Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 ítróttur flogbóltur steypafinala menn Eftir finaluna hittu vit Brian Poulsen hjá ÍF, og spurdu vit hann, um hetta kendist sum ein lættur dystur nú sigurin var so sann­førandi. – Hetta kendist ikki sum ein lættur dystur, tað eru finalur jú ongantíð. Eg haldi at skaðarnir hjá teim­ um tóku mótið frá teimum ungu. Vit vistu, at vit kundu vinna, og miðskeiðis í fyrsta setti blivu vit meiri róligir. Vit hava helst onkun­tíð sæplt betri, men vit gjørdi tað neyðuga, um ein kann siga tað so, segði Brian, sum metir, at saman­setingin av nøkrum royndum leikarum saman við svangum ungum leik­ ar­um ger teir somikið sterk­ar í ár. Brian hevur verið við í nógv ár eftir hondini, men hon­um dámar framvegis ógvu­liga væl at spæla slíkar finalur. Vit spurdu hann, hvussu tað kennist at spæla frammanfyri so nógv­um fólkum. – Tað er jú hetta vit vilja og sum ger, at steypa­ finalan er tað størsta í før­ oyskum flogbólti. At spæla fyri bygdafólkunum, full­ settari høll og beinleiðis sjón­varpið. Hetta er tað, sum allir spælarar vilja, segði Brian Poulsen at enda. Ólavur Jensen, sum spældi ein framúr dyst fyri SÍ og eis­ini varð kosin dagsins leikari, metti, at tað var ógvu­liga tungt uttan lykla­ leikarar sum Jón Joensen og Rajko Petrovic. – Vit byrjaðu dystin rættiliga væl, men so mistu vit Jón miðskeiðis í fyrsta setti og Rajko mátti eisini fara út við skaða í øðrum setti. Hetta gjørdi tað tungt hjá okkum, sigur Ólavur og leggur afturat, at ungu leikararnir, sum komu inn, gjørdu tað gott. Ólavur varð, sum nevt, kosin dagsins leikari, men hann var ikki heilt væl nøgdur hóast alt. – Mítt avrik kundi verið betri, haldi eg sjálvur, men tá ið dysturin nú háttaði seg sum hann gjørdi, so var tað kanska á einari leið, segði Ólavur Jensen at enda. albinus@sosialurin.fo Vit gjørdu tað neyðuga Brian Poulsen: Ólavur Jensen: Tungt uttan Jón og Rajko Ruddaðu borðið Í triðja setti var SÍ ógvuliga væl við og myndaði fyrru helvt av settinum full­kom­ iliga. Fram til teir vóru á odda 13-8, tá ið tað rapaði hjá fyri teimum og ÍF kom á odda 15-13. Hesa løtuna misti SÍ- blokkurin, sum annars riggaði væl fyrstu løtuna við John Olivari Edvardson á odda, takið á smasjunum hjá ÍF, sum var púra óútroknilig og komu allastaðni frá – úr høgru, vinstru og frá miðj­ uni. Niels Erik Anderson var álitið hjá SÍ og royndi at halda teimum inni í dystinum við góðu álops­ styrki síni, men Bárður Jacobsen sum oddamaður í ÍF-blokkinum vildi tað øðr­ vísi og vardi javnan fyri. SÍ mangl­aði Rajko Petrovic, sum var smáskaddur og lat seg útskifta í øðrum setti, og við honum og Jón Joensen uttanfyri vóru helst tveir teir týdningarmestu SÍ-leik­ ar­arnir uttanfyri og hinir royndu sum frægast. Væl bardust sørvingar, men ÍF staðfesti sína støðu sum fremsta lið í landinum og vann trygt 25-19 og har­við steypafinaluna 3-0. Hetta merkir eisini, at ÍF endur­ vinnur steypagullið, tí teir vunnu hana nevniliga eisini í fjør. albinus@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen