Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ymiskt Hóast bara tvey ítróttarfeløg eru í Sandoynni, sum umboða fýra ítróttargreinar tilsamans, eru tey klár at taka við teimum avbjóðingum, sum eru Leygardagin skipaði Fimleikasambandið fyri fyrru steypakappingini í amboðsfimleiki, og gjørdist tað stórt sæð ein uppvísningskapping hjá Havnar Fimleikafelag, sum vann tað mesta Sandoyggin hevur stórar avbjóðingar HF vann næstan alt Hilmar Jan Hansen ÍSF er nú farið undir eitt átak, sum snýr seg um, at starvs­nevndin saman við um­siting­ini hevur sett sær fyri at røkka út til øll feløg í land­inum. Í tí sambandi vitj­ aðu nevnd og umsiting her­ fyri ítróttarfeløgini í Sand­ oynni, har 10 fólk møttu á fundi. Bara tvey feløg eru í Sand­ oynni, B71 og Sands Skjóti­ felag. B71 umboðar fót­bólt, hondbólt og flog­bólt, og Sands Skjótifelag um­boðar, sum navnið eisini sigur, skjóting. Á fund­inum, sum var í nýggju ítróttar­høllini á Sandi, vóru allar ítróttar­ greinirnar umboðaðar. Talan var um eitt evni­ skvøld, har ÍSF-umboðini greiddu frá, hvussu sam­ bandið er skipað, og hvørji rætt­indi og hvørjar skyldur, feløg hava mótvegis ÍSF. Á fundinum var ann­ ars komið inn á ymisk evni, so sum doping, trygg­ ingar­viðurskifti, etisku leiðreglurnar, leikmeti, skeiðs­virksemi, skatta­ viður­skifti, rús­drekka- og rúsevnis­politikk, skrá­set­ ingar­skip­an­ina, strand­ ferðslu­kort og onnur við­ kom­andi evni. Við gott mót ÍSF ásannar, at ítróttar­feløg­ ini í Sandoynni hava stórar avbjóðingar, tí tor­ført er at halda fast við ung­dómin, sum gjarna søkir sær av­ bjóðingar inni á megin­ økinum, har líkindini fyri arbeiði og útbúgving eru størri, og av tí sama verða ítróttar­ligu avbjóðingarnar al­samt meira torførar. – Men umboðini fyri feløg­ini í Sandoynni hava gott mót, og við nýggju ítróttar­høllini, sum varð tikin í nýtslu í november mán­aði, sær eitt sindur bjartari út, skrivar ÍSF frá fund­inum á heimasíðu síni. Millum annað verður nevnt, at feløgini í Sandoynni merkja tað sama sum onnur ítróttarfeløg kring landið, at tað til tíðir fíggjarliga er tungt at reka eitt ítróttafelag. – Men hóast tøkini eru tung og tað fíggarliga er sera torført at fáa alt at hanga saman, so vóru umboðini fyri ítróttarfeløgini í Sand­ oynni við gott mót, sigur ÍSF, ið fegnaðist um góðu upp­møtingina og góða orða­skiftið, sum var, har umboðini frá ÍSF fingu gott innlit í tær avbjóðingarnar, feløg­ini í Sandoynni hava. hilmarjan@sosialurin.fo Umboð fyri bæði feløgini og allar ítróttargreinarnar møttu, tá ÍSF herfyri setti ítróttarfeløgunum í Sandoynni stevnu Mynd: ÍSF Betri mál­ verjar Fríggjakvøldið frá klokk­ an 18 til 21 skipar Hond­ bólts­sambandið fyri venjara­skeiði í skúlanum á Argjahamri á Argjum, og er hetta eitt skeið við ser­ligum denti á mál­ mans­venjing. Sama skeið verður eisini hildið í annaðhvørt Eysturoynni ella Klaksvík mikukvøldið 5. mars, somuleiðis frá klokkan 18 til 21. Skeiðið, sum er partur av venjara­útbúgv­ingini hjá Hond­bólts­sam­band­ inum, snýr sum um, hvørjar venjingar hava týdn­ing fyri ungar mál­ verjar og hvussu venj­ ing­in til málverjar kann leggjast til rættis. Ásannandi, at fleiri feløg í landinum hava trupult við at skúla og menna málverjar í yngru aldurs­bólkunum, roynir venjaraútbúgvingin hjá Hond­bólts­sambandinum nú bøta um hetta við hesum báðum skeiðs­døg­ unum, ið seta málverjan í fokus. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Tað bleiv enn ein góður dagur hjá Havnar Fimleika­ felag leygardagin, tí felagið vann 18 av teimum til­ samans 19 kappingunum, um­framt at HF vann til­ samans 48 heiðursmerki, Ljósið fimm og Støkk fýra – harav eitt tó var gull. Men gjøgnum­gangandi var talan um eina sigursgongd frá byrjan til enda hjá HF, nú kapp­ast var hjá kvinnum, monnum, kvinnuunglingum, mans­ung­lingum, gentum, dreingjum, smágentum og smá­dreingjum. Henda fyrra steypa­ kapp­ingin í amboðsfimleiki, sum var í Fimi í Havn, varð skipað soleiðis, at á kvinnu­ síðuni varð kappast í for­ skotnari barr og á gólvi, og á mannfólkasíðuni í lopi, paralellari barr og rekk. Hjá kvinnum vann Katrin Wardum úr HF í forskotnari barr, og á gólvi vann Anita Davidsen úr Støkk einasta gullheiðursmerki, ið ikki fór til HF. Bogi Berg vann bæði í paralellari barr og í lopi hjá monnum. Vár B. Árting vann hjá kvinnu­unglingum í bæði forskotnari barr og á gólvi, men hjá mansunglingum vóru tríggir ymsir vinnarar. Aron JAcobsen vann í paralell­ari barr, Rani Petersen í lopi og Heini Samson í rekk. Eisini hjá gentum var eitt sindur av variatión í, tí har vann Fía H. Smith í for­skotnari barr og Vár Hansen á gólvi. Hinvegin vann Hannes Agnarson allar tríggjar greinarnar hjá dreingjum – paralell barr, lop og rekk. Rakul Wardum vann bæði í forskotnari barr og á gólvi, men hjá smádreingjum vóru aftur ymsir vinnarar, tí her vann Hjálmar A. Dalsgarð í rekk, Sverri Lyager Jacobsen í paralellari barr og Kristian Knudsen í lopi. Seinna steypakappingin í amboðsfimleiki verður eis­ini í Fimi, og verður hon leygar­dagin komandi, tá tað á kvinnusíðuni verður kapp­ast í lopi og á bita, og á mann­fólkasíðuni á gólvi, í bein­sveiggi og í ringum. hilmarjan@sosialurin.fo