týsdagur 18. februar 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. februar 2014 · Nr. 21
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rannvá G. Fossaberg
– Vit hava í seinastu upp
livað, at kvinnur, ið ikki
hava verið her áður, koma
til okkara at leita sær hjálp,
tí tær eru fyri harðskapi. Tað
eru kvinnur, sum hava havt
ilt við at sameina seg við
ta typisku myndina av eini
kvinnu, sum er harðskaps
rakt, men eftir at tær hava
lisið bókina »Um bara hann
sló meg«, hava tær fatað, at
harðskapsraktar kvinnur eru
í øllum samfelagsløgum.
Soleiðis sigur leiðarin á
Kvinnuhúsinum, Elin Reinert
Planck. Í januar mánaði í fjør
fekk Kvinnuhúsið tilsamans
52 áheitanir, meðan talið frá
januar í ár er vaksið til 79
áheitanir. Hóast tølini ikki
eru útgreinað, so er ein orsøk
til økta talið av áheitanum í
ár, bókin »Um bara hann sló
meg« eftir Súsonnu Skaale,
sálarfrøðingi. Bókin kom út
í november í fjør.
Fleiri áheitani
– Longu nú duga vit at síggja,
at bókin hevur havt stóra
ávirkan, tí vit hava havt
fleiri kvinnur her í Kvinnu
húsinum, og eg meti eisini, at
vit hava fingið fatur á einum
breiðari bólki av kvinnum,
sum eru fyri harðskapi, sigur
Elin Reinert Planck.
Hon vísir á, at harðskaps
raktar kvinnur ofta hava tor
ført við at síggja seg sjálvar
sum kvinnur, ið eru fyri
harðskapi av ymsum slag.
– Ein rættiliga vanlig
fatan av harðskapsraktum
kvinnum er, at tað er ein
homogenur bólkur, tað vil
siga, at ofta hava vit eina
ávísa mynd av, hvussu ein
harðskapsrakt
kvinna
er
sum persónur, hvussu hon
sær út og so framvegis. Men
tað er júst hesa myndina,
sum bókin ger upp við, for
telur Elin Reinert Planck
og leggur afturat, at fleiri
kvinnur kenna seg aftur í
onkrum av dømunum, sum
eru í bókini.
– Harðskapur er soleiðis,
at kvinnan meir ella minni
trýr, at tað er hennara egni
atburður, sum útloysir harð
skapin. Við at lesa bókina
kunnu tær síggja, at tað ikki
er soleiðis, harðskapur í par
løgum hongur saman, sigur
Elin Reinert Planck og held
ur fram:
– Tað er ikki soleiðis, at vit
síggja eina so at siga nýggja
týpu av kvinnum her nú,
tí øll árini frammanundan
hava vit sæð kvinnur úr øll
um samfelagsløgum. Men
tað eru heilt greitt fleiri
kvinnur, sum nú venda sær
til okkara, sigur Elin Reinert
Planck.
Talið fer at hækka
Leiðarin á Kvinnuhúsinum
ivast ikki í, at talið á áheit
anum frá harðskapsraktum
kvinnum fer framhaldandi
at vera hægri næstu mán
aðirnar samanborið við sama
tíðarskeið í fjør.
– Eg veit fleiri dømi um
kvinnur, sum hava ognað sær
bókina, men hava lagt hana
til síðis, tí tær ivast í, um tær
nú kunnu kenna seg aftur í
søgunum, sum eru í bókini.
Í roynd og veru eru tær
bangnar fyri veruleikanum,
sigur Elin Reinert Planck
og leggur afturat, at enn
hava tey í Kvinnuhúsinum
ikki sær hæddarpunktið av
ávirkanini av bókini.
– Eg ivist onga løtu í, at
vit fleiri kvinnur fara at
venda sær til okkara næstu
tíðina. Mann lesur ikki bók
ina og ringir síðani alt fyri
eitt til Kvinnuhúsið. Tá ein
harðskapsrakt kvinna lesur
bókina, setur tað nakrar
tankar í gongd, sum fyrst
skulu sodnast og síðani bún
ast við tíðini. Tí haldi eg
meg kunna siga, at tað er ein
tankagongd, sum fyrst skal
byrja, og eftir eina tíð síggja
kvinnurnar, hvørjari støðu
tær eru í og velja at leita sær
hjálp, greiðir Elin Reinert
Planck frá.
Tað júst støðuna, ið tær
eru komnar í, sum harð
skapsraktar kvinnur ofta
hava torført við at viðganga
fyri sær sjálvum. Her er
bókin við frásagnum frá
harðskapsraktum kvinnum
ein stór hjálp, metir leiðarin
í Kvinnuhúsinum.
– Frásagnirnar í bókini
hava hjálpt harðskapsrakt
um kvinnum til at innsíggja,
hvørjari støðu tær eru í. Fyri
at ein kvinna skal kunna gera
nakað við støðuna, sum hon
er í, má hon fyrst og fremst
viðganga fyri sær sjálvari,
hvørjari støðu hon er í. Og
tað er ikki altíð líka lætt, sig
ur Elin Reinert Planck.
Les meir á síðu 6
Fleiri kvinnur
eru fyri
harðskapi
Seinastu tíðina hava alsamt fleiri kvinnur vent sær til Kvinnuhúsið, tí tær eru fyri harðskapi av ymsum slag.
– Tað er einki at ivast í, at bókin um harðskap í parløgum er ein av høvuðsorsøkunum til at kvinnur, vit ikki
hava sæð fyrr, nú tora at leita sær hjálp. Tað sigur Elin Reinert Planck, sum er leiðari í Kvinnuhúsinum
Mynd: Álvur Haraldsen
– Frásagnirnar í bókini hava
hjálpt harðskapsraktum
kvinnum til at innsíggja,
hvørjari støðu tær eru í,
sigur Elin Reinert Planck,
leiðari í Kvinnuhúsinum