Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 21. februar 2014 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi uttan fyri tunnilsmunnan er avgerandi fyri trekkin inni í tunlinum og er í frágreiðingini settur til at vera í miðal 5 m/s. Hetta er í veruleikanum 6 m/s ífylgi DMI. Haraftrat tekur SINTEF frágreiðingin ikki hædd fyri, at einans ein settur sløkkiliðsmaður er á Skála­fjørðinum, restin eru sjálv­boðin. Í mun til, hvussu roykurin breið­ir seg, nýtir SINTEF ein frymil, sum verður nýtt­ur til ein tunnil, sum er av betong innan. Ein tílíkur tunnil hevur slættar veggir og kann ikki samanberast við ein sprongdan tunnil, sum hevur óslættar veggir við úrsprungum upp til ein met­ ur. Hetta eins og víki­pláss­ ini inni í tunlinum ávirka í stóran mun, hvussu roykurin ber seg at, um eldur kemur í, sigur Hans Haraldsen. Vísir skeiva mynd Øll hesi viðurskifti gera, at hann metur at váðin í veru­leikanum liggur yvir tí góðk­enda markinum fyri váða­støði í Håndbok 021. Í øllum førum átti ein sokallað "við­kvæmis­greining" verið gjørd, har tú broytir teir ymisku faktorarnar, fyri at kanna, hvussu úrslitini eru í ymiskum støðum. - Hetta er ein vanligur partur av einari tílíkari frá­ greið­ing, men tað hevur man valt ikki at gera her, sigur Hans Haraldsen. Eitt annað, hann hevur at er, at frágreiðingin ikki tekur atlit til, at ventilatiónin er munandi verri at stýra um, ein rundkoyring er inni í tunlinum. SINTEF frá­greið­ ing­in nýtir eina Fn kurvu, sum gongur uppí 10, tá tað kem­ur til, hvussu nógv fólk kun­nu lata lív í tunlinum. Hetta heldur Hans Haraldsen vera óskiljandi, tí tað merkir at einans 10 fólk kunnu verið inni í tunlinum í senn, og tað er ikki galdandi. Hann hevur somuleiðis havt at, at SINTEF frágreiðingin einans met­ur um váðan við eldi og ikki øðrum viðurskiftum, sum kunnu vera atvoldin til óhapp í tunlinum. Lætt at bøta um trygdina Um Eysturoyartunnilin skal vera dupultur er ilt at ímyn­da sær, at hann nakran­ tíð verð­ur veruleiki. Hetta hevði verið alt ov kostn­að­ ar­mi­kið, og hevði tikið lívið av ætlanini. Hans Harald­ sen sigur seg skilja, at hetta er ikki ein møguleiki, men eftirlýsir politiskan vilja til at gera nakrar fáar broyt­ing­ ar, sum kundu bøtt munandi um trygdina. Dømi um átøk eru eitt nú um ein sokallað Transvers ventil­a­tión ístaðin fyri Jet­ fan, sum er tann ætlaða, tí hon kann súgva royk og eiturevni út, um eina sprinklara­skipan og ein neyð­tunnil. Hetta hevði ikki kostað so nógv, men hevði sjálvsagt ávirkað kost-nyttu roknistykkið. Enn eitt dømi, sum er sera einfalt, og sum hevði bøtt munandi um trygd­ina er, at tað varð bann­ að hjá tangabilum at koyra í tunlinum, tá onnur ferðsla er, sig­ur Hans Haraldsen. Kostnaður av trygdarátøkum Transvers ventilation 125 mió kr. (Ístaðin fyri Jetfan) Neyðtunnil 64,5 mió kr. Viðlíkahald 5 % 3,5 mió kr. árliga Sprinkling 27,6 mio kr Viðlíkahald 5% 1,4 mió kr. árliga Keldur: •Hans Haraldsen, Brandsikkerhed i undersøiske enkeltrørtunneler på Færøerne •SINTEF Rapport, Risikoanalyse af Skalafjordtunnelen •SINTEF Rapport, Risikoanalyse af Skalafjordtunnelen (Del 2) •Ramböll, Skalafjortunnelen vurdering af udførte risikoanalyser - Hetta er eitt politiskt val, men vit kundu fingið munandi betru trygd, um fáar broytingar vórðu framdar í uppskotinum um Eysturoyartunnilin, sigur Hans Haraldsen, sum er serfrøðingur í eldi og hevur skrivað høvuðsuppgávu á DTU um trygd í júst Eysturoyartunnlinum. Hann hevur verið sera atfinningarsamur mótvegis váðametingini av Eysturoyartunlinum, sum norska fyritøkan SINTEF hevur staðið fyri. Ramböll gjørdi síðan eina eftirmeting, men heldur ikki hana, metir Hans Haraldsen vera nøktandi Mettur váði í Eysturoyartunlinum Talvurnar vísa, at váðin er á markinum fyri, hvat er góðtikin váði sambært Håndbok 021 við høgari ferðslu Talva i vísir váðan við lágari ferðslu Talva 2 vísir vágan við høgari ferðslu Talva 3 vísir váðan í tunli við rundkoyring við nógvari ferðslu Kelda SINTEF