mánadagur 17. februar 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20
flogbóltur steypafinala kvinnur
Margit Joensen, sum við
80 landsdystum á baki er
millum tær royndastu hjá
Mjølni, metti eftir dystin,
at tær høvdu royndirnar
á teirra síðu, eins og at tær
hava verið undirmettar við
kappingarársbyrjan.
– Tá ið kappingin byrjaði
í ár, tá søgdu nógv lið, at vit
høvdu mist nakrar leikarar
og at vit ikki fóru at koma
langt. Tað skal man helst
ikki siga við okkum. Tvætl,
men vit eru øgiliga góðar,
og tað tori eg væl at siga.
Vit høvdu royndirnar á
okkara síðu og eg haldi ein
sá á eygunum hjá okkum,
at vit vildu meiri vinna
enn tær, segði Margit, sum
síðani var spurd um hvussu
hetta Mjølnir-liðið stendur
seg í mun til fyrrverandi
lið, sum hon hevur verið
partur av.
– Trý tey seinastu árini
hava vit havt eitt sterkt lið
við Birgit, Sofíu, Einu og
Urd. Sum vit hava sæð í ár,
so hava aðrar traðkað til og
eru vaksnar við uppgáv
uni. Liðið í fjør var betri,
men liðið í ár er gott nokk
til at vit eru ovast og eg vil
siga, at vit eru góðar í løt
uni. Álopið slær ikki eins
hart, men vit hava m.a.
Gudrid, og eg vil siga, at vit
hava eina øðrvísi styrki,
segði Margit.
Vit bóðu Margit meta
um Fleyr-liðið.
– Eg vildi mett, at tær
kundu fingið meiri burtur
úr. Tær tóktust ov fjáltur
stungnar. Bonkurin var
góður, so tær hava nógv
gott fólk. Anja ger tveir
feilir beinanveg og Birita
eisini ein, og tær eru tvær
av teimum royndu. Tað av
ger ongan dyst, men tað
hevði nakað at siga, at tær
ikki vóru sterkar nokk tá,
segði Margit.
Hon
fegnaðist
um,
at Mjølnir vísti sálarliga
styrki.
– Vit hava sum slagorð,
at viljin at vinna skal vera
størri enn óttin at tapa.
Um vit missa ein bólt, so
hugsa vit come on og taka
tann næsta, segði Margit
Joensen at enda.
Anja S. Danielsen, sum
gjørdist dagsins leikari hjá
Fleyr, metti eftir dystin,
at eitt nú umstøðurnar
gjørdu sítt til at tær
spældu illa og taptu so
sannførandi.
-Vit eru við nakrar
løtur,
men
tað
virkar
sum vit tveita tað burtur
við
býttum
villum
og
vánaligum verjuspæli. Í
einum slíkum dysti hava
royndirnar alt at siga, og
tað sá ein væl. Vit vóru
ógvuliga
ávirkaðar
av
umstøðunum og visti ikki
hvussu vit skuldu takkla
tær. Mjølnir spældi trygt og
virkaðu ikki ávirkaðar av
umstøðunum. Tær skuldu
næstan bara spæla bóltin
yvirum á okkara síðu og so
gjørdu vit villurnar, segði
ein vónbrotin Anja eftir
dystin.
-
Taktikkurin
var
fyri tað mesta at blokka
teirra bestu álopsleikarar
og so gera alt fyri at
vinna okkara álop. Vit
høvdu eisini tosað um
umstøðurnar áðrenn. Tað,
at vit skuldu brúka tær
á ein positivan hátt og at
tað ikki var nøkur grund
til at gerast nervøsar. Men
hesin taktikkurin riggaði
als ikki. Tær fingu alt
ígjøgnum okkara blokk
og vit vunnu eingin av
okkara egnu álopum. Vit
blivu eisini ávirkaðar av
umstøðunum, og tí taptu
vit so sannførandi, segði
Anja S. Danielsen at enda.
albinus@sosialurin.fo
Eingin væntaði
okkum at koma langt
Margit Joensen:
Anja S. Danielsen:
Umstøðurnar
ávirkaðu okkkum
vann hetta settið við eini
ógvuliga góðari byrjan, sum
skapti eina leiðslu, ið ikki var
til at hála inn aftur hjá Fleyr.
Mjølnir strálaði
Í triðja setti var tað umráð
andi hjá Fleyr at fáa góða
byrjan, tí aftanfyri 3-0 í bæði
fyrsta og øðrum setti var
mótbrekkan enn brattari
enn frammanundan. Hesa
ferð megnaðu tær at koma
upp á 1-1, men tað var eisini
tað. Mjølnir vísti av álv
ara sín klassa hetta settið,
samstundis sum korthúsið
fullkomiliga rapaði hjá Fleyr.
Løgnar tekniskar villur og
vónleys smasj gjørdu, at
støðan einu løtuna var heili
21-8 til Mjølnir, sum tók sær
møguleikan at seta nakrar
av teimum minni royndu á
vøllin og geva teimum eitt
upplivilsi.
Fleyr pyntaði nakað um
úrslitið, men at enda stóð 25-
14 og 3-0 til Mjølnir, sum var
ein fult uppiborin stórsigur
ímóti einum Fleyr-liði, sum
vísti seg at vera ov óroynt
og ikki fekk spælið at hanga
saman.
Mjølnir
hinvegin
gjørdi tað ikki ov trupult og
við einfaldum spæli og fáum
villum yvirskuggaðu Mjølnir
havnafelagið og vann trygt
3-0 við settúrslitunum 25-17,
25-21 og 25-14.
Hetta er fjórða árið á rað,
at Mjølnir vinnur steypa
kappingina hjá kvinnum. Trý
tey undanfarnu árini hevur
tað verið ímóti SÍ, men hesa
ferð var tað altso ímóti Fleyr.
albinus@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen