Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Tey eru trý fólk, sum hava hvør sína til­gongd til mat og føroyska matmentan. Mortan í Hamrabyrgi er matelskari og skrivar um mat. Leif Søren­sen er kokkur og hevur verið við at lyft og ment føroysku mat­stovuvinnuna. Og Eva úr Dímun er bóndi og eigur bæði góðkent sláturvirki og hjall í Stóru Dímun. Felags fyri øll trý er, at tey stúra fyri, at serligu smakk­ ir­nir frá turrum og røstum, ið eru kring landið, hvørva, tá turra og ræsta kjøtið, sum skal seljast í handlum ella mat­stovum frá juni næsta ár at rokna, skal hava hingið í løggildum hjallum, sum Heilsu­frøði­liga starvsstovan skal hava góðkent. Føroyskt kjøt og franskt vín Mortan í Hamrabyrgi hevur Face­book-bólkin Gastronomi í Føroyum, har hann millum ann­að hevur sagt soleiðis, tá varð biðin um at lýsa vand­an við lóggávuni, sum varð sett í gildi í 2010, men hvørs undan­ tøk fella burtur næsta ár. - Vit kenna øll tað stóra fjølbroytni, sum er í røst­um og turrum í dag. Eitt úrslit av ymsum lendi, vøkstri, veður­lagi. Tað sum í vín­ fram­leið­andi londum verð­ ur kallað “terroir”, tað lo­ka­la sereyðkennið, tann loka­la sjarman, sum ikki let­ur seg kopiera. Tey krøv, sum nú vera sett fram eru so umfatandi, at eingin smábóndi hev­ur møguleika at gera íløg­ur, ið kunnu forsvara fram­hald­ andi sølu av røstum og turr­ um. Tað svarar til at krøv komu frá myndugleikunum í Frak­landi, at einans tríggir ella fýra risa-framleiðarar kundu lúka krøvini at fra­m­ leiða vín. Tað hevði neyvan ver­ið serliga spennandi, førir Mortan í Hamrabyrgi fram – og Leif Sørensen er ikki ósamdur: - Taka vit bara garnatálg sum dømi, so er tað so ótrú­ liga ymiskt, hvussu tað verð­ ur gjørt kring landið. Fer tað á eitt virkið, so verður tað ofta standardiserað og moder­ni­ser­að, og harvið hvørv­ur tað gamla, sigur Leif Søren­sen. Verri vøru Leif Sørensen hevur áður alment hevur givið sína hugs­an til kennar, um mat­ vøru­lógina og krøvini um gó­ð­kend sláturvirkið og góð­ kend­ar hjallar. - Vit fáa ikki líka góða vøru, tað eri eg vísur í. Tá eg fái turkað kjøt, so síggi eg bein­an­vegin, um tað hevur ver­ið ansað eftir tí. Eg vitji eisini tey, eg keypi frá og síggi umstøðurnar, hevur Leif Sørensen sagt við Kring­ varp Føroya, tá hann sum kokkur á KOKS varð spurd­ur um avleiðingar av mat­vøru­ lógini. Í samrøðu á hesum síðum legg­ur Leif Sørensen tó dent á, at trygdin altíð má vera í ord­an. Eva úr Dímun sigur somu­ leiðis, at spurnartekin ikki skal kunna setast við mat­ vøru­trygdina, tá tað kemur til turkað og ræst kjøt. Tað verð­ur tað heldur ikki, um tú hevur eitt góðkent løggilt slátur­virki og hjall – og annars fylgir fyriskrivaðu reglu­num kring tað. - Men tað er vandi fyri, at tað serliga hvørvur, tá vit arbeiða undir hesum um­ støð­unum. Tað kann gott verða, at tað serstaka og lokala kann hvørva við hes­ um. Og tað hevði verið sera harmiligt. Men har má vinn­ an vera kreativ, sigur Eva úr Dímun. rolant@sosialurin.fo Serligi smakkurin hvørvur Krøvini um løggildar góðkendar hjallar fer at forkoma tí stóra fjølbroytni, sum er í røstum og turrum kjøti, sigur Mortan í Hamrabyrgi. Leif Sørensen er ikki ósamdur, og Eva úr Dímun ásannar, at vandi er fyri, at serligi smakkurin hvørvur MATMENTAN Vit fáa ikki líka góða vøru, tað eri eg vísur í Leif Sørensen Tað kann gott verða, at tað serstaka og lokala kann hvørva við hesum Eva úr Dímun Tá undantøkini í matvørulógini frá 2010 fella burtur í juni 2015, skal eitt tjógv sum hetta í matstovuni Áarstovu í Havn, koma úr einum løggildum góðkendum sláturvirki og hava hingið í einum góðkendum hjalli Mynd: Áarstova