mánadagur 17. februar 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2014 · Nr. 20
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dan Reinert
Petersen
Vit vóru mong, ið fegnaðust,
tá mentamálaráðharrin setti
nýtt málráð við 11 limum.
Hetta var eitt stórt ráð,
sum skuldi umboða flest
møguligar málfatanir. Feløg
og stovnar innstillaðu, og
landsstýrið
settið
ráðið.
Sjáldsama lítið hoyrdist frá
ráðnum og tá spurt varð
um arbeiðið, fingu vit at
vita, at formaðurin (Z)akaris
Svabo Samuelsen hevði álagt
ráðnum tagnarskyldu. Seinni
hevur víst seg, at ráðið ikki er
umfatað av nakrari lóg ella
reglu um tøgn. Hví kravdi
formaðurin
tagnarskyldu
av ráðnum? Hvat toldi ikki
dagsins ljós? Limirnir um
boða ikki seg sjálvar, men tey
respektivu feløg og stovnar,
sum hava innstillað teir. Tað
er bara lusk, sum ikki tolir
dagsins ljós.
Við almennum innliti og
tí sum seinni er komið fram
frá fyrsta fundi í Málráðnum,
hoyra vit, at Bjørn Kallsø bað
tey virka fyri, at føroyingurin
kendi seg aftur í málinum.
Tað skuldi verið sjálvsagt,
at vit kenna okkum aftur í
móðurmálinum, men tíverri
verður tað fremmandagjørt
av nøkrum fáum stavarum
og bendarum, sum hava tik
ið sær definitiónsrættin til
føroyskt. Tí vóru hesi boð
alneyðug. Men ivasamt er
um Málráðið aktar, tí hann
bað tey eisini virka fyri, at
tað latínska abc-ið kundi
løggildast. Hesi boð lurtaði
meirlutin ikki eftir og barsl
aði við einum amputeraðum
alfabeti, sum bara kann
brúkast til nationalt pynt.
Atlas
Í
hesum
døgum
leggur
NÁM seinastu hond á eitt
vísindaligt verk, eitt verð
insatlas. Tað undarliga við
hesum arbeiði er, at eingi
viðkomandi fakfólk sita í
redaktiónini. Tað nærmasta,
fakfólk eru komin útgávuni,
er, at einir 12-14 studenta
skúlalærarar hava mótmælt
konseptinum, atlasið verður
gjørt eftir. Men hvat leggja
bendarar og stavarar í slíkt?
Hvat skal NÁM við fakfólki,
tá tað hevur Birgir Kruse?
Hesin
ritstjórin
hevur
í
sínum
órannsakiliga
vís
dómi granskað seg fram
til, at summi sernøvn hava
størri tign enn onnur og tí
skulu stavast við ávísum
bókstavum, meðan onnur
sernøvn hava minni tign og
tí kunnu stavast við øðrum
stavum. Av sonnum nýbrot í
málfrøðini.
Ráðstevna
Í august 2011 var ein ráðstevna
í Norðurlandahúsinum undir
heitinum “Mindst 4 sprog til
alle” við fyrilestrahaldarum
úr
øllum
Norðurlondum.
Rolf Guttesen var ein av røð
arunum. Hann umrøddi júst
hesa fremmandagerð serliga
í lærubókum í matematik,
biologi og geografi. Hann
vísti á tað kuriosum, at
statsnøvn ikki máttu stavast
við bókstavunum C,W,Q,Z og
X, meðan onnur staðanøvn
kundu stavast við øllum
bókstavum. Hetta undirbygdi
hann við powerpoint við
kortum og teksti við og uttan
forbodnar bókstavir.
Birgir Kruse sum ketta
upp úr høvdatrog
Tá Rolf var liðugur, reisti ein
maður seg, presenteraði seg
sum Birgir Kruse frá NÁM,
tí almenna bókaforlagnum,
dró eitt pappír upp úr lumm
anum og byrjaði at lesa ein
enskan tekst, har hann í
hesum akademiska forum
niðurgjørdi Rolf Guttesen
og hansara fakliga førleika.
