálið burturav er týdn­ingarmesta amboðið hjá hvørjum einstøkum av okk­ um at samskifta við. Vit vita eisini, at skriftmálið hevur ómetaliga stóran týdning. Tað er sjálvt grundarlagið undir okkara framkomnu civilisatión. Í Føroyum skulu vit hava eitt livandi talumál og eitt sterkt skriftmál, sum dynamiskt og kreativt lagar seg til talumálið. Livandi talu­mál, so at øll, sum tosa før­oyskt, skulu føla seg væl uttan mun til, um tey mál­ bera seg á “røttum før­oysk­ um” ella við ramastu valara­ dialekt, og sterkt skriftmál, tí at skriftmálið allatíðina skal lofta og rúma talumálinum og seta tað í neyðugar ramm­. ur. Alfabetið er eitt praktiskt amboð Alfabetið ella stavraðið er ein listi við øllum teimum bókstavunum, sum eru neyð- ugir fyri at skriva føroyskt og øll hini málini, sum vit dagliga eru í kontakt við. Hyggja vit at alfabetunum í Europa, síggja vit, at øll okkara grannalond nýta tað latínska alfabetið – tað er stórt sæð allir bókstavirnir á knappaborðinum í øllum teldum og fartelefonum. Einasta undantakið er Ísland, har c,q,w og z eru strikað (tó ikki á knappaborðunum!). C,Q,W,X,Z í gerandisdegnum Eg havi í mínum arbeiði sum lærari í matematikk, kemi og biokemi og sum orku­ráð­ gevi dagliga brúk fyri øllum alfabetinum. Hvussu skulu vit samskifta utt­an t.d. cm (centimetrar), x-ás, cos (cosinus), oC (gradir Celsius), Zn (Zink), C (Carbon), x-kromo­som, C-vitamin og kW(kiloWatt)? Q er kanska tann minst nýtti av hesum bók­stav­un­um. Men í fremm­ anda­málum, sum vit læra, er hann meira van­ligur, og q er við í latínska alfabetinum, ið sum nevnt øll tey europeisku londini nýta. Tað eru nóg góðar grundir til, at q eins og c,w,x og z skulu vera í før­ oyska alfabetinum. Málráð á skeivari kós Í Føroyum vil eitt mál­ráð strika c,q,w,z og so meira víð­gangandi enn Ís­land har­aftrat x. Grund-gev­ ing­arnar virka ikki serliga sann­førandi. Tað allarminst sann­førandi er, at tað skal vera “loyvt” at brúka hesar stavirnar, teir skulu bara ikki vera í alfabetinum?? Mær tykir, at støðutakanin meira er ideologisk enn mál­ frøðilig. Men ein støðu­takan, sum hevur so bland­aða undirtøku, sum hend­an, er ikki heppin fyri væl­meinta tjóðarbygging. Eisini er fryktandi fyri, at skerda alfabetið verður brúkt sum grundgeving fyri at hava serføroysk nøvn og stavimátar í nýggja før­oyska skúlaatlasinum. Nøvn, sum víkja ørkymlandi nógv frá inter­nationalari navna­gev­ ing. Alfabetið og málið skulu vera inkluderandi Tað er heilt avgerandi, at vit øll føla okkum heima bæði í tí talaða og í tí skriv­ aða málinum. Alfabetið og málið skulu ikki vera eksklu­ derandi – tey skulu ikki útihýsa bókstavum, orð­um og nøvnum, heldur skulu tey vera inkluderandi – fevn­ andi. Føroyska alfabetið skal vera kompatibult við onnur alfabet, stavimátarnir skulu vera rúmligir, úrvalið av orðum – føroyskum, gomlum føroyskum, fremmandorðum og nýorðum skal vera so stórt, sum tað er brúk fyri. Og brúk er fyri, at her er høgt til loft og vítt til veggja, eisini í málsligum spurn­ ingum. Tórshavn 15. februar 2014