Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 S unnudagin verður lutakastið til EM 2016 undankappingina. Føroyar eru styrkismettar í lægsta styrkisbólkinum. Eg havi saman við nógvum føroyingum bara eitt ynski til komandi undankappingarbólk. Gev okkum nú Ongland. Tað kann ikki passa, at vit síðani 1990 ongantíð eru komin í bólk saman við Onglandi. Vit hava havt Danmark, Spania, Italia, Týskland og Frankland(For oftani eftir hondini). Av teimum heilt spennandi londunum mangla nokk umframt Ongland, eisini Holland og Portugal. Men hóast Holland og Portugal somuleiðis eru spennandi lond, so kemur tað ikki nærheitini av hvussu stórt tað hevði verið at fingið Ongland hendan vegin. Í Føroyum er Premier League tann deildin uttanfyri Føroyar, sum flest fólk fylgja við í. Tað er hvørtfall mín uppliving sum sum bæði áskoðari og ítróttarskrivari. Um vit fáa Ongland, so er floytandi líka mikið hvørjum øðrum londum vit koma í bólk saman við. Ikki tí, tað eru fleiri onnur spennandi lond. Spania er avgjørt eitt spennandi land at fáa, og sama kann sigast um eitt nú Danmark, Belgia, Skotland, og Ísland umframt fleiri onnur. Vandin er sjálvandi, at vit renna okkum í ein marrubólk. Her kann bæði ferðing, fíggjarlig viðurskifti og ítróttarliga avbjóðingin spæla inn. Seinasta undankappingin gav okkum lond sum Týskland, Svøríki, Írland og Eysturríki, meðan Kasakstan var óynksta landið fyri okkum, tí alternativi vóru lond vit kundu vinna á, umfarmt Ísland og Wales. Ikki tí, vit kundu havt vunnið á Kasakstan, men teir eru lutfaldsliga sterkari enn eitt nú San Marino og Malta. Vit hava verið við í tólv undankappingum, men ongantíð hava vit fingið Ongland í okkara bólk! So gev okkum nú Ongland! Her eru styrkisbólkarnir: Styrkisbólkur 1: Spania (Verandi EM vinnarar), Týskland, Holland, Italia, Ongland, Portugal, Grikkaland, Russland, Bosnia og Hersegovina Styrkisbólkur 2: Ukraina, Kroatia, Svøriki, Danmark, Sveis, Belgia, Kekkia, Ungarn, Írland Styrkisbólkur 3: Serbia, Turkaland, Slovenia, Ísrael, Norra, Slovakia, Rumenia, Eysturríki, Pólland Styrkisbólkur 4: Montenegro, Armenia, Skotland, Finnland, Letland, Wales, Bulgaria, Estland, Hvítarussland Styrkisbólkur 5: Ísland, Norðurírland, Albania, Litava, Moldova, Makedonia, Aserbadjan, Georgia, Kýpros Styrkisbólkur 6: Luksembourg, Kasakstan, Liktinstain, Føroyar, Malta, Andorra, San Marino og Gibraltar Gev okkum nú Ongland Ítróttar klumman Tróndur Arge Tróndur Arge Eyðun og íslendski makkari hansara, Ingvar Gudjónsson, skulu nevniliga døma dyst millum Sporting CF úr Portugal og HC Zomimak úr Makedonia. Og júst makedonska liðið var partur av einum veruligum gøludysti, tá ið teir spældu á heimavølli ímóti Aarhus Håndbold í desember mán­ aði. Makedonska liðið spældi so harðligt og óftanligt, at tað í løtum minti mest um reguleran harðskap ímóti spælarunum úr Aarhus. Dómararnir í dystinum gjørdu lítið og einki fyri at revsa ella steðga harða spæl­ inum, og eftir dystin kærdi Aarhus Håndbold dystin til europeiska hondbólts­ sam­bandið, men einki kom burtur úr kæruni. Europeiska felagið hjá hondbóltsspælarum vildi hava dómararnar útilokaðar frá allari døming og kallaði teir »keyptar«. Nú skulu Eyðun Samuelsen og Ingvar Gudjóns­son so døma makedonska liðið í dysti í Portugal um eina viku. Eyðun ræðist ikki – Eg ræðist avgjørt ikki upp­gávuna. Eg kundi ikki lata vera við at smíla, tá eg sá hvat fyri lið eg skuldi døma, men eg ræðist ikki upp­gávuna, sigur Eyðun Samuelsen við Sosialin. Fyri Eyðun, sum nú dømir saman við íslendska Ingvar Gudjónsson, hevur tað størri týdning at fáa eina altjóða uppgávu í EHF bólka­ spælinum. – Tað besta er at sleppa at døma eina dyst í EHF bólka­ spælinum, sigur Eyðun. Føroyski dómarin hevur sæð sjónbandabrotið frá til­ tikna dystinum móti Aarhus Håndbold í desember. Eitt sjón­bandabrot, sum fekk øði í nógvar danskarar. – Eg havi avgjørt givið nakrar útvísingar í tí dyst­ inum, men fyri meg eru allir spæl­arar líka. Tí koma vit ikki at gera nakað serligt burt­ur úr hesum dystinum, men døma hann sum allar aðrar, sigur Eyðun Samuel­ sen at enda. trondur@sosialurin.fo Eyðun ræðist ikki hondbóltsbøllar 23. februar skal Eyðun Samuelsen aftur døma altjóða hondbóltsdyst. Tað hevur hann gjørt so ofta áður, men eingin uppgáva kann samanlíknast við hana, sum hann nú hevur fingið ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen FSF og Effo longt samstarvið Hóast eitt ár er eftir av ver­ andi sáttmála millum Fótbóltssamband Føroya og Orkufelagið EFFO, hava partarnir longt sáttmálan við trimum árum, so hesin nú er galdandi til 2017. Sostatt fer fremsta fótbóltsdeildin hjá monnum at eita EFFO-deildin komandi fýra árini. www.fsf.fo: Tað verður Jan Mølvad Laursen, ið skal standa á odda fyri føroyska U17- landsliðnum við gentum. Avtalan millum FSF og Jan er galdandi í eitt ár. www.ab.fo: Gongd er framvegis í arbeiðnum at gera áskoðaraskýlið liðugt á Blue Water Arena. Í løtuni eru menn í ferð við at gera eitt búr ella hús til frásøgu- og útvarpsfólkini til dystirnar. www.hb.fo: Tróndur Jensen besti spælari í VVF kappingini Tá Tróndur møtti til eitt beinleiðis prát á Rás2 í seinnapartssendingini, varð hann sum so fangaður við buksunum niðri og visti als ikki at hann skuldi fáa steyp handa fyri at verða kosin besti leikari í kappingini. www.ki.fo: KÍ fær nýggjar troyggjur Kanska ikki so eyðsýnt sum í gomlum døgum, men møguliga er hetta bara byrjanin. Tiltikna »V« frammanfyri á búnanum verður aftur at síggja í ár. www.portal.fo: – Tað kostaði at Jón Joensen mátti út longu í fyrsta setti við skaða. Tað sigur Páll Hansen eftir at finalan ímillum ÍF og SÍ er av. www.nsi.fo: Aftur í dag hevur ein av okkara evnaríku dreingjum skriva undir sáttmála við besta lið felagsins. Hesuferð er tað 16 ára gamli Meinhard Egilsson sum hevur skrivað eitt ára sáttmála við barndómsfelagið sum bindir hann at felagnum hetta kappingarárið. Heimasíðurnar skriva: