Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. februar 2014 · Nr. 22 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í desember mánaði 2012 hoyra vit í tíðindunum um, at Bjørn Kalsø hevur valt nýggja Málráðið, sum skal avloysa Føroysku málnevndina. Tað nýggja ráðið hevur ellivu limir í mun til fimm. Málráðið fer til verka fyri at fremja arbeiðssetningin, sum teimum er álagt. Í november 2013 er greitt, at ein meiriluti í Málráðnum heldur, at tað føroyska stavraðið skal verða óbroytt. Nógv kjak var um hetta mál. Minnilutin greiddi frá sínum sjónarmiðum um at loyva t.d. x, z og q við í stavraðið og mong nýttu høvi at gera sínar viðmerkinga til, hvørt tey vóru samd við meirilutanum ella minnilutanum í hesum máli. Hetta kjak, sum so mong onnur fjaðraði burtur og tískil skuldi man trúð, at hetta var tað. Stavraðið er óbroytt og soleiðis verður tað, inntil møguliga onkur tekur málið uppaftur í nevndini til viðgerð seinni. Men soleiðis skuldi ikki verða. Tríggjar mánaðir seinni og sum eitt annað jólatrøll kemur málið um stavraðið fyri á tingi. Kjakast verður aftur um hesar somu stavir og fólk geva aftur til kennar, um tey eru samd ella ósamd við Málráðnum ella ikki. Uttan at taka støðu til um hesir umrøddu stavir eiga at sleppa inn í bókstavaraðið ella ikki, so er tað ótrúliga løgið, at málið verður tikið upp nú fleiri mánaðir eftir, at Málráðið er komið við sínari niðurstøðu. Tað undrar meg. Eitt annað sum undrar meg er, at tað í heila tikið verður tikið upp, sum mál á Føroya Løgtingi. Hetta sama Løgting hevur samtykt eina lóg í 2012 um at seta eitt Málráð, og endamálið við lógini er týðiligt. Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum, og at áseta føroyska stavseting. Málráðið tekur við tann 1. januar 2013 og hevur bert virkað í eitt ár. Tað hevur tikið støðu til stavraðið við heimild í lógini, sum tað er sett at virka undir. Tískil seti eg spurnartekin við, hví tað er so umráðandi at fáa málið um stavraðið fyri tingið nú? Og um so er, at tingfólk halda, at tað er so umráðandi at hava t.d. x, q og w við í tað føroyska stavraðið, so áttu tey at tikið støðu til hetta, áðrenn lógin um Málráðið varð samtykt og ráðið varð valt. Tað gevur ongan meining at seta eitt Málráð, har man ikki fylgir málsligu ráðunum frá tí. Tíbetur eru tað fleiri enn eg, sum hava sett spurnartekin við, hví málið er lagt fram á tingi, og landsstýrismaðurin, sum sjálvur hevur sett ráðið heldur ikki, at stavraðið eigur at verða viðgjørt á Føroya Løgtingi. Vit eru ikki altíð samd í Føroyum, og tá tað kemur til málið, sýnist tað sum um, at kjakið fer av sporinum til tíðir. Nógvar kenslur eru tengdar at málinum, og tað er uttan iva ein av orsøkunum, at eg ofta havi ilt við at fylgja við í hvat liggur til grund fyri kjakinum. Ein av orsøkunum til at vit halda, at okkara egna mál er so avmarkandi kann vera, at vit brúka alt ov lítið teir møguleikar/orðingar, sum finnast í málinum, og tað liggur ofta til okkara lyndi at síggja avmarkingar heldur enn møguleikar. Óansæð, so er stavraðið ikki eitt mál, sum eigur at verða viðgjørt á tingi, tá eitt Málráð er sett at røkja sama endamál. Eyðgerð Mørkøre Kruse, lesandi EYGA MÁLIÐ Zzzzzzzz ella snork snork snork kjak kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Eivind Weyhe Eitt sum ferð eftir ferð verður ført fram í kjakinum um stav­raðið, er at um vit loyva nøkrum “fremmandum” bók­stavum (c q w x z) inn í stav­raðið, so er deyðin í dur­unum, okkum býðst ikki bøt­ur sum