mánadagur 17. februar 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MATMENTAN
Rólant Waag Dam
Í Dímun stendur annað av
teimum báðum góðkendu
sláturvirkjunum í Føroyum.
Tey hava eisini ein góðkend
an hjall at turka kjøt í. Eva
úr Dímun er bóndi og og
hon sigur, at hóast krøvini
frá Heilsufrøðiligu starvs
stovuni at síggja til tykjast
ógvuslig, so er tað eingin
ómøgulig uppgáva at upp
fylla.
- Hyggja vit bara eftir tí,
sum er fyriskrivað, so sær
tað kanska trupult út. Men
reglurnar og krøvini eru
nokk so logisk. Og á einum
fiskavirki eru krøv sum hesi
púra sjálvsøgd. Har er tað
eingin, sum setur spurnar
tekin við, at tað skal vera so,
sigur Eva úr Dímun.
Hon sipar til, at á einum
fiskavirki er eisini talan um
vinnuliga framleiðslu – fisk
urin verður hagreiddur og
virkaður við tí fyri eyga, at
hann skal seljast. Og tað er
júst tað, sum komandi mat
vørulógin snýr seg um – altso
kjøt sum verður virkað til
vinnuliga framleiðslu.
Gott og arbeiðsligt
Eva úr Dímun greiðir frá,
at tey í Stóru Dímun tóku
Heilsufrøðiligu starvsstovu
na við frá byrjan, tá tey fóru
undir at byggja sláturvirki.
Tá vísti tað seg, at tað sum sá
ógvuliga torført út á pappír
inum, als ikki var so trupult
kortini.
- Vit samskiftu við Heilsu
frøðiligu
starvsstovuna,
áðrenn vit yvirhøvur fóru í
gongd. Tey vilja eisini vinnu
ni tað besta, og tað samstarv
ið riggaði væl. Krøvini eru ei
sini rættiliga logisk, heldur
Eva úr Dímun.
Sambært henni var tað
eisini ein løtt uppgáva at gera
góðkenda hjallin, tá slátur
virkið leyk øll neyðug krøv.
- Vit gjørdu hjallin sum
ein
tilbygning
til
sjálvt
sláturvirki, sigur hon. Har
við sluppu tey rættiliga lætt,
tí hjallurin skal lúka nøkur
av somu krøvum sum slátur
virkið, men neyðugt er ikki
við dupultfunktiónum, so tá
bygningarnir vórðu knýttir
saman var til dømis ikki
neyðugt, at gera eitt forrúm
til hondvask í hjallinum, tí
hetta var frammanundan í
sjálvum sláturvirkinum.
- Og úrslitið er, at vit hava
fingið ein fínan og arbeiðs
ligan hjall, sigur hon.
Matvørutrygd
er sjálvfylgja
Hóast tað eru trý ár síðani, at
tey í Stóru Dímun fingu góð
kenningina, so eru tey ikki
komin á mál enn.
- Vit eru framvegis í eini
tilgongd, sigur Eva úr Dímun.
Hon sær tað sum eina
sjálvfylgju, at vit arbeiða
við og fram í móti matvøru
trygd. Og krøv frá myndug
leikunum sleppa vit ikki
undan, vísir hon á. Júst
henda veruleikan lærdi hon
at kenna, tá hon nam sær út
búgving í Noregi.
- Umframt fakliga og
praktiska partin, so er eitt,
sum eg havi tikið við mær,
hvussu skjótt vinnan í Noregi
tillagaði seg broytingar, sum
komu. Hvørja ferð reglur og
lógir vórðu broyttar, so var
vinnan tað fyrsta, sum tók
broytingarnar til sín, vísir
Eva úr Dímun á.
Reglur og krøv
eru sjálvfylgjur
- Hyggja vit bara eftir tí, sum er fyriskrivað, so sær tað kanska trupult út. Men reglurnar og krøvini eru nokk
so logisk. Og á einum fiskavirki eru krøv sum hesi púra sjálvsøgd, sigur Eva úr Dímun, sum tók Heilsufrøðiligu
starvsstovuna við frá fyrsta degi, tá tey gjørdu sláturvirki og hjall. Hon er væl nøgd við úrslitið og samstarvið
Heilsufrøðiliga
starvsstovan vil eisini
vinnuni tað besta, og
tað samstarvið riggaði
væl
Eva úr Dímun
Eva úr Dímun
eigur annan av
løgggildu hjallunum,
sum Heilfrøiliga
Starvsstovan
hevur góðkent