mánadagur 17. februar 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggja herstjórnarráðið hjá Henriki Old
Árni Dahl
Meðan stríðið mikla mill
um Danmarkar og Ong
lands leikaði upp á tað
harðasta,
skipaðu
danir
nýggja
herleiðslu,
nevnd
Generalstaben, herstjórnar
ráðið.
Stovningardagurin
var 20. januar 1808. Undir
hesum herstjórnarráði var
stovnað
“Generalstabens
topografiske Afdeling”, sum
hevði einkarrætt at greiða
úr hondum landkort yvir
danskt øki.
Tá ið ráðið frá um 1900 fór
at gera landkort av Føroyum,
leitaðu teir, sum stílaðu fyri,
sær ráð hjá Jákupi Jakobsen,
doktara í málfrøði.
16.02-1916 skrivar Jákup til
systur sína, Sigrið, sum býr í
Havn:
“Ein lítil kreppa hevur
stungið seg upp ímillum meg
og
staðarlýsingardeildina
hjá heryvirstjórnini – kort
deildina. Tey ætla at gera eitt
stórt veggjarkort yvir Før
oyar, og tey vildu hava meg
at geva nøvnunum danskan
dám, partvíst týða tey, tað er:
har, sum donsk og føroysk
orð og nøvn eru lík, har skuldi
týðast o.s.fr. Eftirsum eg ikki
vildi leggja navn til sovorðið
krutl, sendi eg teimum alt
aftur og segði, at eg ikki vildi
hava nakað við tílíkt arbeiði
at gera. Málsliga hevði einki
skil verið á tí.
Tað, ið um ræður, er, at
heryvirstjórnin í einum so
vorðnum korti vil leggja dent
á, at Føroyar eru eitt danskt
amt.”
Og 01.04-1916 skrivar hann
soleiðis:
“Leiðarin í staðarlýsingar
deildini í heryvirstjórnini
hevur læst seg fastan í, at
verða nøvnini á einum Før
oyakorti varðveitt í føroyska
líki sínum – verða tey ikki
danskað – er tað at stuðla
loysingarrørsluni í Føroyum.
Tað ber als ikki til at tingast,
tá ið ein sovorðin áskoðan er
grundarlagið....
Eg kundi hugsað mær at
fingið at vita, um heryvir
stjórnin hevur vent sær til
nakran í Føroyum um hjálp
– t.d. amtmannin sum ovasta
myndugleika – og um nakar
er haruppi, sum vil hjálpa
teimum.”
(Bæði kutini endurgivin
úr bókini “Brøv frá Jákupi
Jakobsen, doktara”, Fannir
2014)
Í 1916 vóru Føroyar eitt
danskt amt, og tí er náttúr
ligt, at granskarin spyr, sum
hann spyr. Tað, ið rópt varð
Generalstaben, varð niður
lagt í 1950, og í staðin varð
skipað hetta, ið rópt verður
Hærkommandoen, Herleiðsl
an.
Hvør er tað, sum nú –
hundrað ár seinni - ger seg
inn á føroyskt mál og leggur
eftir
stórum
meirluta
í
Málráðnum? Tað eru hvørki
danska
herleiðslan
ella
ríkisins fremsti umboðsmað
ur í Føroyum. Ein føroyskur
løgtingsmaður leggur upp
skotið fram.
Við Løgtingslóg nr. 59
frá 15. mai 2012 er skipað
eitt málráð, sum sambært
grein 2 hevur til endamáls
at áseta føroyska stavseting.
Politiska
skipanin
eigur
at geva Málráðnum frið at
avgreiða henda setning.
Tórshavn 14.02-2014
Sjúrður Skaale
Jonhard Mikkelsen vil før
oyskum máli væl, og hevur
eisini gjørt stórt arbeiði
føroyskum at frama. Tað
eigur hann allan heiður fyri.