tjóð, og retoriskt verð­ur spurt: hvar enda vit? o. s.fr. Veruleikin er at nevndu bókstavir longu eru har. Tað er bara at sláa upp í teirri orðabókini sum al­ ment ber heitið Føroysk orða­bók, og sum millum manna ofta verður nevnd Móður­málsorðabókin. Har standa teir fimm stavirnir hvør á sínum fasta stað í alfabetiseringini av orða­ bókini. Ikki eru leitorðini nógv undir hvørjum teirra. Undir bókstavinum c eru leitorðini seks (við níggju týdn­ingum, eitt nú c-vitamin), undir q bara eitt (sjálvt navnið á stavinum), undir w fýra (t.d. watt), undir x eru trý (við fimm týdningum, t.d. heiti á ókendari stødd), undir z er bara heitið á bók­ stavinum. Harumframt koma hesir stavir fyri inni í ein­støkum orðum í bókini, t.d. í kilowatt, kilowatttími, marxisma, nazisma, ozon(lag) o.fl. Legg merki til at heitið á orðabókini er Føroysk orðabók, og ikki minst at tað óalmenna heitið er Móður­ málsorðabókin. Tað vil við øðrum orðum siga at ein orða­bók sum prýðir seg við hesum stoltu heitum, og sum jú er standardverkið tá ið um ræður føroyskt, ikki smæð­ist við at brúka hesar “fremm­ andu” stavir. Teir eru sostatt longu í føroyskum, ikki í arvorðum, men í lánorðum (tøku­orðum), sum jú eisini eru partur av okkara málbrúki. Av tí sama koma teir ikki so ofta fyri (hava avmarkaða distributión), men teir eru har. Millum tey fremmandu orðini, vit brúka, eru eisini nøvn á fremmandum støð­ um, nøvn ið ikki hava vunn­ ið sær langa skrivliga hevd í føroyskum, og sum tí sum ein megin­regla eiga at skriv­ ast sum tey skrivast á stað­ num. At hetta skal beina fyri føroyskum máli, er ikki annað enn sjálvhátíðarligt og patetiskt vrevl. Í kjakinum fært tú eina kenslu av at stavraðið er ein slag av halgigripi, okkurt sum førir sína egnu tilveru, leyst av málinum sjálvum. Men stavraðið er einki ann­ að enn listin yvir teir stavir vit í roynd og veru brúka, og teir síggja vit í Móður­ máls­orðabókini. Tað sum málið tí snýr seg um, er ikki um vit skulu loyva hesum bókstøvum inn, men um teir skulu forfjónast, rekast á dyr. Um so er, so má tann logiska fylgjan vera at taka teir úr eini bók, sum eitur Føroysk orðabók. Ella gevur tað heila onga meining. Men so løgið tað ljóðar í argumentatiónini, so vil eingin tað. Nei, vit kunnu gott brúka hesar stav­irnar, verður sagt, og “tey, sum hava hug, kunnu sleppa at sita og spæla sær við teimum”, sum tað bleiv orðað í Málráðnum. Uppsjóvarflotin má økjast Jan Haldansen Vestmanna Tey mongu seinastu árini hev­ ur uppsjóvarflotin havt gullár og tað skal verða eimum væl unt. Skip eru fornýggjaði og flotin hevur sett pening í pelagisku vinnuna á landi, so meir kann fáast burturúr tí sum fiska verður. Fara vit so at hyggja eftir hví hetta hevur borði til, so er eyðsæð, at hetta er tí at ein lítil floti hevur sitið á eini stórari kvotu. Tað hevur sjálvsagt svinga eitt sindur við kvotustøddini, men sjálvt um kvotan er minka eitt sindur, so hevur framvegis verði nokk til. Hetta fortelur okkum, at ein í hesi vinnu hevur stórt rásarúm. Nú hevur Landsstýrið so víst rygg og sett hart ímóti hørðum, fyri at tryggja okkara flota meiri kvotu, við tað at meiri Makrelur og Sild eru í Før­oyskum øki. Men hvør skal so fáa ágóðan av hesum kvotum? Tað sum hevur gingið fyri seg tey seinastu árini, er ikki ein loysn sum er haldbar og somuleiðis hevur hon skapt ónøgd o.l ímillum fiskiflotan og politikkarar. Fara vit og hyggja eitt sind­ ur eystur um okkum og skáa tann norska flotan, so hava hesi skip ikki í nærheitini av