Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. februar 2014 · Nr. 21 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jákup Mørk – Twisted Sister hevur gjørt nøkur av størstu rock­hitt­ unum­, sum nakrantíð eru skriv­að. Hetta er upp­runa­ rock­ur spældur av einum bólki, sum framvegis er í sera góðum formi, sigur Erik Biskopstø, ein av fyri­reik­ar­ unum av Summar Festi­val­i­ num, nú teir gera greitt, hvør skal standa fyri ársins rock- braki á Vágsbøi. Og lítil ivi er um, at talan verð­ur um eitt brak. Eitt brak, sum fær Scorpions og DAD at minna mest um eina pop-konsert. Twisted Sister var mill­ um all­ar heitastu nøvn­ini innan heavy-rock í 80’unum. Harði tón­leikurin saman við at kalla grot­eska klædna­stíl­ inum, har for­sang­arin var ílætin konufólkaklæðum skapti eitt bland av tónleiki og út­sjónd, sum rakti beint í hjartað á MTV-ættarliðnum, sum ikki hevði hug at rætta seg eftir teimum normum, ið ann­ars vóru galdandi fyri etableraða samfelagið. – Summar Festivalurin vil gera tað gjørligt at upp­ liva altjóða toppnøvn á før­oyskum palli, og við Twisted Sister kunnu vit enn einaferð bjóða føroyingum ein legendariskan rockbólk, sum vit fyri bara fáum árum síðani ikki hildu var gjørligt at fáa til Føroya at spæla. Men nú er hetta veruleiki, og hetta verður ein tann størsta rock­konsertin, sum nakran­ tíð hevur verið í Føroyum, sigur Erik Biskopstø. Risar í 80’unum Hóast bólkurin byrjaði at taka skap í 1972, so var tað ikki fyrr enn í 80’unum, at Jay Jay French, Dee Snyder og hinir í bólkinum veruliga gjørdu um seg. Fyrsta útgávan, Under the Blade, kom á marknaðin í 1982, og hóast talan enn ikki var um nakað gjøgnumbrot, so vóru tónarnir væl um­ tóktist í sonevnda undir­ grunds-lívinum í Bret­landi. Klædna­stílurin var nú eisini vorðin eitt av sereyð­kenn­ unum hjá bólkinum, har teir við einum blandi av konu­fólkaklæðum, leðuri og ketum fluttu seg meira móti heavy metal. Dee Snider hevði longu størsta hittið hjá bólkinum í skjáttuni. Tað eydnaðist tó ikki at skriva We’re not gonna take it lidnan, áðr­enn plátufelagið, Secret Records, fór av knóranum, men tað steðg­aði ikki bólk­inum. Nýggjur sáttmáli varð skriv­ aður við Atlantic Records, og tá You Can’t Stop Rock and Roll varð útgivin endaði hendan sum nummar 19 á ensku hitlistunum. Partur av senatshoyring Sjónbandaløgini gjørdust nú týðandi partur av markn­ aðar­føringini. Við eyð­kenda klædnastílinum, ráa boð­ skap­inum og hørðu tón­ unum var talan um brand, ið var sum skapt til nýggja miðilin. Sjónbandalagið til You Can’t Stop Rock and Roll breyt flestu av kendu mørk­ unum, og brádliga taldist bólk­urin millum teir heilt stóru. Konseptið varð ment til fulnar, tá Stay Hungry varð send á marknaðin í 1984. We’re Not Gonna Take it og I Wanna Rock sóust mest sum uttan íhald á skíggj­ anum. Og sølutølunum bilti einki. Í USA seldi plátan til trí­dupult platin, og í Canada varð talan um fimm-dupult platin. Boðskapurin var púr­asta greitt ein av­bjóð­ing móti etableraða samfelag­ num, og hetta dámdu unga ættar­liðnum. Í nøkrum før­ um Verri var við eldra ættar­ liðnum, sum metti talan vera um uppreistur, og í sep­ tember í 1985 var Dee Snider millum teirra, sum vórðu av­ hoyrdir undir senats­hoyring, tí hildið varð, at bólkurin við tónleiki sínum eggjaði ung­ dóminum til at bróta sam­ felagslógirnar. Bannaðir á MTV MTV var tó ikki eydnan, tá Come Out and Play varð send á marknaðin árið eftir. Mett verður í øllum førum, at av­gerðin hjá MTV at banna sjón­bandinum av Be Cruel to Your School var ein av høvuðs­orsøkunum til, at út­ gávan gjørdist eitt flopp. Hóast stílurin var tann sami, so fækkaðust fjepp­ arar­nir í tali, og fleiri av kon­sertunum vórðu av­ lýstar. Størsta hittið av út­ gáv­uni var kanska nýggja út­set­ingin av Leader of the Pack, sum the Shangri La’s ann­ars framførdu í ’63, men út­gávan var helst seinasti marknasteinurin hjá bólkinum. Love is for Suckers kom á marknaðin í 1988, men hóast útgávan hevði sínar fjepp­arar, so var hon helst meira rock enn heavy, og fyri upprunafjepparar hjá bólk­inum var hon eitt stórt stig skeiva vegin. Einasta staðið, har útgávan veruliga hittaði, var í Norðanlondum, og í Noreg varð hon nummar 11 á sølulistanum. Spæla framvegis Twisted Sisters fór í søguna, men í 1997 savnaðust limirnir aftur, eftir at teir hvør í sín­ um lagi høvdu roynt seg við fleiri bólkum. Konseptið er aftur tað upprunaliga. Klædnastílurin er kanska ikki heilt so óvan­ ligur, sum hann einaferð var, men tónleikurin er trúgv­ur móti upprunanum. Knall­ harður rockur, har trumm­ur og guiutar-riff stuðla fram­ úr røddini hjá Dee Snider. Stóru hittini frá gylta tíðar­ skeiðinum mitt í 80’unum draga framvegis stórar áskoð­ara­fjøldir. Twisted Sister teljast av álvara millum legendurnar innan harða rockin, og tað verð­ur harður rockur og einki annað, sum teir fara at blása yvir Vágsbø á Summar Festival­inum 2014. Tí er einki undarligt í, at fyriskipararnir eru fegnir, nú teir koma við navn­inum. – Vit hava havt onkrar heilt stórar løtur, tá vit hava kunn­gjørt høvuðsnøvn á Summar Festivalinum, og hetta er ein av teimum, sigur Erik Biskopstø. tíðindi Sannar legendur Ein tann mest týðandi heavy rock-bólkurin yvirhøvur stendur fyri ársins rockbraki á Summarfestivalinum. Vit hittum sum »We’re not gonna take it« og »I wanna Rock« telist Twisted Sister millum teir størstu í søguni hjá harða rockinum Fakta um Twisted Sister Limir í bólkinum: Jay Jay French, Eddie Ojeda, Dee Snider, Mark Mendoza og A. J. Pero Útgávur: 1982 Under the Blade 1983 You Can’t Stop Rock ‘n’ Roll 1984 Stay Hungry 1985 Come Out and Play 1987 Love is for Suckers 2004 Still Hungry 2006 Twisted Christmas