Har nógv orka verður
brúkt, eru kenslurnar sterk
ar. Og tá kann vera so skjótt,
at lopið verður framav. Tað
vóni eg er hent, tá Jonhard
skrivaði greinina, ið hann
sendi miðlunum sunnudag
in.
Tí har sigur Jonhard
Mikkelsen, at eg skal hava
skrivað eitt bræv frá Bjarna
Djurholm til Henrik Old
(sic!). Eg fari fyrst av øllum
at spyrja hvat hetta er fyri
bræv, hvat stendur í tí, og
nær tað er dagfest. Kann
hann ikki svara uppá tað, fari
eg at biðja hann taka orðini
aftur.
Síðani ákærir hann meg
fyri valdsmisnýtslu í spurn
inginum um hatta vælsign
aða alfabetið. Tað er ikki
hissini ákæra. Eg fari at biðja
hann greiða frá hvat tað er
fyri vald, ið eg havi misnýtt
og hvussu tað er misnýtt.
Kann hann ikki tað, fari eg at
biðja hann taka orðini aftur.
Sannleikin er, at eg havi
einki vald í hesum spurn
ingi. Tí kann eg heldur ikki
misnýta nakað vald. Tað
einasta eg havi gjørt farnu
mánaðirnar, er, at eg havi
tikið lut í orðaskiftinum
um spurningin. Tað havi eg
gjørt, tí eg - eins og Jonhard
- eri góður við føroyskt og vil
føroyskum væl.
Spurningar
Eg havi eisini nakrar spurn
ingar til Jonhard. Teir skulu
ikki takast illa upp, men
verða settir í bestu meining.
Jonhard kallar í greinini
eitt alfabet, sum hýsir stav
um sum C, X og W - sum
føroyingar brúka dagliga
og nógvir føroyingar bera í
sínum føroyska navni - fyri
eitt "danskt abc". Hóast
sama alfabet hevur allar ser
føroysku stavirnar við - og
ongan serdanskan.
Kundi
Jonhard
greitt
frá hví hetta er eitt "danskt
abc"?
Jonhard sigur at eitt alfa
bet, sum ikki hevur ávísar
bókstavir við, tryggjar at
"alt skrivligt samskifti á før
oyskum heldur seg til somu
reglur."
Kann Jonhard greiða frá
hví føroyskt ikki kann halda
seg til fastar reglur fyri tað,
um vit hava allir stavirnar
við í alfabetinum?
Einki fólkaræði?
Ein partur av brævinum
hjá Jonhardi er eitt sindur
ófrættakendur.
Hann sigur, at "Føroyska
stavraðið er bara eitt mál
frøðiligt mál. Tað er leyst
av politikki, tíðarbundnum
hugskotum og hugburði hjá
fólki." Jonhard fær tað eisini
at síggja út sum um, at tað
skerda alfabetið onkursvegna
er "vísindaligt" - mótsett
tí, sum hann kallar "hissini
tíðarrák ella meiningar hjá
einstaklingum".
Tað er altíð vandi á ferð, tá
fólk halda sínar subjektivu
meiningar vera vísindaliga
rættar. Tá rínur kritikkurin
ikki við. Tá steðgar kjakið.
Tað endar demokratiið.
Eg fari tí at spyrja um
Jonhard kann vátta, at nógv
- sambært eini meiningar
kanning meirilutin av Føroya
fólki - eru ósamd við hann og
vilja hava eitt fult alfabet.
Kann Jonhard vátta, at
nógvir málfrøðingar, nógvir
rithøvundar og nógv vird
mentafólk eru ósamd við
hann og vilja hava eitt fult
alfabet?
Kann Jonhard vátta, at
nógv foreldur hava kent okk
ara navnalóg - sum verður
umsitin við støði í skerda
alfabetinum - sum argaligan
formyndaraskap?
