Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus ÍF er púra greitt á odda í Eik-deildini hjá monnum og hevur eftir hetta vikuskiftið skúgv­að allan iva til viks um hvat er besta lið í land­ inum í løtuni. SÍ, sum eitt sindur óvæntað smeyg sær í steypa­finaluna, er heili níggju stig aftanfyri ÍF í lands­kappingini og mátti taka við heitinum sum ein lítil underdog undan steypa­ finaluni. SÍ óhepnir Tað var greitt undan dyst­ inum, at SÍ skuldi spæla upp til sítt allarbesta frá byrjan, um teir skuldu gera sær vónir um at gera nakað við ÍF. Teir úr Vágunum tóktust eis­ini ógvuliga uppsettir frá byrjan og teir vóru leingi væl við. Á odda 8-7 fingu teir ein skelk, tá ið stuðulsleikarin Jón Joensen beklaði fótin ávegis niður aftur frá einum blokki og mátti av vøllinum. Hann fekk hjálp frá ÍF- fysioterapeutinum, Álvi Hansen – frálíkt at síggja. ÍF kom miðskeiðis í sett­ inum vann seg fram­um 17-14 og høvdu sett kósina ímóti at vinna eitt umráðandi fyrsta sett. Eitt time-out hjálpti væl til og serliga var tað Ólavur Jensen, sum við framúr­skar­ andi beinraknum hevingum hjálpti smasjunum í gongd, sum serliga Niels Erik Anderson tók sær meistar­ liga av. Eisini blokkurin hjá SÍ var sera vælvirkandi. Hjá einum væl saman­ spældum ÍF-liði var spæl­ið meiri einfalt og teir gjørdu ikki nógvar villir, með­ an Trúgvi Hansen var ein støðug hóttan við ferð­mikl­ um smasjum. Eftir útjavn­ ing­ina hjá SÍ tók ÍF aftur yvir og serliga seinastu bóltarnar í settinum vunnu teir rætt­ iliga trygt við at leggja trýst á ÍF og vunnu teir at enda 25-21. Máttleyst hjá SÍ Byrjanina, sum SÍ hevði tørv á í øðrum setti, fingu teir. Skjótt vóru teir á odda 3-0, men hetta var eisini tað, sum teir megnaðu í hesum sett­inum, tí ÍF fekk veruliga spælið á glið og blokkurin, sum hevði hjálpt SÍ so væl í fyrsta setti, var als ikki til staðar. ÍF eru væl mannaðir á øllum plássunum, og tað vístu teir hetta settið. Teir vunnu sær stóra leiðslu, men tá ið SÍ fekk minkað niður í 11-8, tók ÍF time-out fyri at binda um heilan fingur. Og tað eydnaðist væl, má sigast, tí at teir næstu sjey bóltarnar vunnu teir nevniliga og komu á odda heili 18-8. Sjey góðar servur frá Boban Ilic, harav nakrar framúr svev­ servur, rundbarberaðu SÍ full­komiliga og teir mistu mótið. Hetta settið spældi Bartal Eliasen eins væl við sínum hevingum, sum Ólavur Jensen gjørdi tað hjá SÍ í fyrsta setti, og hetta setti av álvara álopið hjá ÍF í gongd, sum ímóti einari máttleysari SÍ-verju hølvaðu 25-14 á talv­ una og eina dreymastøðu við 2-0 í settum. ÍF endur­ vann steypið Aftur í ár hittust ÍF og SÍ í mansfinaluni, og aftur í ár vann ÍF. Í fjør var tað tepurt 3-2, men hesaferð var tað als ongin ivi: ÍF vann púra greitt 3-0 ímóti einum óhepnum SÍ-liði, sum misti tveir lyklaleikarar tíðliga í dystinum flogbóltur steypafinala menn ítróttur ÍF - SÍ 3-0 (25-21, 25-14, 25-19) Dagsins leikarar: Boban Ilic (ÍF) og Ólavur Jensen (SÍ)