mánadagur 17. februar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rólant Waag Dam
- Tað er avgjørt ikki meining
in við hesum. Tað ger Bárður
Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu
starvsstovuni, púra greitt,
tá hann verður fyrihildin
atfinningarnar frá Mortan
í Hamrabyrgi. Hesar atfinn
ingar siga millum annað, at
matvørulógin, sum er á veg
úr Vinnumálaráðnum, fer
at forkoma føroyskari mat
mentan.
- Hetta snýr seg um
grundleggjandi reglur um
reinføri, og at øll lið í fram
leiðsluni skulu vera góðkend.
Hvør góðkenning er serstøk,
og talan er um vegleiðandi
krøv, sigur Bárður Enni og
leggur aftrat:
- Vit eru altíð til at tosa
við.
Hann kennir seg tískil ikki
aftur í atfinningunum frá
eitt nú Mortan í Hamrabyrgi,
sum hann hevur ført fram á
Facebook-bólkinum
Gas
tronomi í Føroyum, og sum
verða endurgivnar aðrastað
ni á hesum síðum.
- Eg haldi, at tey síggja
trøll á alljósum degi. Talan
er um einfaldar reglur, sum
siga, at allur matur, ið skal
seljast, skal koma frá góð
kendum støðum, sigur Bárð
ur Enni.
Í vegleiðingini frá Heilsu
frøðiligu
starvsstovuni,
”Innrætting av hjalli at turka
kjøt í”, er eitt av vegleiðandi
krøvunum, sum tað eitur,
at eitt høli knýtt at hjalli
num skal hava eitt forrúm
við hondvaski, við flógvum
rennandi vatni, ikki hand
stýrdum krana, flótandi sápu
og pappírshandklæðum.
Leif Sørensen førir aðra
staðni á hesum síðum fram,
at ov nógv fokus er á fysisku
karmarnar. Til dømis er eitt
krav um eitt hondvask ikki
nøkur trygd í sjálvum sær.
Tað ásannar Bárður Enni
og sigur, at tað sjálvandi fylg
ja skyldur við einum løggild
um hjalli.
Rólant Waag Dam
Heilsufrøðiliga starvsstovan legg
ur dent á, at vegleiðingin Inn
rætting av hjalli at turka kjøt í
frá 28. september 2011 er ein veg
leiðandi krøv til innrætting. Mett
verður um hølisviðurskiftini og
endalig avgerð verður tikin í hvørj
um einstøkum føri.
Men svart upp á hvítt, so er
talan um umfatandi krøv og víð
fevndar broytingar, sum skulu
gerast við hjallin – um hann
annars er háttaður sum hjallar
flestir – fyri at fáa góðkenningina
sum løggildur hjallur.
Nøkur av krøvunum
Vegleiðingin leggur millum ann
að upp til, at hjallurin telur fleiri
rúm. Eitt forrúm, eitt turkirúm,
eitt pakkirúm og eina goymslu til
pakkitilfar.
Tá tað kemur til sjálva inn
rættingina, eru eisini fleiri krøv.
Millum annað skal turkirúmið,
tað vil siga hjallurin, hava rimar
í minst tveimum síðu, sum skal
tryggja støðugt luftskifti. Somu
leiðis skal hann vera so mikið
stórur, at krovini ikki nerta hvørt
annað, ella við útveggin, umframt
ymiskt annað.
Um útbúna verður sagt, at
»... handvask skal vera í forrúmi,
við flógvum vatni og ikki hand
stýrdum krana. Flótandi sápa,
pappírshandklæði
og
ruskílat
skulu vera við hondvaskið«.
Hvat reingerð viðvíkur verður
sagt, at áðrenn turkingin byrjar,
skal hjallurin vaskast, sóttreins
ast og vera turrur.
Og so skal eingin onnur vøra
inni, meðan kjøt hongur í hjalli
num.
Hjallur við krana og
pappírshandklæði
MATMENTAN
Svart upp á hvítt tykist vegleiðingin
um innrætting av hjallum at turka
kjøt í umfatandi. Rennandi vatn,
flótandi sápa og pappírshandklæði
eru nøkur av krøvunum
Grundleggjandi reinføri
- Hetta snýr seg um grundleggjandi
reglur um reinføri, og at øll lið í
framleiðsluni skulu vera góðkend.
Hvør er góðkenning er serstøk,
og talan er um vegleiðandi
krøv, sigur Bárður Enni, stjóri á
Heilsufrøðiligu starvsstovuni
- Vit eru
altíð til at
tosa við
Bárður Enni