týsdagur 18. februar 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. februar 2014 · Nr. 21
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rannvá G. Fossaberg
Súsanna O. Skaale fegnast
um, at bókin Um bara hann
sló meg kann vera við til at
hjálpa
harðskapsraktum
kvinnum. Sjálv heldur hon,
at júst tað, at kvinnurnar
lesa um nakað, sum hendir
í teirra egna samfelag, er við
til at økja fokus á evnið.
– At lesa um lagnur, sum
fara fram í tínum egna landi,
býi ella nærumhvørvi, ger, at
evnið er relevant. Eisini havi
eg upplivað, at fleiri kvinnur
fáa eina aha-uppliving, tá
tær lesa bókina, tí fleiri hava
sagt, at tær vistu ikki framm
anundan av, júst hvat harð
skapur í einum parlagi er,
sigur Súsanna O. Skaale.
Ein trupulleiki í samband
við kvinnur, ið eru harð
skapsraktar, er, at kvinnur
nar mangan ivast í, hvørt tær
eru fyri harðskapi ella ikki.
– Ofta hava tær trupult
við at skilja millum, nær
partnarin bara er drøjur, og
so nær talan er um harðskap.
Tær vita ikki altíð, hvussu
nógv tær skulu góðtaka,
greiðir Súsanna O. Skaale
frá.
Hon heldur, at bókin
hjálpir kvinnum at fata, at
harðskapur verður framdur
á ymsar hættir.
– Vit skilja ofta harðskap
sum nakað ítøkiligt, sum til
dømis eitt blátt eyga ella okk
urt slíkt, men vit gloyma, at
harðskapur eisini kann vera
av sálarligum slag, og tað
er nakað, sum eisini kemur
fram í bókini, sigur Súsanna
O. Skaale, sum tekur undir
við leiðaranum í kvinnu
húsinum, um týdningin av,
at harðskapsraktar kvinnur
kunnu kenna seg aftur í frá
sagnunum í bókini.
– Tað er umráðandi, at
hesa kvinnurnar síggja, at
tær ikki eru tær einastu, sum
uppliva harðskap, og at tað
ber til at koma úr støðuni. Eg
haldi, at frásagnirnar í bókini
kunnu geva teimum árræði
til at broyta støðuna, tær
eru komnar í, sigur Súsanna
O. Skaale og leggur afturat.
– Eg havi upplivað, at
kvinnur
venda
sær
til
Kvinnuhúsið við bókini í
taskuni, har tær síðani blaða
upp í bókini og peika á eina
av søgunum og siga, at tær
kenna seg aftur í júst tí døm
inum. Tað er rørandi, sigur
Súsanna O. Skaale.
Eitt frambrot í hjálpini
Umráðandi at kvinnurnar kenna seg aftur
Í Kvinnuhúsinum veita tey
harðskapsraktum kvinnum
hjálp av ymsum slag. Í fjør
byrjaði
Kvinnuhúsið
á
fyrsta sinni at bjóða fak
liga viðgerð og vísa til sálar
frøðing. Afturat tí verður
skipað fyri bólkum, har
kvinnur kunnu savnast um
ein felags trupulleika, sum
er harðskapur.
– Vit, sum arbeiða í
Kvinnuhúsinum,
hava
drúgvar royndir við hesum
kvinnunum
og
kunnu
tosa við tær og hjálpa
teimum til at koma úr
støðuni. Hinvegin kann
ein sálarfrøðingur veita
eina fakliga hjálp og fara
í dýpdina, og hasir báðir
møguleikarnir saman er
ein fullkomin kombinatión.
Eg vil siga, at tað, at vit
kunnu vísa kvinnunum
til sálarfrøðing, er eitt
satt frambrot fyri okkara
arbeiðið, sigur Elin Reinert
Planck.
Sjálv heldur hon, at tey
tvey ársverkini, sum starv
ast í Kvinnuhúsinum, náa
at hjálpa øllum teimum,
kvinnunum, sum venda
sær til Kvinnuhúsið. Eisini
hóast talið á áheitanum
ivaleyst fer at vaksa.
– Men sjálvandi hevði
eg ynskt, at vit kundu gjørt
enn meir, men tað krevur
pengar, sum vit í løtuni
ikki hava, sigur Elin Reinert
Planck og vísir á, at eitt nú
kundi hon hugsað sær at
sett meira inn fyri bólkum
og gjørt meira við at hava
skeið í evninum.
rannva@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
– Fleiri kvinnur siga seg fáa eina aha-uppliving, tá tær lesa bókina, tí brádliga
ivast tær ikki longur í, at tær eru í harðskapsraktum parlagi. Frásagnirnar í
bókini geva teimum dirvi til at vilja broyta støðuna, sigur Súsanna O. Skaale,
sum er sálarfrøðingur og hevur skrivað bókina Um bara hann sló meg
Súsanna O. Skaale,
sálafrøðingur