mánadagur 17. februar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MATMENTAN
Løgtingslóg
nummar
58 frá 26. mai 2010 um
matvørur v.m.
Nógv umstrídda mat
vørulógin er ikki nýggj.
Hon varð undirskrivað at
Kaj Leo Holm Johanne
sen, løgmanni, tann 26.
mai 2010 og kom í gyldið
dagin eftir. Sostatt hevur
hon havt virkna í skjótt
fýra ár. Men eitt undantak
hevur verið í lógini, sum
fellur
burtur
næsta
summar.
Talan er um Grein 60,
stykki tvey, sum er soljóð
andi:
»Framleiðsla, viðgerð,
marknaðarføring og søla
av føroyskum seyða- og
neytakjøti til endabrúkar
an umvegis heil- ella smá
sølu verður tó framvegis
regulerað eftir galdandi
siðvenju smbrt. løgtings
lóg nr. 46 frá 21. juni 1985
um matvørur v.m. til 1.
juni 2015«.
Harvið verður á hasum
økinum virkað eftir eini
lóg, sum næstan 29 ára
gomul – men tað verður
broytt í juni næsta ár, tá
skiftistíðin er av og hetta
undantakið fellur burt
ur, og kravið um eitt nú
løggildar hjallar verður
veruleiki. So um tú skalt
selja ræst ella turt til mat
stovur og handlar skal tað
vera frá góðkendum hjalli
(og sláturvirki).
Grein
eitt
í
fyrsta
kapitul í matvørulógini er
annars soljóðandi:
»Endamál lógarinnar
er at tryggja brúkarunum
heilsugóðar matvørur við
góðari góðsku, verja brúk
ararnar móti villleiðing,
eitt nú ovurrós í sambandi
við marknaðarføring av
matvørum v.m., at frem
ja
heilsugóðar
matar
vanar og soleiðis gera
sítt til at tryggja mat
vøruframleiðarum
og
handilsfólkum rímiligar
og einsháttaðar treytir og
at fremja føroyskan mat
vøruútflutning.
Hetta
skal stuðlast við einum
virknum og tørvsvendum
almennum eftirliti av øll
um liðum í framleiðslu
og umsetningi av mat
vørum«.
Rólant Waag Dam
Arbeiðsbólkur um matvøru
trygd og matvinnumenning.
Tað er navnið á bólkinum,
sum landsstýrismaðurin við
Vinnumálum, Johan Dahl,
hevur sett at viðgera spurn
ingar um matvøru-framleiðs
lu úr føroyskum neyta- og
seyðakjøti.
Arbeiðsbólkurin er settur
ásanandi, at tað er ein stúran
í
matstovuvinnnuni
fyri
avleiðingunum av matvøru
lóggávuni, tá verandi undan
tøk í lógini fella burtur í
juni 2015. Tá skal føroyskt
neyta- og seyðakjøt, sum er
ætlað at selja í handlum og
matvørum, verða úr løggild
um hjallum.
- Arbeiðsbólkurin hevði
sín fyrsta fund 31. januar
og fer at handa landsstýris
manninum sítt tilmæli í apríl,
sigur Oyvindur av Skarði,
formaður í arbeiðsbólkinum.
Hetta tilmælið skal koma
við ítøkiligum loysnum, ið
kunnu gera tað einfalt hjá
framleiðarum at halda áset
ingarnar í matvørulógini.
Matvinnumenning
Arbeiðsbólkurin hevur ikki
fingið til uppgávu at gera
uppskot til lógarbroytingar.
- Vit skulu heldur lýsa
veruligu umstøðurnar og
gera uppskot til, hvussu
stóra matmenningin, sum
hevur verið seinnu árini
kann halda fram, eisini tá ið
undantøkini í matvørulógini
ganga út í 2015, og helst føra
til størri og meiri fjáltáttaða
vinnuliga framleiðslu, enn
vit hava í dag, sigur Oyvindur
av Skarði.
Hann upplýsir, at arbeiðs
bólkurin ikki kom til nakra
niðurstøðu eftir fyrsta fund
in, men at fleiri fundir verða,
áðrenn
tilmælið
verður
handað Johan Dahl, lands
stýrismanni, í apríl.
