mánadagur 17. februar 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Tað vóru tey bæði fremstu
liðini í Eik-liguni hjá kvinn
um, sum høvdu vunnið sær
pláss í steypafinaluni á stóra
steypafinalutiltakinum hjá
flogbóltinum í høllini á Hálsi
um vikuskiftið. Mjølnir sum
fremsta lið og Fleyr sum
næstfremsta lið. Tað var
eisini í tráð við stigatalvuna,
har Mjølnir hevur ein tepran
trý stig mun til Fleyr og hev
ur leikt ein dyst færri, at tær
máttu metast at vera ein lítil
favorittur at leggja lunnar
undir eini greipu í ár.
Tær úr Fleyr hava nýliga
vunnið seg upp á tindarnar
aftur og hava eitt ungt lið við
einans tveimum leikarum, ið
hava verið í steypafinaluni
áður
–
nevniliga
Birita
Joensen og Anja S. Danielsen.
Tær royndu kiksaðu
Tær var, kanska sum væntað,
tað meiri óroynda liðið hjá
Fleyr, sum fekk eina verri
byrjan. Aldursforsetin hjá
Mjølni, Marjun Kalsø, byrjaði
við servuni og tað var ikki
besti innanhýsis dysturin
at byrja við. Alt fyri eitt var
3-0, 5-1 og 7-2 til Mjølnir, og
Kristian Mikkelsen, Fleyr-
venjari, mátti taka time-
out. Hesa løtuna hevði Anja
S. Danielsen, sum bara var
ein av tveimum, sum hevur
roynt at verið í finaluni áður,
og má metast sum ein tann
royndasta, sligið tveir bóltar
beinleiðis í netið. Nervar
tóktust at spæla inn.
Time-out'ið riggaði ikki.
Løtuna eftir gjørdu tær úr
Fleyr nógvar tekniskar villur,
so sum yvirtraðk og hendur
í netið.
Fleyr var tó við at mynda
nakrar góðar bóltar saman
við Mjølni, sum stóðu trygt á
vøllinum og allar gjørdu sítt
arbeiði, sum jú hevur borið
tær so langt og eisini gjørdi
útslagið við dystarbyrjan.
Mjølnir hevði vunnið sær
neyðuga stóra leiðslu longu
at byrja við, og hesa leiðsluna
hildu tær alt settið og vunnu
harvið tað fyrsta bæði trygt
og uppiborið 25-17. Eitt sett,
sum varð vunnið upp á
rutinu og fáar villur.
Enn ein ring byrjan
Heldur ikki í øðrum setti
spældi Fleyr við frá byrjan
hetta setti. Áðrenn øll høvdu
sett seg úr steðginum ímill
um fyrsta og annað sett, var
støðan 3-0 til Mjølnir. Fleyr
svaraði tó væl aftur og kom
upp á 3-2, áðrenn Mjølnir
aftur svaraði væl og virðiliga
aftur og kom á odda 6-2.
Stundum vóru sjey bóltar
á muni, og tað kendist sum
hetta var alt ov nógv til at
Fleyr kundi koma aftur í
dystin, men við støðuna 18-
12 fekk Anja S. Danielsen hjá
Fleyr servuna og hon setti
trýst á við nøkrum kanón
servum og tær komu upp á
18-16. Eisini Súsanna Ludvig
hevði nakrar góðar blokkar
einsamøll.
Men so skjótt Fleyr nærk
aðist, ressaðist Mjølnir og
fekk lagt neyðugu fjarstøð
una til Mjølnir. Tað gjørdu
tær við einfaldum spæli og
serliga góðum verjuspæli,
sum gjørdi tað drúgt hjá
Fleyr at sláa ígjøgnum, men
hinvegin borðreiddi hetta
eisini við fleiri góðum, lívlig
um og áskoðaravinarligum
bóltum.
Fleyr argaði eitt sindur og
minkaði niður í tveir bóltar,
23-21, men tað var eisini tað
og settið endaði 25-21 til
Mjølnir. Lutfalsliga lætt og
einfalt hjá Mjølnir, sum aftur
Hóast kvinnurnar hjá Mjølnir hava mist nógvar
lyklaleikarar seinastu árini, so hava tær eina góða
stammu og halda eitt støði, sum eingin annar røkkur.
Leygardagin slógu tær rimmarfast, at steypið hoyrir
heima í Klaksvík. Við 3-0-stórsigri á Fleyr í steypa
finaluni vunnu tær steypagull fjórða árið á rað
flogbóltur steypafinala kvinnur
ítróttur
Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-17, 25-21, 25-14)
Dagsins leikarar:
Margit Joensen (Mjølnir) og Anja S. Danielsen (Fleyr)
frá sær
Mjølnir
letur ikki
steypið