Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Seinastu tvey árini hevur nógv virksemi og nógv ferð ver­ið við havnalagið á Tvør­ oy­ri. Alt, síðan farið varð undir at byggja uppsjóvarvirki hjá Varðanum Pelagic, sam­ stun­d­is sum farið varð undir at byggja fyrsta partin av djúp­havn­ini, hevur verið ar­ beitt við bryggjukantin og á havna­lagnum. Í løtuni verður djúphavnin bygd út við 180 metrum av at­løgu­síðu, og ætlandi skal hetta arbeiði verða liðugt tíð­liga í summar. Hetta er eitt arbeiði, sum fer at kosta ei­n­ ar 40 miljónir krónur og sum fer at gera umstøðurnar við bryggju­kantin og á havna­ lag­num nógv betri, enn tær eru í dag. Útbyggingin merkir so­ leið­is, at bryggjukanturin verð­ur nógv størri, eins og Tvør­oy­r­ar kommuna fær eitt nógv størri uppland. Minni ferð í miðbýnum Samstundis, sum nógv ferð er á havnalagnum á Tvøroyri, verð­ur ferðin í miðbýnum min­k­að. Í gjár boðaði Tvøroyrar kommu­na frá, at frá í dag at rokna - hin 17. februar - verða ferðslubroytingar í miðbýnum á Tvøroyri sett­ar í verk. Hesar broyt­ing­ar verða gjørdar við ferðslu­trygg­leika­ num í huga. - Ferðslubroytingarnar mer­k­ja, at allur miðbýurin verð­ur eitt 30 km. øki, soleiðis at bilar ikki hava loyvi at koyra meira enn 30 km/t. Á heimasíðuni hjá Tvør­ oyr­ar kommunu er neyvt kort og kunning, sum lýsir, hvar 30 km. hámarkið er gald­andi. Høg ferð við sjóvarmálan - lítil ferð í miðbýnum Tvøroyrar kommuna hevur gjørt av, at hámarksferðin í miðbýnum á Tvøroyri ikki skal vera hægri enn 30 km/t. Meðan ferðin á bryggjuni og fram við sjóvarmálanum er høg, verður ferðin í miðbýnum á Tvøroyri minkað niður í 30 km/t Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen - Fleiri línuskipini eru til fiskiskap, og onnur loystu um vikuskiftið. Flestu línuskip fiska tosk og hýsu, men onkur er, sum fiskar mest av longu og brosmu. Fiskamarknaður Før­ oya sigur, at fiskiskapurin hjá flestu línuskipum und­ir Føroyum er heldur smá­lig­ur, men onkur er, sum letur betri at. - Vit vænta eini fimm ella seks línuskip inn at lan­da í dag. Hinvegin er meira ivasamt, hvussu verð­ur seinni í vikuni. Eitt línuskip hevur verið á Flemish Kap og kem­ur inn at landa í dag. Tað er Váðasteinur, ið sum skilst hevur havt góða veiði á hesi fjarskotnu leið. Tvey onnur línuskip eru á veg yvir á Flemish Kap, og her kann Sosial­ ur­in leggja aftrat, at ann­ að av hesum skipum er nýggi Klakkur, og hitt er Kamb­ur. Flestu par­trolara­pør­ ini fiska eystanfyri. Tey koma inn at landa, sum henda vikan gongur. - Fiskiskapurin hjá fles­ tu partrolarum er heldur smáligur, men onkur skip hava góðan fiskiskap. Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og ein fiskar svar­tkalva, kongafisk og blá­longu. - Teir, sum fiska upsa, koma at landa í dag, men tann triði landar seinni í viku­ni. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at tríggir djúp­vatnstrolarar eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta veiðina um­borð. Fleiri skip landa í vikuni Vilmund Jacobsen Tað kann tykjast løgið, at hes­in alibáturin, sum vit hava skilt, at Bakkafrost eig­ur, sakk sunnudagin í støð­ni í Lamba. Hvussu er og ikki, er okkum ógreitt, men seinna­ partin henda dag­in tók krana­bilur hjá Hans Egili Joen­sen á Eiði glas­trevja­ bát­in upp aftur, soleiðis sum myndin vísir. Úr Lamba verður sagt, at báturin, sum er einar 30 føtur stórur, annars var virk­in á Lambavík henda dagin. Alibátur sakk í Lamba Seinnapartin sunnudagin tók kranabilur hjá Hans Egili Joensen á Eiði henda alibátin upp úr sjónum í Lamba Kranabilur tekur alibátin upp úr sjónum í støðni í Lamba. Myndina tók Magnus Djurhuus Joensen Smyril Blue Water skipaði fyri, tá nýggi motorurin hjá Smyrli, sum vigar 38 tons, varð fraktaður úr Finlandi og heim til Føroya. Eitt skúlabarn er í skúlanum í Fámjin. Um øll børnini gingu í skúla í heimbygdini, hevði barnatalið í Fámjin verið seks ella sjey