Arbeiðsbólkur
kemur við
loysnum
Sum eina beinleiðis avleiðing av óttanum fyri komandi matvørulógini,
er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal koma við uppskotum,
hvussu stóra matmenningin, sum hevur verið seinnu árini, kann
halda fram, tá undantøkini í matvørulógini ganga út í 2015
Arbeiðsbólkur um matvørutrygd og matvinnumenning.
Vinnumálaráðið: Oyvindur av Skarði, formaður
Sláturhúsini: Alberg Gaardlykke
Heilsufrøðiliga starvsstovan: Elspa Petersen og Óluva Niclasen
Kokkayrkið: Leif Sørensen
Bóndafelagið: Siggert Paturson
Útoyggjafelagið: Olga Biskupstø
Fakta
HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN
Tórshavn, hin 28. september
2011
Málnr.:-201100415-1
Útgáva1
Síða 1 av 1
Vegleiðing
Innrætting av hjalli at turka kjøt í
Endamál:
Turking av seyðakjøti, skera sundur, pakka til sølu til
endabrúkara.
Alment:
Farast skal ikki undir turking ella ræsing av kjøti, um ov
lýtt er í veðrinum.
Staðseting:
Hjallurin skal standa á slíkum stað, at dálking frá øðrum
virksemi ella frá lendinum rundanum ikki verður borin at
kjøtinum. Eisini má hann standa soleiðis fyri, at góður
gjóstur fæst.
Hølir:
Forrúm við hondvaski
Turkirúm
Pakkirúm
Goymsla til pakkitilfar
Innrætting:
Innrætting av hjalli skal tryggja, at temperaturin í
kjøtinum so vítt gjørligt fellur javnt niður um 7º C. Hitin
í hjallinum skal skrásetast dagliga.
Turkirúm skal vera við rimum á minst 2 síðum,
so at luftskiftið er støðugt og ótarnað.
Rúmið má vera so stórt, at krovini ikki nerta við
hvørt annað, og ikki koma at útveggi.
Hjallurin skal vera vardur ímóti skaðadjórum:
vera rottu- og músatættur, hava flugunet fyri
rimar
flugulampu í forrúmi, og skipan fyri týning av
rottu og mús.
Forrúm skal vera, soleiðis at atgongd ikki er til
turkirúm beinleiðis uttanífrá.
Forrúm skal um neyðugt hava hóskandi pláss og
útgerð at skera sundur og pakka við.
Útbúnaður:
Handvask skal vera í forrúmi, við flógvum
vatni og ikki handstýrdum krana. Flótandi
sápa, pappírshandklæði og ruskílat skulu
vera við hondvaskið.
Tilfar:
Veggir, loft, gólv og útgerð til at hongja kjøt
á skulu vera úr hørðum,sløttum tilfari, ið ikki
drekkur vatn í seg, ikki gevur skaðilig evni
frá sær, og sum er lætt at halda reint.
Frárensl skal vera í gólvi í turkirúmi. Um
gólvið er rimagólv, skal undirlendið vera
asfalterað ella stoypt.
Ruskrúm ella bingjustað skal kunna spulast.
flugulampu í forrúmi, og skipan fyri týning
av rottu og mús.
Forrúm skal vera, soleiðis at atgongd ikki er
til turkirúm beinleiðis uttanífrá.
Forrúm skal um neyðugt hava hóskandi pláss
og útgerð at skera sundur og pakka við.
Reingerð:
Áðrenn turkingin byrjar, skal hjallurin vaskast og
sóttreinsast og vera turrur.
Persónligt reinføri:
Arbeiðsfólk skulu hava hóskandi
arbeiðsbúna, sum skal vera reinur.
Atgongd skal vera til starvsfólkavesi, ið ikki
er partur av privata húsarhaldinum í
tíðarskeiðinum, hjallurin er í brúki.
Annað:
Meðan kjøt hongur í hjallinum, skal ongin onnur vøra
vera inni.
Mint verður á, at hetta eru vegleiðandi krøv til innrætting.
Mett verður um hølisviðurskiftini og endalig avgerð verður tikin í hvørjum einstøkum føri.
Matvørulógin