somu kvotu, at fiska sum tey føroysku, men alíkavæl so hava tey klára seg og somu­ leiðis endurnýggja skipini. Í norsku vinnuni eru t.d 64 kraft­blokkaskip sum deilast við smá 100.000 tons av Makreli og 125.000 tons av NVG sild, so ein dugir at síggja at har er smá bítt. Í 2013 fekk Føroyar tillutað 154.000 ton av Svartkjafti og hetta hevði eitt miðal virðið uppá 268 mil. um vit nýta miðal prísin frá Norsges Silde­ salgslag (1,74 kr/kg miðal). Vit lata Russlandi 75.000 tons fyri at fiska 20.000 tons av botna­fiski, men hesin botn­ fiskur kemur ikki uppá land í Føroyum til virkingar. Fiskurin fer beinleiðis á tann Bretska marknaðin og tað vil siga, at hetta skapar onga virðisøkjin her á landi. Um vit nú virkaðu øll 154.000 tonsini í føroyum, so vildi hetta skapt eitt stabilari arbeiðið á landi og somueiðis kundu vit føroyingar økt um virðið á hesum fiski, alt eftir hvat marknaðurin var. Tað er tíð uppá, at vit fara og eftirhyggja hvat vit sjálvi kunnu virka og virða úr teimum kvotum okkum er tillutað, tí nú eru virkir á landi sum hava kapasitet til at virka fiskin og somuleiðis møguleikið fyri at økja um upp­sjóvarflotan. Tað er neyðugt at vit øll fáa ágóðan av kakuni og ikki bara tey fáu(tey fáu hava fingið nokk). Eftir teimum kvotum vit hava í Føroyum í dag av upp– sjóvarfiskið, so kunnu gott 20+ skip fiska fiskin. Hetta vildi økt munandi um virðið av veiðuni, tí so bleiv fiska tá besti prísurin var. Nú verður Makrelur fiskaður og seldur fyri minni virðið enn hann gjørdi fyrr, tí kvotan er so stór, at skipini fáa alíkavæl inntøku av fiskaríinum. Flotan í Barentshavinum hava vit ikki brúk fyri, tí tað kost–ar okkum føroyingum meiri at lata russum svartkjaft, enn vit høvdu sjálvi fingið burturúr honum, við at fiska svart­kjaftin sjálvið. Tað er eingin grund, at eitt uppisjóðarskip skal hava 100- 200 mil. í avlopið ár undan árið, tá er okkurt galið við okk­ara skipan. Tað mátti verðið betur at tað vóru 20+ skip, sum høvdu 30+ mil í yvir­skoti og somuleiðis fleir løn­takarar sum betaltu skatt til samfelagið. Hetta vild økt um skattað inntøkurnar hjá land­inum og somuleiðis skapt meiri arbeiðið runt Føroya land. Haldi at vit føroyingar mugu hyggja okkum um, og síggja hvussu onnur gerða, ikki bara síggja í tann sama dunnuhylin og stara okkum blind. Trupuleikin við at endur­ skoða skipanina er so bara tann, at so fara politikkarar bert at hyggja eftir hvussu teir kunnu fáa sum mest til sítt øki, og so steðgar alt upp. Ein bólkur av fagfólkum innan øki kundi heldur komið við einum viðmælið, sum síðani Landsstýrið samtyktið. Man kan lata teir sum eru í vinnu í dag fáa tað teir hava krav uppá fyri at klára seg og síðani skuldi restin verði deilt út til økini í Føroyum. So og so stórar kvotur verða deildar út til økini og so kundu menn/ skip frá økinum søkt um loyvið í eitt ávís áramál, fyri síðani at drivi hesa vinnugrein. Kvoturnar skuldu ikki kunna verði seldar frá økinum. Hetta vildi verði við til at kunna skapt ein økismenning og tað er tað vit føroyingar hava tosa nógv um tey seinastu árini. Onkur er kanska ósamdur við innihaldið í hesi grein, men fakta er tað, og tað sleppa vit ikki undan, at uppisjóvarflotin kann í øllum førum tvífaldast eftir teimum kvotum Før­ oy­ingar hava í dag. So er tað tað, um politiski viljin er til staðar, at økja um virðini vit føroyingar ráða yvir í dag ella bara at lata verða fyri frið skild. Tann, ið einki sigur og letur standa til, hann samtykkir. Út ella inn við c q w x z?