M.a segði hann í føroyskar
týðing: “Í framløguni stað
festir Hr. Guttesen, at teir
5 bókstavirnir C,W,Q,Z og X
eru útihýstir úr hesi bók”.
Hann hugleiðir eitt sindur
um skúlaatlasið frá 93 og
heldur so fram: “Men í in
deksinum finnur man 62
geografisk fyribrigdir undir
bókstavinum C, og tú kanst
halda fram undir hvørjum av
teim 5 bókstavunum, sum Hr.
Guttesen segði vóru tabu í
føroyskum læribókum”. Birgir
heldur so fram: “Fyriskiparar,
Akademisk komité og Hr.
Sessiónsformaður, eg biði
tykkum um at fordøma
framløguna hjá Hr. Guttesen
sum verandi ikki-vísindaliga
og ikki byggir á fakta, men á
leysasøgur og reinar lygnir,
tiknar uppaftur ár eftir ár
og nú lagdar fram á hesum
staði”.
Síðan
filosoferar
hesin ritstjóri um, at ein
lygn verður ikki sannleiki,
hvussu ofta hon verður upp
afturtikin. ”Hr. Formaður,
her er bókin við indeksinum,
sum prógvar, at eingin bók
stavur er lagdur burtur
ímillum í hesi publikatión, og
sum prógvar, at Hr. Guttesen
sigur ósatt í sínum alt annað
enn vísindaliga arbeiði um
fremmandagjørd mál mill
um okkum, sum liva her í
Føroyum...”.
Rolf
Guttesen
verður
lagdur undir at lúgva og
vera óvísindaligur, men tann
einasti, sum lýgur, er Birgir
Kruse. Hann skapar nøkur
følsk úttalilsir, leggur tey í
munnin á Rolfi og anngrípur
so hesi fiktivu úttalilsir. Av
sonnum ein niðurgerð av
einum kompetentum fak
manni. Og hví ger hann tað?
Ger hann tað egna vegna,
ella er hann sendur av ar
beiðsgevara
sínum,
sum
er NÁM? Álvaratos, hvønn
áhuga hava Birgir Kruse ella
NÁM í at miskreditera ein
fakmann sum Rolf Guttesen
millum kollegar. Eg meini
so við, Rolf er fyrrverandi
universitetslektari, nú eftir
løntur, tað eru ikki so nógvir
føroyingar, sum hava rokkið
so høgt upp á undirvísingar
stigan; kanska kunnu teir
teljast á einari hond.
Rolf reinsaður
Rolf Guttesen er fulkomiliga
reinsaður av Den Akadem
iske Komite, sum m.a. sigur
“Foredraget med eksempler
vist i powerpoint var nuan
ceret og foreholdt sig sagligt
kritisk til emnet. Kritikken
derimod (tann hjá Birg
iri) forudsætter en skæv
vridning af foredraget, som
blev imødegået både i selve
oplægget og svar på tiltale
fra Guttesen. Rolf Guttesens
foredrag ligger på hjemme
siden og forbliver der som er
accept af samme foredrag”.
Undirgravingin hjá Birgiri
rakti hann sum ein bumme
rang (afturvendandi træpetti
á fø). Spurningurin er so, um
vit eftir hetta kunnu hava
álit á tí undirvísingartilfari,
hesin ritstjórin leggur navn
til.
Fótonglar
Fyri hvørt útlendskt sernavn,
fólkanavn ella geografiskt
navn, NÁM “føroyskar”, so
tað ikki kann googlast, legg
ur forlagið fótonglar fyri
ungdómin. Prøvið og googlið
KILI og tit fáa Kilimanjaro,
sum er hægsta fjall í Afrika
og ikki ein statur í Suður
amerika, ella tit verða víst til
Lords of the Rings(!) Googlið
so Kolumbus, og tit fáa eina
bussrutu í Rogalandi ella eina
dýnufabrikk í Týskland.
