Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 ítróttur Innirógvarar verða ikki sendir til Boston framyvir, sigur Jan Herman Hansen Fyri aðru ferð upp á eina viku megnaði Kyndil at fáa stig móti greipuvinnarunum. Ein sterk verja og ein stórspælandi Finnur Hansson gjørdu, at Kyndil fekk javnleik móti KÍF Seinasta ferðin til Boston Kyndil takið á KÍF Marita á Rógvi C.R.A.S.H. – B heims­meist­ ara­kappingini í inniróðri verður skotin í gongd í dag. Í tí sambandi hevur Róðrar­ samband Føroya úttikið fimm innirógvarar, sum skulu rógva í Boston. Sætti før­oyski luttakarin hevur sjálvur fíggjað ferðina yvir um hav. Men hetta er sein­asta ferðin til Boston, sigur formaðurin í RSF, Jan Herman Hansen. – Vit senda ikki fleiri inni­rógvarar til heims­ meistara­kappingina í Boston. Undirtøkan er alt ov lítil, sigur Jan Herman Hansen. Einans fimm inni­rógv­ arar meldaðu seg til úttøku­ kappingina, sum varð hildin 11.januar. Allir fimm kláraðu kravtíðirnar, sum var ein topp 25 plasering eftir úrslitunum frá heims­ meistarakappingini í Boston í fjør. Tað er ikki nøkt­andi, metir nevndar­ limur í RSF, Martin Simonsen. – Vit valdu hetta átakið fyri at kveikja áhugan fyri inni­róðri. Mann kann avgjørt staðfesta, at Boston ikki hevur verið tann gularótin fyri føroysk kapp­róðrar­fólk, sum vit høvdu vónað, sigur Martin Simonsen. Kjak um ferðaútreiðslur Sambært facebook-síðuni fyri kappróðraráhugað í Før­oyum, hevur nógv kjak verið seinastu tíðina um ferða­kostnaðin til Boston. Atfinningar hava verið um, hvørt RSF heldur skuldi nýtt peningin til at stimbra heimligu kapp­ ingina. Millum annað er eitt uppskot á facebook- síðuni at veita skúla­verk­ inum fíggjarligan stuðul, so kappróður kann gerast ein partur av ítróttar­breyt­ unum, eins og hondbóltur er vorðin. Sambært ársfrásøgnini hjá RSF fyri 2012, nýtti ser­ sambandið 52.433 krónur í 2011 til ferðing uttanlands og 91.388 krónur í 2012. Jan Herman Hansen vísir á, at kostanðurin fyri Boston ferðirnar hevur verið sera skiftandi, síðan RSF í 2011 sendi fyrstu inni­rógv­ar­ arnar yvir um hav. Miðal­ upp­hæddin fyri øll árini hevur ligið beint undir 70.000 krónur. Tá eru stuðl­ar til endamálið eisini íroknaðir. Hesar upphæddir er Jan Herman Hansen nøgd­ur við. Hann heldur, at tað er umráðandi, at pen­ ingur verður settur av til slíkar kappingar. – Yvir 300.000 krónur verða árliga nýttar til at reka heimligu kappingina. Tað er eisini umráðandi, at rógv­arar kappast eftir Ólavsøku. C.R.A.S.H. – B heims­meistarakappingin í Boston var ein møguleiki at halda kappróðrinum uppi um veturin, sigur Jan Herman Hansen. Hann vísur harvið øllum atfinn­ ing­um aftur um, at RSF raðfestir fíggjarligu orkuna skeivt. Hann leggur sam­tundis afturat, at RSF fram­yvir fer at arbeiða mót­vegis ein­ari luttøku í heims­ meistara­kappingini í Coastal Rowing. RSF keypti nevniliga ein sokallaðan »Coastal Rowing bát« í fjør. Hesin skal nýtast til altjóða kappingar. Gongst eftir ætlan, verður nýggi báturin longu tikin í nýtslu til HM í Dan­mark, sum