Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. februar 2014 · Nr. 22 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Marjun Dalsgaard Tá talan er um ein einkultan tunnil uttan trygdarrúm og uttan neyðtunnil, er bara ein veg­ur út, og tað er gjøgnum tunnils­munnan. Tað kann merk­ja, at bilførarar, sum eru í Eysturoyartunlinum, um eitt óhapp hendir, skulu ganga umleið fýra kilo­ metr­ar, áðrenn teir sleppa út. Er eldur í einum lastbili, er vandi fyri, at so nógvur roykur stendst av eldinum, at royk­ur­in ferðast skjótari enn fólk klára at ganga, og so verða tey fangað í royki­ num. Er eldurin er nóg stórur, kunnu minuttir vera avgerandi fyri, um fólk slep­ pa út á lívi. Mongdin av mill­ um øðrum CO og Co2 kann verða so stór, at hon er eitr­ an­di og innan stutta tíð ger at fólk ikki eru før fyri at ganga út sjálvi. Roykurin køv­ir somuleiðis bilarnar, eins og tað er sannlíkt, at tað stendst ruðuleiki inni í tunlinum, sum ger, at eingin fær koyrt nakran veg. Sløkkisliðsbilar kunnu møgu­liga ikki koma til eldin veg­na kø, ella tí teir kódna av royki. Tí er tað sannlíkt, at tað bert er møguligt at koma út til gongu. Tað er alt av­ger­ andi, at bilførarar finna út úr tunlinum sjálvir og so skjótt sum gjørligt. Tað er har­aftr­ at týdningarmikið at sleppa burtur frá roykinum skjótast møguligt. Trygd er eitt val Hvussu tryggur ein tunnil skal vera, er altíð ein meting av váða og kostnaði. So leingi, tú heldur teg innan fyri eitt sett av aðalkrøvum, sum eru alment góðkend í tí landi­ num, sum tú byggir tunnilin í, er trygdin eitt politiskt val. Tað er stórur munur á, hvus­ su hørð aðalkrøvini eru, alt eftir hvørjum landi, tú ert í. Í Føroyum hava vit valt at fylg­ja teimum norsku aðal­ krøvu­num "Håndbok 021". Tey eru ikki eins høg, sum í øðr­um londum í Europa, og hetta merkir, at trygdin ikki er eins góð og í eitt nú Eystur­ ríki og Hollandi, hóast at vit halda okkum innan fyri al­ ment góðkend aðalkrøv. Håndbok 021-krøv eru skipað soleiðis, at ávís trygd­ar­krøv eru sett til ein tunnilin alt eftir longd, mongd av ferðslu, halli á vegi og øðrum, men undan­tøk kunnu gerast, um ein váða­ meting afturvísir, at váðin er størri enn eitt alment góð­tik­ ið váðastøði. Hetta er júst tað, sum er galdandi viðvíkjandi Eystur­ oy­ar­tunnlinum. Hann er so mikið langur, og hevur so nógva ferðslu, at hann eig­ur at vera dupultur eftir Hånd­ bok 021 støði. Undantøk í skipanini merk­ja tó, at við at viðhefta eina váðameting frá SINTEF, sum blástemplar tunnilin, kun­di PF Skálafjarðatunnilin gera eina verkætlan við ein­ um einkultum tunli ístaðin fyri einum dupultum. Tað er júst um hesa váða­ meting, at Hans Haraldsen ven­di sær til myndug­leik­ar­ nar í 2010, tí at hann heldur, at hon er ófullfíggjað. Ófullfíggjað fráðgreiðing Sambært Håndbok 021, skulu tunlar, sum eru yvir 10 km lang­ir og hava í miðal fleiri enn 4.000 bilar um døgnið ár­l­iga, verða dupultir og hava eina eldsløkkiskipan við vatni. Norsku ásetingarnar eru einastu í Europa, ið loyva so longum einkultum tunlum. Eysturoyartunniln er við báðum greinum í alt 11,2 km og fer at hava eina ferðslu, sum er í miðal yvir 4.000 bil­ar um samdøgrið ár­liga. Hetta merkir, at sjálvt eftir Håndbok 021 skal Eyst­ ur­oy­ar­tunnilin vera du­pu­l­t­ ur - altso hava tvey "rør", so eingin mótgangandi ferðs­ la