Heldur Jonhard, at øll hesi
bara stillisliga skulu geva
seg undir tann "vísindaliga"
málpolitikkin,
sum
hann
umboðar? Ella virðir Jon
hard fólkaræðið í hesum
spurningi? Heldur hann, at
hugsanin hjá Føroya fólki
eisini skal hava týdning,
tá vit tosa um Føroya mál?
Ásannar hann, at meiningar
skulu roynast og brýnast í
opnum kjaki?
Ella skrivar hann sum
hann ger, tí hann vil sleppa
at leypa fólkaræði um?
At enda
Jonhard heingir fleiri spjøld
ur uppá okkum, sum hann
nevnir við navni í síni grein:
Vit eru bæði "valdssjúkir",
"fiflarar" og annað gott.
Slíkt kann í sinnismuni
gleppa sjálvt tí mest sakliga
av munni viðhvørt. So tað er
í lagi.
Men eg fari vinaliga at
biðja hann taka aftur tað,
sum hann av órøttum kastar
mær fyri. Og eg takki fyri,
um hann vil svara spurn
ingunum.
Flatskatturin skapar fólkavøkstur
Hanus Samró
Løgtingsmaður fyri
fólkaflokkin
Síðan
flatskatturin
varð
settur í gildi 1. januar í 2012,
er gongd komin á fólka
vøksturin. Í vikuni boðaði
Hagstovan frá, at fólkatalið í
Føroyum vaks við 144 fólkum.
Fyri nøkrum mánaðum síð
ani boðaði sami stovnur frá,
at fólkatalið vaks við 114
fólkum. Sostatt kunnu vit
siga, at flatskatturin byrjar
at gera um seg, tí nú loysir
tað seg aftur at arbeiða í Før
oyum.
Arbeiðsloysið
Tað er ikki bara sloganið hjá
fólkaflokkinum, ið sigur, at
tað skal loysa seg at arbeiða,
men vanligi føroyingurin
merkir veruliga, hvussu tað
aftur loysir seg at arbeiða.
Fyrr høvdu vit eina skatta
skipan, ið revsaði tey, ið ar
beiddu nakrar tímar eyka,
men við flatskattinum er tað
arbeiðstakarin, ið fær peng
arnar. Hetta síggja vit aftur
í arbeiðsloysistølunum, har
arbeiðsloysið er lækkað úr
6,7% undir gomlu skatta
skipanini niður á 3,7% undir
nýggju flatskattaskipanini.
Tað løgna av øllum er, at flat
skattaskipanin er rímiliga
progressiv, har tey, ið tjena
mest, rinda í pengum og pro
sentum lutfalsliga meir enn
tey, ið tjena minni. Ímyndið
tykkum, hvussu lágt arbeiðs
loysið hevði verið, um vit
høvdu ein fullkomiliga flatan
skatt!
Marknagilsdepilin
Arbeiðið
við
at
byggja
marknagilsdepilin
gongur
eisini sína gongd. Vit, sum
búgva
í
høvuðsstaðnum,
síggja dag og dagliga, hvussu
bygningurin
tekur
skap.
Um alt gongur eftir ætlan,
verður hann tikin í nýtslu
fyrsta skúladag í 2016. Leingi
er tað, ið væl skal vera, sigur
eitt føroyskt orðatak, tí tað
tók nevniliga nøkur ár, áðr
enn politiska skipanin fann
neyðugu pengarnar, men
nú verður bygt av øllum
alvi. Hetta hevur sjálvandi
ávirkan á arbeiðsloysið, tí
verkætlanin krevur nógva
arbeiðsmegi. Í so máta eigur
andstøðan eisini síni lut í lága
arbeiðsloysinum. Tá tað er
sagt, er tað eingin ivi í, at flat
skatturin er orsøkin til fólka
vøksturin, tí nú velja føroy
ingar at arbeiða í Føroyum
heldur enn í útlondum, tí tað
loysir seg aftur at arbeiða.
Tín meining er ikki óheft vísindi, Jonhard
Svar og spurningar til Jonhard Mikkelsen