PISA
Fyri triðju ferð eru okkara
skúlanæmingar eyðmýktir
í PISA. Nýggjársaftan trein
ein kvinna fram á sjón
varpsskermin og segði, at
PISA-kanningin
vísti,
at
okkara børn vóru rímiliga
góðir lesarar, men tað knípti
alvorliga við at skilja tað
lisna. T.v.s., tey skiltu ikki
tekstin
í
uppgávunum.
Kvinnan mælti til at geva
børnum 5 ókeypis bøkur um
árið. Hetta svarar til, at ein
persónur er blivin sjúkur av
ávísum medisini, og læknin
ordinerar 5 fløskur av hesum
sama vána medisini í vón
um, at patienturin verður
immunur fyri tí, í staðin fyri
at geva honum okkurt annað
og betri slag.
Hvussu virkar Tryggingarfelag Føroyar?
Jonhard Eliasen
FINN 5 ANDSØGNIR
ella fleiri
Ger tína niðurstøðu út frá
fylgjandi:
1. TF-samtakið er ogn hjá
kundanum.
2. Tað er kundin í FØROY
UM, sum hevur týdning
fyri felagið.
3.
Visión, missión hjá felag
num er í stuttum: TRYGD
og VØKSTUR í Føroyum.
4. Roknskapir fyri TF-hold
ing vísa, at eginognin
seinastu 10 árini er økt
við umleið 1.000 mió kr.
5. Kundin eigur at fegnast
um hesa stóru øking í
eginognini. Eginognin er
nú umleið 2.300 mió kr.
6. Tú, sum eigur part av
eginognini, kann selja
tín ognarpart ella lata
børnum tínum hann í
arv.
7. Kundin
skal
upplýsa
um
sín
TF-ognarpart
í
skattauppgerðini
til
TAKS.
8.
Eginpeningurin
øktist
øll seinastu 10 árini, und
antikið í 2008, tá ið hann
minkaði við 380 mió kr.
9. Tapini í 2008 stóðust
m.a. av beinleiðis íløgum
(corporate finance-virk
semi) uttanlands, eitt
nú av íløguni í Grøn
landsbankanum.
10. Onnur munandi tap av
corporate finance-virk
semi uttanlands hava
eisini ávirkað eginpen
ingin, m.a. íløga hand
an hav umvegis dul-
nevndan
føroyskan
fyriskipara.
11. TF royndi fyri fáum
árum síðani - eins og
EIK og BankNordik - at
keypa útlendska fíggj
arfyritøku. Hetta hevði
kundin bønað og biðið
leiðsluna í TF um at
fremja í verki, tí við
hesum kundi TF vísa
kundum sínum, hvussu
nógv
felagið
gagnaði
kundanum í føroyska
samfelagnum.
12. TF fylgir altjóða 'good
governance
practices'.
Tí eru í fleiri førum
somu
persónar
settir
í stjórn og nevnd hjá
ymsum feløgum undir
samtakinum, sum takast
við banka-, tryggingar- og
corporate finance-virk
semi. Hetta, tí at hesir
persónar við nógvum
kasjettum á knokkinum
tryggja 'synergi' millum
feløgini í samtakinum.
13. TF grundar sítt virksemi
á 'COOP-' ella 'andeils-
tankan'. Við hesum er TF
ein ikki-profitt-søkjandi
fyritøka. TF leggur seg tí
eftir IKKI í tryggingar- og
bankavirksemi sínum at
fáa eykavinning burturúr
duopol-líknandi
støðu
síni.
14. TF keypti fyri kortum
70% av EIK fyri hund
raðtals-milliónir krónur.
Hetta hevði felagið ráð
til, hóast tað ikki hevði
misnýtt monopol-støðu
sína á føroyska trygg
ingarmarknaðinum
í
áratíggju.
Puristiskar metodur
Eitt ólýðið og loyniligt málráð