er, og so tað er gjørligt at sleppa sær inn í ein annan tunnil, um eldur kyknar í øðrum av tunlinum. Men váða­met­ingin frá SINTEF tryggjar, at hann vera ein­ kultur. Av tí at SINTEF frá­greið­ ing­in kemur fram til, at váðin ligg­ur á markinum av, hvat er al­ment góðkent váðastøði, er Hans Haraldsen sera ivasam­ ur um metingina. - Greiningin er gjørd út frá met­ingum. Tað vil siga, at vit vita ikki um tað er so, og lítil frávik kunnu føra til eitt munandi annarleiðis úrslit, har váðin liggur langt yvir tað, sum vit góðtaka eftir Hånd­bok 021, sigur Hans Harald­sen. Í frágreiðingini sakn­ar hann eina "við­kvæmis­grein­ ing", sum eisini er vanlig í tí­lík­um frágreiðingum. Tað merkir, at greiningin verður royndarkoyrd við broyttum faktor­um, fyri at kanna, hvus­su hetta ávirkar úrslitið. - Tað er eingin ivi um, at skrúva vit eitt sindur upp á nakrar av hasum faktoru­ num, so liggur váð­in oman­ fyri góð­kend­að váða­markið, sig­ur Hans Harald­sen. Ymiskar metingar Til dømis hevur SINTEF, sum grundarlag, at ein evakuering byrjar eftir 1 minutt, men tað kundi tað sama verið sett til 2 ella 3 minuttir og hetta hevði saman við øðrum faktorum broytt úrslitið munandi, sigur Hans Haraldsen. Aðrar met­ing­ar, sum kunnu ávirka úrslitið eru: • Hvussu skjótt fólk koyra • Hvussu nógvir bilar eru í tunlinum í senn • Hvussu nógv av hesum er tung ferðsla • Um ventialtiónin riggar • Hvussu ventilatiónin verður handfarin • Hvussu nógvur vindur er uttanfyri • Hvussu hallið er á vegnum • Hvussu stórur eldurin er • Hvar eldurin er • Hvussu leingi eldurin brennur • Hvussu skjótt fólk ganga • Hvussu nógv eru illa gongd • Hvussu roykurin breiðir seg • Hvussu skjótt fólk reagera • Hvussu skjótt tunnilin verður stongdur Ein av atfinningunum hjá Hans Haraldsen snýr seg um, at fleiri av hesum met­ ing­um hjá SINTEF eru skeivar. Taka vit tíðina, tað tekur fólki at reagera, er hon sett til 1 minutt. Hetta er nærmari 2-3 minuttir, held­ ur Hans Haraldsen. Met­ ingina byggir hann á kann­ ingar, sum eru gjørdar av, hvussu fólk reagera í einari tílíkari støðu. SINTEF metir tungu ferðsluna at vera 15% av samlaðu ferðsluni, men hetta eigur at verða minst 20% í førinum við Eystur­oya­r­tunlinum, heldur Hans Haraldsen. Vindurin Trygdin kann bøtast munandi Í Føroyum hava vit valt at fylgja teimum norsku aðalkrøvunum "Håndbok 021" fyri tunnilstrygd. Hesi krøvini eru lægst í Europa, og vit kundu fingið munandi betri trygd fyri ein rímuligan penga, um nakrar broytingar vórðu framdar í uppskotinum um Eysturoyartunnilin, heldur eldserfrøðingurin, Hans Haraldsen Ár Longd Tvørsnit Hall Djúpasta punkt Ferðsla 2008 (ÅDT) Kostnaður Km (max gradient %) Vágatunnilin 2002 4,9 T9,5 6,9% 105 1530 302 mio Norðoyartunnilin 2006 6,2 T9,5 6,0% 150 1860 405 mio Eysturoyartunnilin 2018 11,2 (8+3) T9,5/11,5 6,9% 220 4000 1500 Sandoyartunnilin 2021 10 T9,5/11,5 6,5% 150 700 800 mio Eysturoyartunnilin verður nógv longri enn Norðoyartunnilin og hevur meira enn tvífaldaða fersðlu. 20% av ferðsluni verður sokallað tung ferðs­la, tað vil siga stórir landsbilar og trailarar. Ferðslan verður væntandi vaksandi tey fyrstu árini og talið fyri 2034 verður av SINTEF mett at vera yvir 5.000. Kelda: Hans Haraldsen, Brandsikkerhed i undersøiske enkeltrørtunneler på Færøerne og SINTEF Rapport, Risikoanalyse af Skalafjordtunnelen