mánadagur 17. februar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rólant Waag Dam
Mortan í Hamrabyrgi, sum er
matkennari og hevur skrivað
nógv um mat í Føroyum,
ávarar í hesum døgum før
oyingar og heitir á teir, um
at venda sær beinleiðis til
løgtingsfólk við eini áheitan
um at steðga eini matvøru
lóggávu, ið er ávegis.
- Teir sita í hesum døgum,
í tí dulda í skrivstovum í
Havnini, og forsegla lóg
gávuna, ið fer at seta so
nógvar forðingar fyri at ræsa
og turka í Føroyum sum vit
kenna tað í vinnuligum høpi,
at hetta fer at gerast end
in á hornasteininum í før
oysku matmentanini, skriv
ar Mortan í Hamrabyrgi og
sipar til tað ræsta í føroysk
um mati.
Hetta
skrivar
Mortan
í Hamrabyrgi í Facebook-
bólkinum Gastronomi í Før
oyum. Ein bólkur, sum hann
hevur stovnað og sum hevur
til endamáls at lýsa, viðgera
og ikki minst menna føroys
ka matmentan.
Hesir
bólkurin
hevur
væl omanfyri 4300 limir –
og hesir hava allir fingið
eina beinleiðis áheitan frá
Mortani í Hamrabyrgi, sum
harmast um lógina, ið er á
veg.
- Eingin hevur biðið um
hesa lóggávu, eingin hevur
ynskt hana. Eingin tørvur
er á henni. Tvørturímóti
hava stórt sæð allir partar í
matmentarliga heiminum í
og uttan fyri Føroyar víst á
vandanum við at seta slíkar
forðingar, um føroyska mat
stovuvinna og føroysk ferða
mannavinna skal menna seg
og hava nakað serføroyskt
at bjóða fram og standa seg
í kappingini við grannatjóð
irnar, sigur hann og leggur
aftrat:
- Tí fari eg við hesum at
heita á allar borgarar um at
venda sær til sítt løgtingsfólk
at steðga ætlanirnar sum
hesir báðir ætla at fremja
við matvørulóggávuni, sigur
Mortan í Hamrabyrgi.
Serligur smakkur
hvørvur
Og tað er ikki fyrsta ferðin,
at Mortan í Hamrabyrgi róp
ar varskó. Í Dagur & Viku
tann 11. november í fjør, segði
hann millum annað soleiðis
um avleiðingarnar av lóg
gávuni, hann ávarar um.
-
Vit
missa
smakkin,
sum er so ymiskur kring
allar oyggjar okkara. Tað er
harmiligt, serliga tá føroyskir
kokkar hava fingið eyguni
upp fyri møguleikarnar í tí
ræsta. Vit síggja veruliga ný
hugsan á økinum. Eg skilji
ikki,
at
myndugleikarnir
royna at menna føroyska
ferðavinnu, samstundis sum
fótur verður lagdur fyri mat
stovuvinnuna, segði Mortan
í Hamrabyrgi.
Drepa
føroyska
matmentan
MATMENTAN
Matvørulóggávan, sum arbeitt
verður við í løtuni, fer at forkøma
føroyskari matmentan, sigur Mortan
í Hamrabyrgi, ið heitir á fólk um at
venda sær til løgtingsfólk og tala at
Eingin hevur biðið
um hesa lóggávu, eing
in hevur ynskt hana.
Eingin tørvur er á henni
Mortan í Hamrabyrgi