Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Tey hava arbeitt í rúma tíð, og eru nú komin til eina niður­ støðu. Allar tilnevningar­nar til FMA – Føroysku tón­lista­ virðislønirnar – eru gjørdar. Talan er um tríggjar dóms­ nevndir við fimm dómarum í hvørjum bólki, sum hava gjørt tilnevningarnar. Hvat tey eru komin fram til, sæst á høgru síðu á hesi opnu. Almenn dómsnevnd – og tó Dómsnevndirnar eru so­ leið­is skipaðar, at tað er arbeiðs­bólkurin, sum hevur skipað tær. Arbeiðsbólkurin hevur tryggjað sær, at dóms­nevndirnar telja bæði kvinnur og menn, eins væl og tey eisini hava lagt seg eftir at hava eina hampiliga geo­grafiska spjaðing, soleiðis at dómsnevndin ikki einans er mannað við fólkum úr høvuðs­staðnum. Felags fyri øll er, at arbeiðsbólkurin met­ir tey vera kompetent og gegni. Hvørji tey fimtan eru, verður ikki almanna­kunn­ gjørt enn. Men tann 15. mars, tá tað er greitt, hvør vinnur í teim­um ymsu kategor­ iunum, verður tað eisini kunn­gjørt, hvør mannar dóms­nevnd­inar. Orsøkin til, at limirnir í dómsnevndunum verða al­ manna­kunngjørdir, er fyri at tryggja opinleika. Arbeitt hvør sær Limirnir í dómsnevndunum vita ikki av hvør øðrum, og hava arbeitt hvør í sín­um lagi við sínum til­nevn­ing­ um. So­statt hevur eingin felags­fundur verið fyri dóm­ arar­nar. Arbeiðs­bólk­urin ynskti, at dómararnir ikki skuldu hava møguleika at ávirka hvønn annan, ella at spekulera við sínum til­nevn­ ing­um. Tí varð hesin leistur valdur. Tríggir bólkar Omanfyri 50 føroyskar fløg­ ur komu út í fjør. Tað merkir, at tað í meðal kemur ein fløga út um vikuna í Føroyum. Talan er um alt frá tungum málmi, til elektroniska popp, kór­sang og barnafløgur. Arbeiðsbólkurin hevur frá byrjan lagt stóran dent á, at FMA skal vera eitt savn­ andi tiltak. Og fyri at fáa allan tónleikin umboðaðan í til­nevningunum, valdi ar­beiðs­bólkurin at gera tríggjar bólkar. Popp-bólkurin fevnir um populertónleik í breiðari merking. Tilnevningarnar í hesum bólki vísa eisini, at tað er eitt ávíst spenni, tí tær fevna um alt frá nógv spældu rapp­arunum í Swangah til elek­troniska poppbólkin Byrta og popputta rockaran Jens Marni, umframt mong onnur. Tað er eisini populer­ tón­leikur, sum tað er mest útgivið av í Føroyum. Tí hev­ur arbeiðsbólkurin av­ rátt, at her er talan um fimm til­nevningar saman­borið við tríggjar í hinum báðum bólk­unum, har ikki heilt so nógvar útgávur hava verið. Næsti bólkurin er Rock/ Málm, Jazz, Blues og Folk- bólkurin. Hesin fevnir um tyngra rockin og tær genrur, sum annars eru nevndar í heitinum. Sum tað sæst í tilnevning­ unum, so eru tað nøkur nøvn, sum eru tilnevnd fleiri ferðir. Millum annað Kári Sverrisson, Hamferð og Týr. Opni bólkurin fevnir ógvu­liga breitt, sum til­nevn­ ingar­nar eisini vísa. Ein barna­fløga er tilnevnd, eitt kór og ein fløga við klass­ iskum tón­leiki. Talan er sostatt um eina sera stóra breidd, men arbeiðs­bólkurin hevur roynt at tryggja sær, at dóms­nevndin er umboðað við fólkum úr ymsum tón­ lista­um­hvørvum, soleiðis at eingin dettur burtur í millum. Nógvir nýggir bólkar Talan er um tríggjar og fimm tilnevningar alt eftir, hvønn bólk talan er um. Tó er ein kategori, sum er mun­andi størri og sum koyrir tvørtur um allar tríggj­ar bólkarnar. Hetta er katego­riin Ársins nýggi bólkur ella ein­stak­ lingur. Og av tí, at hon koyrir tvørtur um allar tríggjar bólkarnar, hevur ar­beiðs­ bólkurin gjørt av, at hon verður størri enn hin­ar og telur níggju bólkar og ein­ stak­lingar. Tað er somuleiðis arbeiðs­bólkurin, sum hevur gjørt tilnevningar í hesum bólki. Fólkið verður hoyrt Dómararnir hava longu loyst sína fyrstu uppgávu við tilnevningunum. Næsta upp­gáva teirra verður at kjósa ein vinnara. Men tað gera teir ikki einsamallir. Vanligi føroyingurin verð­ ur eisini hoyrdur. Í næstum verður ein sms-skipan latin upp, har øll kunnu atkvøða fyri sínum favoritti. Tó ber bert til at atkvøða einaferð innan hvørja kategori. Tað merkir, at tú til dømis ikki kanst atkvøða fleiri ferðir fyri sama tónleikara. Tú kanst heldur ikki atkvøða fyri fleiri tónleikarum í somu kategori. dómsnevndir hava talað Tríggjar dómsnevndir við tilsamans 15 dómarum hava tilnevnt tónleikarar í 13 ymsum kategorium. Alt frá mest spældu løgunum í loftmiðlunum til klassisk verk, teljast millum teirra, ið kunnu vinna Ársins nýggi bólkur/einstaklingur Byrta The Absent Silver King Allan Tausen Døgg Nónsgjógv LoverLover Laila av Reyni Greta Svabo Bech Flamma Jákup Lützen FAKTA Tað er ein arbeiðsbólkur, sum stendur fyri FMA. Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava tikið stig til tiltakið, nú Planet Awards er farið í søguna. Tað eru umboð fyri hesar stovnar, sum manna arbeiðsbólkin. Somuleiðis hevur tónleikaumhvørvið valt tvey umboð í arbeiðsbólkin. Arbeiðsbólkurin hevur síðani valt ein samskipara av tiltakinum. Arbeiðsbólkurin: • Eyðfinn Jensen, Kringvarp Føroya • Barbara Holm, Miðlahúsið • Fróði Vestergaard, Norðurlandahúsið • Sunleif Rasmussen, umboð fyri tónleikaumhvørvið • Ólavur Larsen, umboð fyri tónleikaumhvørvið Rólant Waag Dam er samskipari av FMA Tríggjar Føroysku tónlistavirðislønirnar