verður hildið seinni í ár. Innirógvararnir hava staðið seg væl í Boston Við plasering­um millum 5 og 35 hava føroysku innirógvarnir staðið seg væl. Síðsta takið er tikið, og allir seks innirógvarnir eru komnir á mál til C.R.A.S.H – B heimsmeistarakappingina í inniróðri í Boston. Úrslitini hjá føroysku innirógvarunum gjørdustt hesi: Hjalmar Joensen gjørdist nr. 13 av 35 við tíðini 06:56.8 Toni Dam gjørdist nr. 10 av 72 við tíðini 06:30.8 Jens Kristian Dam gjørdist nr. 5 av 9 við tíðini 06:45.9 Búgvi Poulsen gjørdist nr. 5 av 17 við tíðini 06:39.9 Dánjal Martin Hofgaard gjørdist nr. 9 av 77 við tíðini 06:20.9 Annetta Cecilia Eidesgaard gjørdist nr. 35 av 151 við tíðini 07:16.0 Tróndur Arge - Kollafjørður Sjálvdan hevur so lítið av fólki verið í høllini í Kollafirði til hondbóltsdyst. Um tað stóra 80 ara tiltakið í Hoyvík ella flogbóltsfinalurnar í Havn skal verða ósagt, men tað mundi ikki verða meiri enn trið­ingurin av fólki, sum var til hálvfinlauna í millum KÍF og StÍF. Tey sum vóru komin í høllina fingu tó drakatikk fyri allar pengarnar. Stóri spæl­arin á vøllinum var Finnur Hansson, sum skoraði níggju mál fyri Kyndil. Javnleik við seinasta kastinum Tað var við seinasta kast­ inum, at Finnur Hansson javnaði til 25-25 í spennandi dystinum í høllini í Kollafirði. Eitt skifti sá Kyndil út til at fara við øllum, men so vendi KÍF dystinum og kundi eins væl fari avstað við øllum. Tá tjúgu sekund vóru eftir, var KÍF á odda 25-24 og tók timeout. Avtalan hjá Jacob Jónsson og hansara monnum helt ikki, og teir tveittu bóltin vekk. Finnur Hansson hevði bara fá sekund at umráða seg í, tá hann tveitti bóltin í málið í seinasta sekundinum í dyst­ inum. Tað var av høgra vongi, at kollfirðingar tveittu bóltin upp á tvørs av vøllinum, har Kyndil fekk fatur á bóltinum og fór í mótálop. Hevði vong­ ur bara gjørt okkurt annað, so hevði KÍF helst vunnið. Finnur ikki heilt nøgdur – Tað kennist sum ein sigur, um tú hyggur eftir endanum av dystinum. Men um vit hyggja eftir øllum dystinum, so veit eg ikki um hetta kenn­ inst sum ein sigur. Vit eru jú á odda við fleiri málum, men missa alt burtur, sigur Finnur Hansson, sum saman við Hjalmari Klein Olsen og Geir Wardum er venjari hjá Kyndli. – Vit hava framvegis nøk­ ur tíðarskeið í dystunum, har vit blíva púra vekk í álops­ spælinum. Annars haldi eg, at vit spæla við sjálvsálitið og trúgva upp á tað, eftir at vit vunnu á teimum í steypa­finaluni, sigur Finnur Hansson. Kollfirðingar tóktust vón­ brotnir av egna avrikinum í dag. Finnur heldur, at tað er sterki verjuparturin hjá teimum grønu, sum er høvðus­orsøkin til at Kyndil fær stig í dag. – Vit hava bestu verjuna í landinum og ein málmann, sum kann taka móti frá sjálvt tí besta spælaranum, sigur Finnur og leggur afturat, at tað nú skal arbeiðast við álops­spælinum. KÍF hevur framvegis beina kós móti FM final­ unum, meðan Kyndil er í høðr­um dysti við VÍF, StÍF og H71 um at fáa hitt plássið í finaluni. trondur@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen