mánadagur 17. februar 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Havstovan boðar í dag frá,
at royndirnar við skiljirist í
trolinum nú eru lidnar.
Saman við Vónini, Vørn
og reiðarínum Faroe Origin
og skipunum, Heyki og Falki,
byrjaðu hesar royndir tíðliga
á sumri í 2013.
Tá gjørdi skipini royndir,
har eitt nú varð roynt inni í
trolfríum økjum. Tær fyrru
royndirnar vístu, at skilji
ristin í trolinum skilir umleið
60% av tí smáa upsanum úr
aftur trolinum.
Í frágreiðingini, sum varð
skrivað um tær fyrru roynd
irnar, varð sagt, at upptøkutól
vísa, at smái fiskurin, sum
sleppur út ígjøgnum ristina,
svimur livandi og eftir øllum
at døma óskaddur burtur.
Tíðliga í fjør summar
vórðu soleiðis tveir túrar
gjørdir.
Aftur í ár
Aftur í 2014 skuldu nýggjar
royndir gerast fyri neyvari
at staðfesta, hvussu ristin
virkar, og um samsvar fór at
vera millum royndirnar í fjør
og royndirnar í ár.
Á fyrra túrinum í ár skuldi
Heykur hava rist undir,
meðan Falkur brúkti vanliga
reiðskapin. Síðan skuldi být
ast um seinna túrin, so Falkur
nú fekk ristina undir, meðan
Heykur brúkti vanliga reið
skapin.
Endamálið við umbýtinum
er at gera samberingar - við
og uttan rist hjá báðum
skipunum.
- Nú er so onnur royndin
við skiljirist eftir upsa hjá
partrolarunum liðug. Tað
var mest stórtfallandi upsi,
og væl var at fáa. Ábending
er um, at ristin skilir minna
upsan frá.
Tað sigur Havstovan í síni
fyribils niðurstøðu, men vís
ir á, at endalig frágreiðing
um hesar royndir nú verður
skrivað.
Royndirnar við skiljirist lidnar
Tað eru Heykur og Falkur hjá reiðarínum Faroe Origin,
sum hava gjørt royndirnar við skiljirist í veiði eftir upsa
Vilmund Jacobsen
Aftur í ár skipar Al
mannamálaráðið fyri
almennum
fundum,
har
kunnað
verður
um arbeiðið at steðga
harðskapi í føroyskum
familjum.
Fundirnir
verða hildnir í sam
bandi við verkætlanina
"Sig frá" og eru skipaðir
soleiðis, at fyrst greiðir
Elin Winther Poulsen,
samskipari, frá verk
ætlanini,
og
síðani
verða tríggir fyrilestrar
frá serfrøðingum.
Mikukvøldið
19.
februar klokkan 19.30
verður fundur í mið
høllini í skúlanum á
Eiði.
Tey, sum standa aft
an fyri tiltakið, siga, at
høvið verður eisini at
seta spurningar og at
kjakast um hesi evni.
Sig frá
Eirikur Lindenskov
At føroyingum dámar væl
slíkt, ið hevur við afturhvarv
at gera, hevur mangan verið
sjón fyri søgn.
Eitt nú skipaði hondbólts
felagið Neistin fyri tiltaki
num aftur í 60'ini í næstan
eitt mannaminni.
Sum tíðir skifta, gerast
vit eisini eldri, og meðan
tey, sum gingu í býnum í
60'unum eru farin at eldast,
so eru tey, ið vóru ung í
80'unum nú eisini so mikið
gomul, at grundarlag væl og
virðiliga er fyri at skipa fyri
einum tiltaki til hendan ald
ursbólkin.
Soleiðis var leygakvøldið,
tá
vælumtókti
bólkurin
Showmenn, stuðlaður av
Finni Hansen á tangentum
og
blásarunum
Mortani
Zachariassen og Ólavi Olsen,
spældi hópin av 80'araløgum
í Hoyvíkshøllini.
Upp á skift við Show
menn vóru tað kendu plát
uvendararnir frá 80'unum,
Niels Jensen – helst tann
besti plátuvendarin nakr
antíð, og Finn Jensen, sum
eisini er tikin úr leikum sum
plátuvendari, sum fingu høll
ini á kóka.
Tiltakið hjá H71 var aftur
hesaferð sera væl eydnað – so
væl, at hetta tiltakið er kom
ið fyri at verða og uttan iva
verður endurtikið næsta ár.
Sannur 80'aradámur í Hoyvík leygarkvøldið
Tað var ein brakandi suksé, tá hondbóltsfelagið H71 á øðrum
sinni skipaði fyri tiltakinum »Aftur í 80'ini« leygarkvøldið
Tær stytta
sær stundir um
Nólsoyarfjørð við
at sita og binda
á ferðini, f.v.:
Hildigarð, Disa - og
Anna sum hyggur at
hinum báðum.
Beinagrindir - ella lutir av hvali
- síggjast kring um í Føroyum. Í
Nólsoy er "ærisportrið" til bygdina
undirkjafturin av einum royðuhvali
- Tað var mest stórtfallandi upsi,
og væl var at fáa. Ábending er
um, at ristin skilir minna upsan
frá, sigur Havstovan, sum nú
skrivar frágreiðing um seinnu
royndirnar við skiljirist