Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Leif Sørensen hevur um nak­ ar gingið á odda, tá tað kem­ ur til kveikja nýtt lív í før­ oyska matstovuvinnu. Men hann telist eisini mill­um teirra, sum stúra fyri av­leið­ ingunum av mat­vøru­lógini, sum kemur í gildið í juni 2015. - Sjálvandi ynskja øll trygd. Spurningin er, hvussu vit skipa trygdina? Ólukkan kann verða, at vit lóggeva okk­um úr tí og sterilisera alla føroyska matmentan. Tí so missa vit alt á gólvið, og mentan­in hvørvur innanfyri fá ár, sigur Leif Sørensen. Kunning framum lógir Leif Sørensen vísir á, at tað eru einans tvey góðkend slátur­virki og tveir góðkendir hjall­ar. - Um tað eisini verður gald­andi framyvir, so verður illa statt. Tí tá verður trupult at fáa fatur í serligu vøruni. Tað er heldur ikki vist, at tey, sum reka sláturvirkini, hava skil fyri hesum ella hava áhu­ ga fyri matmentan, vísir Leif Sørensen á.. Hann sær ikki ein bein­ leiðis trupulleika í, at hjall­ ar ikki hava til dømis eitt forrúm við hondvaski ella eitt eina goymslu til pakki­ til­far, sum vegleiðingin frá Heilsu­frøðiligu starvs­stovu­ ni annars áleggur. - Her manglar vitan á øki­ num. Tá fólk vita ov lítið, so lóggeva vit okkum bara burt­ur úr tí. Tað tykist sum um, at vit lóggeva bara fyri at vera vís í, at onki hendir, sigur Leif Sørensen, sum ynsk­ir upplýsing á økinum fram um lógir. - Tað sum er umráðandi, er kunning. Vit kundu kravt, at bóndur møttu til skeið, so teir lærdu um teir vandar, sum er. Soleiðis gerast teir til­vit­aðir um tað, heldur enn at vit fokusera upp á karmar, vís­ir Leif Sørensen á. - Eg trúgvi upp á gomlu mat­mentanina. Tað hevur rigg­að væl gjøgnum øldir, og vit hava næstan eingin óhapp havt. Tær ólukkur, sum eru hendar, har vita vit eisini, hví tað er hent, sigur Leif Sørensen og nevnir sum dømi, at tað upp á ongan máta er ráðiligt at koyra kjøt í ein posa og leggja tað í ein kjallara. - Tá endar tað galið! Mentanin er broytt Verður tað soleiðis, sum Leif Søren­sen stúrir fyri, at vit einans koma at hava tvey góð­kend sláturvirki og tveir góð­kendar hjallar, so minkar fjøl­broytni í føroysku mat­ mentan­ini munandi, heldur hann. - Tá sigur seg sjálvt, tí tá minkar útboðið. Taka vit bara garnatálg sum dømi, so er tað so ótrúliga ymiskt, hvussu tað verður gjørt kring landið. Fer tað á eitt virkið, so verður tað ofta stand­ar­diserað og moder­ni­ ser­að, og harvið hvørvur tað gamla, sigur Leif Sørensen og leggur aftrat, at mentanin lon­gu nú er nógv broytt. - Í Havn keypa fólk ikki heil krov longur, men bara kjógv. Tað gongur skjótt skeiva vegin. Og fara vit eisi­ ni at lóggeva á henda hátt, so gong­ur tað skjótt galið, ger Leif Sørensen greitt. Og sambært honum, so hava vit allar møguleikar at halda lív í gomlu mentanini, sum sambært honum stend­ ur fyri falli. - Føroyskur matur er áhuga­verd­ur. Og føroysk mat­stovu­vinna kann halda lív í eini aldargamlari ment­ an. Sleppur vinnan ikki tað, so kann føroyska mat­men­ tan­in hvørva fult og heilt, sigur Leif Sørensen. MATMENTAN Matvinna kann bjarga matmentan Føroyskur matur er áhugaverdur. Og føroysk matstovuvinna kann halda lív í eini aldargamlari mentan. Sleppur vinnan ikki tað, so kann føroyska matmentanin hvørva fult og heilt. Tað heldur Leif Sørensen, kokkur Tað gongur skjótt skeiva vegin. Og fara vit eisini at lóggeva á henda hátt, so gongur tað skjótt galið Leif Sørensen